Míni leikapetti
Mjørkin hevur altíð drigið meg at sær.
Sparrar upp allar sansir.
Ger tað kenda nýtt og margfalt.
Nú ið árini hava nomið tey áttati,
havi eg roynt at kaga aftur um bak
og litið inn í mín mjørka.
Hvat er tað, eg síggi og upplivi?
Eg sigi ikki, at hetta er sannleikin um meg.
Teir eru fleiri og marglittir.
Eg royni at reka teir
eins og hvítar, morreyðar og flekkutar seyðir,
í rætt.
So kann lesarin, í sínum lag,
tumma teir og meta um vektina.
Søgan er um ein havnardrong,
sum frá barnaárum veksur upp
í einum umhvørvi, har
Sjónleikarhúsið – „Tað reyða húsið“ –
gjørdist ein depil og mín gyklaði heimur.
---
Míni leikapetti sum ljóðmynd
Í samstarvi við Sprotan hevur Tjóðpallur Føroya framleitt Míni leikapetti sum ljóðmynd. Vit síggja og hoyra vit sjónleikaran Annfinn Heinesen bera fram ævisøguna eftir Eyðun Johannessen.
Niðanfyri liggur fyrsti partur av ljóðmyndini. Síggj fleiri partar her.
---
Ummæli
Hvat er ein rabarba? Eyðun, William og allir barbararnir
Eitt sindur um ein føðingardag, professionalisering og sofistikeraða dilettantismu.
Mange af de moderne kunstnere opfattede sig selv som dilettantister, begyndende med Wagner og Mahler, kulminerende med Picasso […] I ordet dilettant ligger en uvilje hos den anti-intellektuelle intellektuelle mod akademierne, konservatorierne, museerne, universiteterne. Man ønsker i stedet at inddrage livet og spontaniteten i den kunstneriske skabelse som en modvægt til den akademiske formalisme, som hævdedes i tidens positivistiske og nykantianske kunstteorier.
− Frederik Stjernfelt (red.). Tankens magt. Vestens idehistorie (2014)
”Man kan klæde sig ud og på den måde
blive genkendt. Man bliver genkendt.
− Naja Marie Aidt:Alting Blinker(2009)
Mitt í einum skáa í føroysku glossolallini ella tungutaluni, var eg ein túr niðri á Reinsarínum. Katharsis! Í sambandi við tey 80 árini hjá Eyðuni Johannessen var eitt tiltak har ’niðri’ 26. apríl. Sjónleikarar, rithøvundar, politikarar og onnur fagnaðu kenda havnarmanninum. Forlagið Sprotin hevur samstundis givið út bókina hjá Eyðuni Johannessen, Míni leikapetti, sum eru brotpetti ella bara søgur úr lívinum hjá leikstjóranum. Bókin er tilognað familjuni, men tilognan til ”grímufelagar” er eisini at finna fremst í bókini, og hesir grímufelagar eru kollegarnir í Grímu, sum er ein fríyrkis leikbólkur, ið Eyðun sjálvur stovnaði í 1977.
At kalla onki veit eg um føroyskan sjónleik, og hetta er heldur ikki nakað ummæli av bókini, men ein reaktión upp á eina býarhending, sum eitur Eyðun Johannessen (f. 1938). Maðurin hevur fingið orkesturpláss millum danskar leikstjórar og var hetta kvøldið eisini heiðraður av donskum leikstjórakollegum. Hvat var tað, sum hendi í og við honum og við tíðini, tá hesin vaks upp í 1940’unum og 1950’unum og gjørdi vart við seg sum gávuríkur sjónleikari og leikstjóri? Føroysk mentan var mest at kalla ein ”hálvmentan” (William Heinesen) heilt fram til, tá Eyðun fór at virka. Hvat var tað sum eftir hetta hendi við føroysku grímuni í so hálvum gekki? Tað hevur ið hvussu er eitthvørt við dilettantismu og orkuríka ímynd um ein glataðan spælimann at gera. Tað tykir mær at orð og umtøk sum dilettantur og glataður spælimaður kunnu vera ein leið at nærkast tí sum hendi. Og tað heldur Eyðun eisini sjálvur, so hann handar sjálvur ein lykil til sína karrieru. Hann er organiskt sprottin úr einum livandi amatørteaturumhvørvi í heimbýnum, sum hann sjálvur í so stóran mun hevur verið við til at føra víðari at siga uttan minstu trygd frá hægri kreftum av bæði einum og øðrum slag fyri at nakað fór at eydnast. Men kraftin, áhaldni og lívseydnan var við honum. Tí bleiv hann hann ein hending. Men tað hann hevur droymt um øll árini, er kortini ikki hent enn: vit hava ikki enn fingið eitt tjóðleikhús, sum hann við magiskum stavi í hond undirstrikaði á pallinum hetta kvøldið.
