Leitingin eftir Sjúrði Jorsalafara
Sjúrður Jorsalafari var fyrsti evropiski kongurin, ið gjørdi krossferð.
Søgurnar um hansara óttaloysi og mongu sigrar hava gjørt hann til eina av teimum størstu hetjunum í norskari søgu.
Í 1108 stóð hann sum átjan ára gamal á odda fyri einum skipafylgi, ið taldi 60 skip, sum legði út av Bergen og setti kós ímóti Jerusalem.
Øystein Morten hevur gjørt ferð í hansara slóðum og leitað fram eina sannari mynd av konginum.
Frásøgnin byrjar við, at skallin á Sjúrði Jorsalafara verður tikin út úr kongligu legghøllini á hervirkinum Akershus. Kunnu tey nýggjastu rættarmedisinsku háttaløgini broyta søguna? Kunnu vit koma tættari hesari persónsmenskuni?
Øystein Morten gongur somu leiðir sum Sjúrður Jorsalafari og roynir at endurskapa bardagarnar, hann var í. Ein av teimum øtiligastu bardøgunum var í einum fjalshelli á sponsku oynni Formentera, har høvundurin klívur í gjáum og gjótum fyri at skilja, hvussu Sjúrður kundi basa fíggindanum við skipum hundrað metrar oman fyri vatnskorpuna.
Trý ár eftir, at hann fór úr Bergen, vendir Sjúrður Jorsalafari heim aftur, men skipini eru øll horvin, og kongur sjálvur – er hann vorðin heilavillur?
Øystein Morten ger norsku og útlendsku keldurnar um Sjúrð livandi og setur tær inn í nýtt samanheingi.
Hetta er søgufrásøgn, tá ið hon er allarbest!