Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Kinna Poulsen
Bólkur/ar: Átrúnaður og list
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-242-9
Útgávudagfesting: 18. august 2017
Síður: 208

LISTAMÁL - Tekstir úr tíggjunum um list og mentan

Kinna Poulsen

LISTAMÁL er eitt úrval av greinum hjá Kinnu Poulsen, sum fevnir um viðtal við listafólk, ummæli og tíðargreinar, umframt hópin av myndum, sum spegla okkara mentan og list seinastu árini.

Les brellbita her

Nøgd
Vanligur prísur
GBP41.83
Klubbaprísur
GBP33.46
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 


Ummæli

Ein óræddur ummælari við síni heilt egnu rødd

"Listamál" eftir Kinnu Poulsen er eitt vakurt og bersøgið úrval av tekstum um list og mentan.
 
Tá ið eg fekk greinasavnið "Listamál" eftir Kinnu Poulsen upp í hendurnar, undraðist eg ikki sørt. Eg visti, at Kinna var á veg við einum savni av ummælum, men eg visti ikki, hvat ið eg hevði væntað mær. Í hvussu er ikki ta bók, sum eg nú sat við.

Bókin er í stórum broti, eitt vet lægri enn A-4 og eitt vet breiðari. "Listamál" er ikki innbundin, men prentað á so tjúkt, hálvblankt pappír og við so stívari kápu, at tað næstan tykist so. Perman er ein framúr fotomynd hjá Ásmundi Poulsen, pápa Kinnu, har vit úr erva síggja fýra sjómenn standa við flekingarborð á skipsdekki umgirdir af fiski. Bakperman er somuleiðis eitt flott bílæt frá eini mótasýning hjá Barbaru í Gongini. Hetta bílætið er tikið av tí professionella danska mótafotografinum Michael Maximilian Hermansen. Her er skilliga einki spart, og mín fyrsti tanki var, at "Listamál" var ein coffee table book. Í næstu løtu setti eg mær spurningin: Hvør í víðastu verð gevur eitt savn av ummælum út sum coffee table book? Ein tílík bók er illa nokk ætlað at lesa, men heldur at liggja á einum sofaborði, soleiðis at tú kanst stytta tær stundir at blaða í henni. Var útgávan hjá Kinnu Poulsen og forlagnum Sprotanum ein miseydnað roynd at lyfta eitt savn av greinum upp í hæddir, har tað ikki hoyrir heima? Hetta vóru mínir fyrstu tankar.

Tá ið eg síðani blaðaði í bókini gjørdist tað beinanvegin greitt, at eg var á skeivari leið við míni hugsan. At ummælini vóru sett inn í ein so vakran karm, var ikki bara fyri at gera nógv av, fyri at gera seg upp. Oman fyri ein helvt av ummælunum eru av list, og tá ger tað fittan mun, at tú hevur góðar endurgávur av myndum. Tað veitir lesaranum ein heilt øðrvísi møguleika at fylgja tankarøðini hjá ummælaranum. Tá ið eg síðani fór at lesa ummælini, gjørdist tað mær greitt, at hetta als ikki var nøkur coffee table book, men ein útgáva av ummælum og samrøðum, har tann skrivandi við heilum huga sigur frá tí, hon ber fyri brósti. Aftrat hesum hevur bókmentafrøðingurin Bergur Djurhuus Hansen skrivað ein áhugaverdan inngang við heitinum "Um kritikk, ummæli og Kinnu Poulsen". Her roynir Bergur at taka dagar ímillum ummæli og kritkk, og at lýsa leiklutin hjá Kinnu í føroyska listaheiminum. Hetta má sigast at eydnast bara væl.

Í 2013 gav Kinna Poulsen út bók við fotomyndum hjá pápanum, og eg roknaði tí bara við, at tað var í sambandi við hesa bók, at bílætið av skipsdekkinum var á permuni. Tað er kortini eingin fotobók hjá Ásmundi Poulsen at finna í innihaldsyvir­litinum, og í navnaskránni aftast er heldur eingin Ásmundur nevndur. Tá ið eg afturfyri las tað fyrstu greinina í savninum, "Vit byggja Føroyar á aldum", gjørdist tað greitt, hví ein mynd frá fiskivinnuni prýddi eina bók, sum í høvuðsheitum snýr seg um list. Her verður bílætið hjá Ásmundi eisini endurgivið í lítlum broti.