Hesin áhaldandi dreymur um professionalismu livir lið um lið við amatørismu ella dilettantismu í besta forstand í Eyðunsa karrieru. Og hetta gongur aftur í Míni leikapetti– bæði í sjálvum heitinum og í innihaldinum – sum bæði spæla kraftugt upp á tað dilettantiska ella gleðina við at skapa og vera lívskunstnari. Sum heitið næstan fortelur eru nógvir – spennandi – leysir endar og ábendingar í bókini, sum lesarin í ríkiligt mát kundi fingið meira av t.d. bæði yrkingar og skaldsøgubyrjanir, sum Eyðun sjálvur hevur skrivað. Og tað liggur jú í herligum framhaldi av dilettantinum, sum skapar av reinari gleði/áhuga og so generøst oysir av sínum yvirskoti.
Sum børn vóru vit skipabyggjarar (flakarnir!), bilbyggjarar (kassabilarnir!), arkitektar (smátturnar!), fiskimenn (bambusstongirnar, nótirnar, snørini, runddorgirnar!), arbeiðarar (hummaraarbeiði Inni í Firði!), fjallaklintrarar og kanningarferar tí øll bygdin var eitt heim og tí vit vóru opnir eygleiðarar til alt, sum fór fram í stórfamiljuni, grannalagnum og bygdaløgunum, ja, vit vóru sjónleikarar, gymnastar og alt hitt prosaiska sum hevði við ítrótt og annað at gera. Hvat bleiv so av øllum hesum? Spyr Eyðun úr Rabarbukvarterinum og les hesa bókina! Skal ikki ummæla bókina tíansheldur hetta kvøldið á Reinsarínum, men heldur soleiðsnar eitt sindur essaykent hyggja nærri at einari rabarbu á markinum og báðumegin markið millum amatørismu og professionalismu. Eyðun er jú ein góð søga um nakað sum vaks og víðkaðist í Havn í fyrru og serliga seinnu helvt av 20. øld. Hann veksur enn – inn í nýggjar øldir.
Ein glataður spælimaður
Glataði spælimaðurin er identifikatiónsfigurur hjá Eyðuni. Harvið sendir hann eina tungtvigandi heilsan til sambýarmannin og samstarvsfelagan William Heinesen og hansara skaldsøgu De fortabte Spillemænd(1950). William var kulissumakari, klippari, teknari og nevndarlimur í amatørsjónleikaraumhvørvinum í Havn í áratíggjur. Ímyndin um glataða spælimannin passar sjáldsama væl til Eyðun, sum vaks so organiskt inn í sjónleikarakarrieruna gjøgnum sín egna bý og býarpart. Hann byrjaði á berum uttan fígging til nakað sum helst. Men sum Janus Djurhuus idealistiskt yrkir velja gudarnir fyri poesi sær einfaldar sálir og taka búgv í teimum. Tí gudarnir vita at hesir eru paratir at glatast í vakurleikanum og ikki at lata seg drukna í veruleikans ítøkiligheitum. Nakað er um tað! Í dag branda vit okkum við fremstu estetisku avrikum landsins. Hetta er ikki gudaøki, men menniskjaverk og stóran týdning í (fáfongdar)heimi, sum ikki slepst undan. Tað letur seg rættvísgera, tí stór listafólk gera okkum størri, meðan ideologiirnar minka okkum niður til eitt afturljóð av politikki. (Upp)aftur til gudarnar. Tað er júst hjartað gudarnir eru úti eftir, og dilettanturin er ein áminning um at halda hetta portrið til gudahovini, til skapanargleðina, opið, ja, so alt ikki druknar í fáfongd, formalismu og fasadubrutalum reseptiónum.
Frásetið hjá Eyðuni var á berum botni bæði peningaliga og viðvíkjandi hugburðinum til sjónleik. Tað er gott undirhald, ja, men at liva av at spæla apukattur, sum Eyðun kallar seg, tað var nakað heilt annað. So Eyðun verður glósaður av sínum landsmonnum á sínum ferðum kring landið:
Dagin eftir var eg staddur umborð á gamla Pride (Brittons Pride) á veg suður til Havnar. Sjaskveður var um Mjóvanes. Eg spyrji so kokkin, sum stóð í messuni, um tað bar til at fáa ein kaffimunn. Jú, gaman í. Eg kom innar í hitan, har manningin sat og fekk sær kaffi og nýbakað wienerbreyð frá Haldori Holm.
Ná, so spyr kokkurin, hvør og hvaðan eg eri, og hvat eg geri. – Jú, eg eiti Eyðun og eri úr Havn. Fáist við sjónleik! – Nú so. Og hvørjum arbeiðir tú við? Við sjónleiki, svaraði eg. Ein av manningini reistist og sprakk á dyr við einum ”Jesus, forláti tú meg” á varrunum, meðan hann risti krossmerkið fyri bringuna. Horvin var hann.
