Ævisøga - Dagbók - Brøv
Tomas Espedal um bøkurnar:
ÆVISØGA: Ævisøgan, er søgan um ein sjálvan, sum ein annar skrivar. Eg vildi skriva um ein annan, men hann var eg. Ævisøgan kenst aftur sum tekstaslag. Hon byrjar í eini gøtu, einum húsum. Byrjar við uppvøkstri, og síðan verður alt drigið inn í skrivingina.
DAGBÓK: Eg helt fram við dagbókini, sum er skrivað til sín sjálvs! Hon skal ikki hava nakran lesara. Hon er privat. Tað var ein ertandi tanki at skriva eina ektaða dagbók, sum síðan skuldi koma fyri eyguni á øðrum.
BRØV: So skrivaði eg brævið, sum vendir sær beinleiðis til ein annan, bara ein. Eg hevði skrivað til mín sjálvs í dagbókini, og so vaks „tú“ fram. Brævið er ein tú-bók, og henda bókin er ein bøn. Har kundi saktans bara staðið „Kom aftur til mín.“ „Eg sakni teg. Ver skjót aftur.“