Kinna fortelur, at hon eftir at vera komin heim aftur eftir loknan lesnað, einaferð er í veitslulagi við nøkrum sjómonnum, sum ikki halda nógv um tinglimirnar, ið teir vilja verða við eru teir beru lærarar og pedagogar. At tað valla er nakar har, sum hevur pissað í saltan sjógv ella kennir veruleikan, sum hann er. Kinna roynira at mótmæla, men verður kveistrað til viks við orðunum: "Hvat veitst tú? Arbeiðir tú kanska í vinnuni?" Dagin eftir hugsar hon, hvussu stóran leiklut sjólívið kortini hevur í føroyskari list, og at virðingin fyri fiskimanninum er stór, men at tað eisini er brúk fyri øðrum enn sjómanninum í føroyska samfelagnum. At tað eisini er brúk fyri lærarum, pedagogum, skrivstovufólki og mongum øðrum. Hendan greinin kann tí lesast sum ein leiðregla og lýsing av høvundans fatan, at tað er brúk fyri einum fjølbroyttum samfelag. Tað eintáttaða er dráp fyri einhvørja tjóð.

Sum nevnt snýr ein helvt av greinunum seg um myndlist, ímeðan hin helvtin er hampiliga javnbýtt ímillum bókmentir, tónleik og sjónleik. Aftrat hesum eru nakrar stakar greinir um klædnalist, sólarmyrking og tann ófriðarliga heim, vit liva í. Fleiri av greinunum eru somuleiðis livandi og upplýsandi samrøður við listafólk, eitt nú Anniku Hoydal, Sunnleif Rasmussen og Olaf Johannesen.

Kinna Poulsen er órødd og bersøgin í sínum metingum av t.d. Ólavsøkuframsýningunum, og tað er heilt greitt, at hon ikki tosar upp í lag við fólk. Metir hon, at nakað er í veikara lagi ella kanska bart út vánaligt, so skrivar hon tað. Hetta hevur javnan gjørt, at Kinna er komin í hornatøkur við listafólk (Per Arnoldi), við listaummælarar (Mikael Wivel), og við umboð fyri fyri tær almennu Føroyar á listaøkinum. Greinir av hesum slagnum eru ikki tiknar við í úrvalið, men um somu tíð verður tað fleiri ferðir víst á, hvussu vit í Føroyum áttu at gjørt meira burtur úr at fáa okkara list út í heim. Hon vísir á, at hvørki fiski- ella alivinnan í nakran serligan mun stuðla føroyskari list, og hon tekur Ísland fram sum dømi um eitt land, ið ger nógv fyri at fremja kunnleikan um íslendska list í umheiminum. Eitt nú luttaka íslendingar á tí árligu Venesia Biennalini, ímeðan Føroyar ongantíð hava gjørt tað. Tað er sostatt stórur munur á, hvussu íslendingar virða list, í mun til hvussu fatanin er í Føroyum.

Ein áhugaverd grein er um patos í føroyskari list, har pástandurin hjá høvundanum er, at stórur partur av føroyskari list líka síðani kvæðini brúkar patos, brúkar veldugar kenslur. At hetta viðhvørt hevur við sær, at ummælarar í Danmark, har patos ikki er serliga væl dámt, hava ilt við at fangað føroyska list. Teir hava tí hug at skíra føroysk listaverk melodramatisk. Í hesum sambandinum komi eg at hugsa um William Heinesen, sum í 1966 í samrøðu við danska blaðið Jyllands-Posten segði: "Men modsætningerne kan virke stærkere på Færøerne, fordidette ørige er gået fra middelalderen direkte over i den modernetid uden nogen overgang. Middelalderen på Færøerne sluttede i 1856, da monopolhandelen ophævedes. Det gav skarpere kontraster i åndelig henseende, også religiøse. Det barbariskeelement var fremtrædende, og det betyder, at folk heroppe vakler mellem konservatisme og radikalisme uden mellemtoner. Det er typisk for Færøerne idag".Spurningurin er, um ikki hugleiðingin hjá Williami Heinesen hevur í sær hevur einafrágreiðing uppá, at vit í Føroyum tvíhalda um patos, ímeðan flestu av grannalondum okkara hava flutt seg aðrar vegir?

Samanumtikið er "Listamál" eitt áhugavert greinasavn og als eingin coffee table book, men ein bók har tann serstaka røddin hjá Kinnu Poulsen, ið ikki fírir fyri at brúka talumál, merkist á hvørjari síðu. Høvundur og forlag hava spílað seg út at gera eitt savn av greinum og samrøðum, ið er so átuligt sum næstan til ber.
 
Kinna Poulsen: Listamál. Tekstir úr tíggjunum um list og mentan. Sprotin 2017. 208 bls.

Les meira
Les minni
Jógvan Isaksen | 01-01-1970

Aðrar bøkur Kinna Poulsen

Úr myrkrinum
GBP41.83

Aðrar bøkur Átrúnaður og list

FRITS
GBP35.82
Míni leikapetti
GBP35.82
Gud fyri skotum
GBP29.81
Boðskapurin í trænum (FØ)
GBP47.84
As told in wood (EN)
GBP47.84
Træets budskab (DA)
GBP47.84