Kokkurin helt fram. ”Men hvørjum livir tú av?” ”Sjónleiki”. ”Kanst tú liva av tí.” ”Eg royni.” Tá letur í kokkinum: ”Halgadoyð! tað má vera stuttligt at liva av at spæla apukattur.”
Og øll messan lá í skellilátri.
Tað er og verður vandamikið at duga meira enn at mata seg, vera magikari.
Ein løgtingsmaður innan av Strondum reageraði nøkulunda upp á sama máta, tá hann helt, at Føroya Tryggingarsamband, har hann sat í nevnd, ikki átti at ”lata styrk til ein, ið virdi so lítið seg sjálvan, at han vildi gera ”komediuspæl” til sítt lívsyrki.” Soleiðis vóru reaktiónirnar flestustaðni. Sjónleikur sum yrki og lívsvegur var nakað nýtt í róttøknan forstand.
Glataði spælimaðurin er ein fantastiskur figurur fyrst og fremst tí hann ikki kann frelsast hvørki av trúarsamkomum ella tí William kritiseraði og kallaði ov ”streng humanisme”. Sum vit fáa at síggja hevði Eyðun sín heilt egna, sín persónliga, reyða tráð. Tað er kókað nógv suppa upp á glataða imagið hjá kunstnarum, men hon sær onkursvegna ofta út til framhaldandi at fungera rættiliga væl, tí ávís grundkor ganga aftur í tí at vinna seg fram sum listafólk.
Thomas Mann
Eyðun er rabarba, tí hann kom úr einum ávísum kvarteri í einum ávísum býi. Sum dilettantur er hann eisini ein tilvitað rabarba, ein tilvitaður barbarur við succes júst sum ein av hansara identifikatiónsfigurum: tann stóri WH á Varðagøtu, sum brúkti so nógv høvi til at branda og positionera fyrst og fremst seg sjálvan, men eisini føroyingar sum barbarar, dilettantar, amatørar, obskurantar, glataðar spælimenn, droymarar, fusentastar, galningar osfr. At kalla seg rabarba og glataðan spælimann, sum Eyðun ger – um man nú leggur dent á upprunafrøðiliga sambandið millum orðini rabarbu og barbar, sum bæði viðvíkja týdninginum fremmandleika – hevur í hansara føri nakað við eitt hugtak hjá Thomas Mann at gera. Eftir at Mann droppaði sína konservativu positión kallað kavallerkonservatisma lanceraði hann í sínum verki Betrachtungen eines Unpolitischen(1918) hugtakið sofistikeraða dilettantismu, sum verður settur í samband við eina tjóðarligt festa kosmopolitismu. Thomas Mann ynskti eitt meira evropeiskt Týskland, sum hann seinni varð so kendur fyri at kempa fyri. Men hann vildi ikki sleppa tí nationala ella staðartilknýtinum. Hervið var Mann við til at nýdefinerað kosmopolitismuna, ið sum orðið sigur bindur stað og heim saman og sum upprunaliga mest hevur sipað til tað ofta mistonkiliggjørda altjóða engagementið hjá jødum og kommunistum. Við dilettantismuni fær kosmopolitisman lokalar røtur, men sum leiðarorð Stjernfelts reka fram undir, er hetta fyribrigdi eldri enn hugtakið hjá Mann frá 1918. Mann fekk kortini sett orð á nakað týðandi her. Ilt er ivaleyst at ímynda sær poesipatriarkin úr Lübeck sum rabarbu, men hansara umtak um dilettantismu er ikki óviðkomandi fyri evnið í hesum essay: amatørisma og professionalisering.
Rabarbur og barbarar
Dilettanturin hjá bæði Eyðuni og Williami, sum hjá so mongum øðrum listafólkum (sí aftur leiðarorð Frederik Stjernfelts), er ein tílíkur sofistikeraður dilettantur, sum víðkar Føroyar. Dilettanturin hjá teimum er ikki eitt lægri støði sum tú fert frá, men ein alsamt integreraður partur í skapanini, í karrieruni. Eyðun og William eru djúpt heftir av føroyskum íblástri og av at virka í Havnini. Tað er onkursvegna her ein týðandi partur av motivatiónini og kraftini til at skapa liggur hjá teimum. So vítt eg dugi at síggja.
