Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: John C. Lennox
Bólkur/ar: Átrúnaður og list
Upprunaland: United Kingdom
Týðari: Ragnhard Petersen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-291-7
Síður: 292
Útgávuár: 2018
Upprunaheiti: Gunning for God (2011)
Pappírsbók

Gud fyri skotum (pappírsbók)

John C. Lennox
- Hví nýateistarnir ikki raka málið

Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. „Nýateist­arnir” tvíhalda um, at átrún­að­ur „er vandamikil”, at hann „drepur” ella „eitrar alt”. Og um trupul­leikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði.

Men er tað veruliga so einfalt? John ­Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, ­Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri.

Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á.

---

GG! Lesandi og næmingar annars kunnu fáa bókina fyri 175 kr. viđ at senda eini bođ til Gud fyri skotum á Facebook. Upplýs navn, flokk og skúla. Trýst her.

 ---

Ragnhard Petersen greiddi frá bókini í Góðan morgun Føroyar 23/03/2018. Hoyr samrøðuna her.

---

„Hetta er eitt sannførandi, beinrakið og samstundis nágreiniligt ákærurit móti ‘nýateistunum’. Við at endurgeva beinleiðis úr bókum teirra skjalprógvar Lennox til fulnar, at nýateistarnir eru trongskygdir umframt trekir at kanna próvtilfar. Eisini vísir Lennox, hvussu teir speireka, háða og nýta skeiklaðar útleggingar í staðin fyri at próvføra í álvara – ein framferðarháttur, sum í roynd og veru kann føra við sær, at teirra virksemi stuðlar átrúnaði heldur enn at máa støðið undan honum.”

Alvin Plantinga, professari í heimspeki á Calvin College í USA

---

„Onki kjak hevur størri týdning enn hetta: vísindi móti átrúnaði. Men kjakið má byrja av nýggjum við eini greiðari fatan av, hvat vísindi og átrúnaður í grundini eru. Lennox hevur gjørt hetta á framúrskarandi hátt.”

Colin Tudge í The Guardian

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundan John C. Lennox

John C. Lennox (MA, PhD, DPhil, DSc) er professari emeritus í støddfrøði á universitetinum í Oxford. Eisini er hann limur í stýrinum fyri støddfrøði og vísindi á Green Templeton College. Hann hevur kjakast alment við m.a. Richard Dawkins og Christopher Hitchens og hildið fyrilestrar á mongum universitetum kring heimin. Hann hevur eisini skrivað God’s Undertaker og God and Stephen Hawking. Hann og konan Sally búgva nærhendis Oxford í Onglandi.

Aðrar bøkur John C. Lennox

Aðrar bøkur Átrúnaður og list

Á marknaðinum 22.05.2019
FRITS
298,00
Míni leikapetti
298,00
Boðskapurin í trænum (FØ)
398,00
As told in wood (EN)
398,00
Træets budskab (DA)
398,00
Úr myrkrinum
348,00