Vit eru í eisini traditiónini frá Goethe, har listin enn ikki er blivin eitt reservat (sum hon kortini ongantíð av álvara er blivin), tvs. ein smalt skoðandi listapallur, sum bara viðvíkur stak-ismum, formalismu av ymsum slag, aktuellum rákum, perspektiveringar bara út frá avmarkaðum og helst nýggjari tíðarskeiðum osfr. (s. 36 Per Øhrgaard: Goethe. Et essay, 1999). Føroyskum listafólkum yvirhøvur so líkt átóku Eyðun og William sær at taka allan býin og landið alt við í síni lívsverk – og teir kundu ikki annað, tí her lá so nógvur íblástur goymdur. Eitt stórt óviðgjørt evni, sum rætt og slætt var Føroyar. Hóast professionalisering og hóast talan er um modernaða autonoma list, er listin hjá bæði Eyðuni og Williami í áhaldandi nærsambandi við mentan og ta mentanarligu orku, sum útstrálar frá nýggju føroysku landafrøðini og tjóðini, sum teir meira og minni vuksu upp saman við. Fullkomiliga mótsett mentanarmøðini á meginlandinum. Eitt heilt stað og ein heil tjóð skuldu mennast gjøgnum teirra list. Og tað er innari og ytri dilettanturin úr hálvmentanini, sum sær út til at vera ein sterk drívmegi.
Eitt vakurt, ja vakurt framhald er millum hesar báðar dilettantar. William royndist sum ein brúgv hjá Eyðuni til lovaða landið, Keypmannahavn. Eyðun skrivar í bókini, at ”William gav mær skrivligt og vakurt skoðsmál, sum endaði við hesum orðum: ”Tag godt og vel imod dette unge talent, - men ikke for meget””. Ætlanin var ikki minst, at grandseigneur á Det Kgl. Teater Poul Reumert, sum enntá er í familju við William, skuldi síggja hetta dokument. Á sama hátt sum William á henda hátt royndist sum katalyserandi agentur fyri karrieruna hjá Eyðuni, soleiðis fekk hann átøkan týdning fyri ein annan framúrskarandi føroyskan sjónleikara: Elina Mouritsen.
Søga Eyðuns er eisini av hesum ávum ikki minst ein søga um professionalisering. Var William Heinesen fyrsti professionelli føroyski rithøvundurin (sum Hanus Kamban hevur tikið til í samrøðu við Bella Kathrine Rein, ”Den færøske kæmpe.” Det Fri Aktuelt1.11.1990) og var bróður Williams, klarinettisturin Stig Heinesen, fyrsti professionelli føroyski tónleikarin, so var Eyðun Johannessen fyrsti professionelli føroyski leikstjórin og sjónleikarin. Eyðun Johannessen gongur eisini í fótasporunum hjá Williami Heinesen við tað at hann í 1997 fekk tillutað ’Statens Kunstfonds livsvarige ydelse’.
Eyðun menti fyrst eitt føroyskt sjónleikaraumhvørvi og føroyskt barnaútvarp og fór síðan út í heim at fáa sær eina professionella karrieru, men var ímillum ofta í Føroyum og baldýraði sostatt framhaldandi føroyskan sjónleik inn í ein størri sjónleikaraheim. Í dag kallar man ein tílíkan innsats heimsbókmentir ella heimslist, tí man megnar at vinna seg fram uttan fyri sítt upprunaumhvørvi. Mátin Eyðun praktiseraði eina professionella karrieru er – um tað framhaldandi skal sigast fínt – einastandandi kosmopolitiskur. Hann visti longu tað, týski sosiologurin Ulrich Beck hevur sagt um kosmopolitismuna: ”Kosmopolitisma uttan provinsialismu er tóm, og provinsialisma uttan kosmopolitismu er blind.”
Vit eru hini
William vendir griksku ímyndini um barbarin á høvdið. Barbarurin var upprunaliga ein landafrøðiligur figurur, sum umfataði ’hini’, tey sum ikki vóru grikkar og tey primitivu, tey minni mentaðu. William ger í sínari áhaldandi nýtslu av barbarinum og skyldum figurum seg sjálvan og føroyingar til hini. Vit (føroyingar), um eg so má siga, eru hini. Tað vil so eisini siga, at hini, tey fremmandu, eru vit, júst sum dunnurnar í hansara seinasta verki Laterna Magicanikka hvør til aðra við orðunum ”Tat twam asi”: tú sum eg og eg sum tú. Rabarba ella barbarur í sofistikeraðan, tulkaðan forstand er eitt slag av universalismu hugsað djúpt lokalt. Ein modernaður víðkaður barbarur klárur at fara út í allan heim.
Gjøgnum sjónleikir og øll onnur verk Eyðuns er Rabarbukvarterið sent í eina størri heimslistaliga ringrás, sum áhaldandi er vorðin til, tí hann so trúfastur er vendur aftur til sínar grímufelagar til tess at menna føroysku maskuna, performancuna, tann stóra spegilin, sum m.a. kann gera at ’vit’ kunnu síggja okkum sjálvi sum hini. Eyðun var eisini lívskunstnari, og sum Gunvør Balle segði hetta kvøldið, hevði hann hjartað við sær.
Í dag verða fremstu estetisku avrik landsins brúkt til at brandaFøroyar í mentanarferðavinnuhøpi. Sjálvsagt er hetta nakað sum listafólk skulu gera sær dælt við. Man skal hava loyvi til at jakta (eisini peningaligu) succesina bæði so og so. Tað gjørdi tann glataði spælimaðurin oman fyri viðarlundina í stóran stíl í umleið eina fjórðingsøld áðrenn hann í 1950 fekk sítt frambrot við skaldsøguni De fortabte Spillemænd. Eisini innan akademiska hugtaksbørsin hevur man seinastu árini kunna noterað sær hækkandi partabrævsvirði fyri hugtakið branding. Branding og onnur bransjumateriell viðurskifti (forløg, týðingar, virðislønir, listalønir, bókamessur) siga nakað um, hvussu listafólk agerað í dag, um teirra ytru leiðir at siga, um hvussu tey agerað í feltinum sum tað má eita á Pierre Bourdieuskum, sum so endurspeglar hvussu tey savna sær hendan og handan kapitalin til tess at koma sær fram. Gera nakað stórt. Ja, ’to be somebody’, í heimsins eygum, í eftirtíðarinnar huga.
Modernitetur og ekspansjón
Vit eru helst við at fáa eina modernaða grundsøgu um Havnina og Føroyar, tí tær modernaðu Føroyar vildu ikki verið vorðnar veruliga modernaðar uttan listina og modernaða mentanarliga tilvitan. Í tí breiða høpinum snýr tað seg ikki longur bara um siðsøgu. Siðsøgan er ítøkilig: ein bygd blívur til. Stein fyri stein, lunnar fyri lunnar, fyrstu glasrútarnir komu til landið, bestu veltingarmennirnir vóru teir og teir, keypt og seld skip, so og so nógv arbeiddu á virkjunum har og har, manningarlønarlistarnir vísa tey og tey tøl … halt sjálv fram. Verri er við listini, sum glíður sum állurin úr hondini. Sama við listafólkinum, sum er har og sæst á gøtuni, og so allíkavæl gongur ósjónligt runt. Tá glíða eisini farma- og ferðamannaskipini øðrvísi ítøkiligari til og frá landi við øllum fólkunum og konteynarunum umborð. Í allari listaligari skapan er eitt óítøkiligt element, og tí er list so ofta vorðin samanborin við magi, alkymi, gykl, tað fantastiska, tað guddómliga, ja djevulskap. Tað vistu teir eisini umborð á Pride!
Óítøkiligheitir eru av álvara upp á spæl her í landinum her og nú og víðka møguleikarnar í tí ítøkiliga. Ein heilur undirskógur veksur fram hesi árini undir regnskjólsheitinum kreativur búskapur. ”Creativity is”, sigur Richard Florida í sínum klassikara um hetta felt og fyribrigdi: The Rise of the Creative Class. Og veran má vera upp á spæl, so satt sum hon hevur nakað við skapan at gera. Hákonjunkturin hevur gjørt sítt til, at tað óítøkiliga hevur vunnið seg so mikið fram sum tað hevur púra mótsett vælferðini í 1980’unum, har so nógv snúði seg um smartness. Nýggja vinnuleiðin krevur eitt árvakið eyga hjá avvarðandi myndugleikum, sum tað verður rópt. Vit skulu við øðrum orðum stimbra listini sum nýggj grundsøgu, sum so nógvar staksøgur seinastu árini hava givið sítt íkast til. Vit standa nú við einum nýggjum kosmopolitiskum Føroyum. Vit hava fingið eitt nýtt grundevni í okkara periodiska system, og hetta grundevni er listin og allahanda listahandverk og íverksetan. Ein nýggj tertier vinna, har vinna og mentan grípa hvør inn í aðra. Bindiliðurin er innovatión, og listin er oddviti, andligur yvirbygningur og enn sum áður tann stóri skeivi storytellarin.
Ein dilettantisk eygleiðing: Hví vaska skáp innan?
Modernitetur var havdur á lofti hetta kvøldið. Tað var Jóanes Nielsen, sum koplaði modernitet og ekspansjón saman í einari flottari lýsing av sjónleikarumhvørvi og lívsverki Eyðuns. Skal hetta umtakið – modernitetur – lýsast við einum orði aftrat, kundi tað verið við at siga orka. Hvaðani stavar orka? Hví orkar hon? Kanska er hon sum vatni, ið smýgur sær fram, har lendið hellur. Hví hellur lendið …? So eru vit aftur við upprunan. Í sínari herligu skaldsøgu Þrír sneru aftursetur íslendski rithøvundurin Guðbergur Bergson moderaðu tíðirnar annars í samband við orku. Sama støða merkist eisini á diskutekum og inni í fitness-deplum, har koplingin millum kropp og tónleik er týðilig.
Onkur sniðgøtan man finnast millum reinsarí og orkukeldurnar í listaskapan. Í einum av miðlunum undraðist ein ið hvussu er á, at fólk beint undan føðingardøgum og við onnur høvi fóru undir at vaska inni í skápum, har gestsins stranga eyga ikki røkkur. Burtursæð frá at hetta kann hava eitthvørt við reinføri at gera, so kann tað eisini skoðast reint eksistentielt. Er svarið ikki upplagt og samstundis bæði einfalt og við duldum dýpdum í sær? Møtið við onnur skapar ein spenning í millumrúminum – og eitt yvirskot. Man fær hug til at gera nakað ekstra og strekkir armarnar heilt inn í skápsdýpdirnar fyri at fáa alt dustið burtur. Tí man er løddur av eykamegi. Nógv fleiri ting geva meining undir veingjabreiði yvirskotsins og orkunnar. Meining og ikki bara avdúkingarídni søkir út í víddirnar og inn í skápini – tá orkan orkar. Eykamegin kemst av onkrum óítøkiligum í gleðini um at okkurt hendir skjótt, av at man kemur út úr einum rutinukendum og kanska enntá sjálvinnkrókaðum lívi. Man kemur út í millumheimin, út um seg sjálva(n), og orkan orkar brádliga betri enn hon orkar í gerandissjabbinum. Hvaðani kemur henda orka? Ja, tað er ivaleyst júst ein menniskjaligur lyklaspurningur. Ein sovorðin lykil er dilettanturin eisini hjá Eyðuni og Williami. Brádliga er rabarban ikki bara nakað sum breiðir seg sum samlað blaðlag í rabarbukvarterum og -gørðum, men umskapast eisini til tað, Eyðun kallar ein reyðan tráð. Tað venda vit aftur til.
Í meira samansettum lívshøpum stendur yvirskot yvirav undirskoti sum klassiskir mótsetningar, ið treyta hvør annan og liva hvør av øðrum eisini í negativan forstand, har teir kunnu súgva lívið hvør úr øðrum. Positivt sæð er eitt stórt yvirskot í undirskotinum, tí tá man er illa fyri er botngleðin ikki so sjáldan har. ”Kun Bundglæden den Betyngede finder”, skrivar danski bókmentafrøðingurin Vilhelm Andersen. Næstan sum eitt slag av eksistentiellum rættvísi. Man fær eyka kraft av at vera sokkin ella av at nærkast botninum, hóast tað øvugta meira enn so kemur fyri: at man verður liggjandi á botninum. Eitt undirskot er eisini í yvirskotinum. Man fer at ivast í, hvat man í roynd veru er verd(ur), hóast alla succesina. Tá Eyðun finnur sítt einsemi, finnur hann tað við at leita aftur til abban Kristin í Geil og sostatt í einum felagsskapi við sítt upphav. Eftir succesina endar Eyðun í orienteringsloysi og er sum eg lesi tað helst um at missa seg sjálvan burtur í rokinum. So er tað at hann verður kallaður inn í myrkri at síggja abbans einsemi. Tað vísti seg at vera ein vegur at ganga.
Reyði rabarbutráðurin var helst við at hvørva her. Annars klænkast og raffinerast rabarbustelkurin endaleyst úteftir og inneftir samstundis í tráð við sofistikeringina av mentanini. Í hesum liggur eisini møguleikin til áhaldandi at venda aftur til tjúkka stelkin undir tætta rabarbulagnum av grønum bløðum. Hví? Tí rabaran er kunngjørda sjálvsfatanin hjá Eyðuni og ein mynd sum samlar uppruna og heim, útlongsul og heimlongsul. Tá rabarban nýtir útsýni úteftir og inneftir og aftur til gamlar brekkur, so er ikki talan um nærmasta, komfortabla realityvindeyga og sosiala miðlavindeyga, har familja, virðir og tað besta og insta verða kastað upp á gjøt út á berajól, sum var tað nakað man skal ganga runt og kasta við. Vit eru kastað í tí stóra heideggerska ’geworfen-leikanum, og tað má vera ríkiligt. Tað er harafturímóti ein avbjóðing at taka tað besta og insta til sín. Tað kostar at fáa alt hetta við sær longur fram á leið. ”I am yours for a song”, sum Leonard Cohen syngur við eina grøv. Tilverulógir sum ikki eru konstrueraðar verða alla tíðina yvirsæddar.
Ein rabarba í andanna húsi
Sjónleikarin og leikstjórin Eyðun Johannesen kennir báðar hesar støður: yvirskotið í undirskotinum og undirskotið í yvirskotinum.
Hann fyllir 80 í hesum døgum, og hann fyllir nógv í andliga landslagnum, ja sum rabarburnar í rabarbugørðunum, har tær síggjast sum eitt samanhangandi grønt blaðlag. Eyðun er og kallar seg ’rabarba’ í tann forstand, at hann er úr Rabarbukvarterinum í Havn á leið millum KFUK, Nonnuskúlan og Sjónleikarahúsið, sum annars eru meira og minni reyð sum stelkurin á rabarbum øll somul. Sum navnið rabarba gevur ábendingar um, er hann, hansara lívsyrki og passjón – sjónleikurin – organiskt vaksin saman við býnum. Sum barn helt hann ofta til í kjallaranum í Sjónleikarahúsinum saman við øðrum børnum, meðan onglendingar – sum høvdu hersett Føroyar undir krígnum – eisini høvdu okkuperað bygningin uppiá. Men sum vaksin hertók Eyðun hetta hús sum sítt andanna hús, og tað gjørdi hann sum sjónleikari og leikstjóri. Í roynd og veru hevði tað alla tíðina verið hansara.
Tað russiski mentanargranskarin Mikhail Bakhtin skrivar um ’fólksins láturmentan’ og ’karnevalismu’, og tílíkar liva víðari í dilettantfigurinum, sum heldur fast við skapanargleðina, humorin og sum hevur eitt organiskt samband við sítt (uppruna)stað.
Sofistikeraðir dilettantar
Við at kalla seg ein glataðan spælimann sendir Eyðun tanka og tøkk til mannin sum búði eitt sindur longur uppi í Havnini, á Varðagøtu. Teir vóru báðir sofistikeraðir dilettantar. Lat okkum fyrst hyggja nærri at, hvat ein dilettantur er. Dilettantisma er nøkulunda sambærligt við nakað amatørkent. Vanliga verður'dilettantur', 'dilettantisma', 'amatørur' og 'amatørisma' brúkt sera niðrandi um ein persón, sum fæst við eitthvørt uttan at hava neyðugu fyritreytirnar. Hetta eru hugtøk, sum eru komin í bad standingi modernitetsins strukturellu yvirprioriteringum, har sergreining av og á kann minna eins nógv um kryptiskar blindvegir sum um dýpandi servitan. Men tað er nakað virðismikið, grundleggjandiog ein imaginativ vídd í tí dilettantiska, sum stendur greitt, um vit líta at orðsins upprunafrøði. 'Dilettantur' stavar frá italienska 'dilettare', sum merkir at stuttleika sær og hugna sær. Kanska nøkulunda tað, William kallar seg sjálvan og sínar identifikatiónsfigurar: lívskunstnarar. Í hansara verkum klára hesir seg ofta illa, men hava eitt kraftfult forhold til poesi og livað lív tey rópa. Soleiðis er hjá Williami, sum – eins og Per Øhrgaard sigur um Goethe – í evsta føri (sum skald) ikki fyrst og fremst hevur samfelagið sum sín sjónarring, men poesi.
Lat okkum taka nøkur sitat, har William lýsir dilettantin, ’tossefuglen’, barbarin og tað hann í øðrum høpi kallar obskurant, ’galning’ osfr.:
Den, der skriver disse linjer, deler ikke det hovmod, hvormed mange "professionelle" betragter dilettanter. Det er min erfaring, at dér hvor dilettanteriet florerer yppigst, opstaar gerne en digter af virkelig lødighed, for dér er grødefuld jord." (William Heinesen: "Den færøske litteratur", s. 110 í Øerne i Nordhavet. Færøerne og Grønland. Johannes Lindskov Hansen og Niels Th. Mortensen (red.). Arnkrone, MCMXLIX)
Seg sjálvan og føroyingar kallar hann eisini ’tossefugl’: "Tossefuglen repræsenterer for mig det muntre nord, et symbol på noget, der trodser de hårde naturbetingelser" (Inger-Lise Klausen: "Danskerne mangler en tossefugl". Jyllandsposten13.1.1980).
Hesir dilettantisku figurar eru partur av einum heilum imaginativum orðavali hjá Williami. ’Barbarur’ kann tykjast ógvisligt fyri sartar sálir, men William ger púra greitt, at hann sjálvur er ein sovorðin eisini. Skal man royna at innringja týdningin av hesum umtaki, man tað í fyrsta umfari vera á einari leið at siga, at týdningurin hevur við ein nærleika við mentan og náttúru at gera, sum í modernistisku 20. øld als ongin sjálvfylgja hevur verið. Heldur tvørturímóti. So ’barbarur’ gevur ábendingar um spenning millum modernistiskan miðdepil og ein øðrvísi modernaðan útjaðara. Hetta er Williamsa antropologilíknandi tilgongd til Føroyar sum ein ’nýggj’ og fremmand landafrøði í evropeiskum og alheimshøpi, har vit eru tey fremmandu, sum skulu uppdaga, síggja, okkum sjálvi saman við uppdagarum uttaneftir. Við einum smørligum brosi sær hann okkum uttaneftir og ger okkum til hini, tvs. til tey fremmandu, sum okkara hini, hini hini, ella tey sum eru fremmand fyri okkum eitt nú ferðafólk, nú skuldu læra at kenna. Í samband við, at hann varð útnevndur til mánaðarligi rithøvundurin í "Nordens digterår" í 1966 segði William við Berlingske Tidende 5. mars sama ár:
Jeg burde høre til det slægtled, der snublede i starten […] Det havde jeg også gjort, hvis jeg havde været et rigtigt kulturmenneske. Men vi på Færøerne er barbarer, et folk, hvis middelalder først ebbede ud omkring 1856. I de 100 år har vi gjort os drabelig umage for at indhente det forsømte. Alligevel adskiller vi os i dag fra vore samtidige kulturfæller på væsentlige punkter. Verden ter sig absurd i dag, og vi forstår sådan set godt de defaitistiske nødråb − vi nordlige barbarer forstår nok den universelle nihilisme og pessimisme, men det er os komplet umuligt at slutte os til dette generelle sortsyn.
At William seint fekk fótin veruliga fyri seg sum rithøvundur er ein onnur søga. Her verða fleiri orð sett á umrødda spenningin, ja mótsetningin millum amatørismu og professionalismu, miðdepil og útjaðara, millum føroysku havborgina og evropeisku háborgina, mentanarmenniskja og barbarin.
Reyði tráðurin
Eyðun Johannessen sigur um allar glataðu spælimenninar, hann lærdi at kenna í Sjónleikarahúsinum, at teir vóru tað, tað snúði seg um: ”Hetta gjørdist mín reyði tráður. Og lukkutíð fyri meg. Tann reyði tráðurin(s. 127). Reyði tráðurin verður skráskrivaður og harvið virðismettur á serligan hátt. Hann verður haraftrat settur upp í móti einari aðrari reydligheit í samtíðini. Eyðun sigur frá:
Sekstiárinivóru byltingarárini. Ungdómsbyltingin lá í tíðarandanum. Har vent varð upp og niður upp á mangt og hvat. Autoritetstrúgvin fekk toyggið. Kalda stríðið ímillum eystan- og vestanveldini. Kommunistar, sosialistar, sosialdemokratar og teir borgarligu. Høgra og vinstra. Ein politiskur ruðuleiki. Orrusturnar vóru mangar. Hvør ert tú, og hvar stendur tú? Hvørjum ert tú í parti við?
Ein spennandi tíð, men ikki altíð líka uppbyggjandi. Mangan tvørturímóti.
Ikki var tað altíð líka lætt at finna og varðveita ”tráðin” uttan samstundis at verða settur í bás. Nevndi tú reytt ella reyða tráðin – ja, so vart tú av reyðastu kommunistum. Vart tú samtíðarkritiskur, so hoyrdi tú í minsta lagi til vinstravongin.
Tí helt eg mín reyða tráð nógv fyri meg sjálvan. Men eitt helt eg fast við, og tað var: at listin er fræls og óheft. Uttanveltað. (127)
Eyðun nemur her við algongdu polariseringina bæði í 1960’unum, 1970’unum og í einum langum kjalarvørri fram til 1990’ini, sum legði lítið aftrat modernitetsmenningini og sum fyri mær at síggja onga ekspansjón skapti, men einsrætting, rættrúni, stigmatisering av mótstøðufólki og vantandi dirvi at ivast. Sjálvur andin varð ofta ofraður í køldum kríggi og negativari uppbyggiligheit báðumegin við. Kalda kríggið ráddi enn og alt bleiv politiserað, tá Eyðun kempaði seg fram. Tað var Eyðun uppmerksamur uppá. Heima upplivdi hann lokala mistonkiliggering av progressiva og framtakshugaða sjónleikarumhvørvinum. Hvat havast tey í grundini at harinni? Tað kundi ómøguligt bara snúgva seg um sjónleik. Næstan sum sagt var um Norðurlandahúsið, tá tað kom í 1983, tá tað av mongum negativum lýsingum at nevna, varð kallað eitt ”kommunistiskt horuhús.” Hetta hús var í tí breiða høpinum føðistaðurin hjá føroyskari kosmopolitismu.
Er alt politiskt?
Slagorðið ’alt er politiskt’ vaðar eisini í dag inn yvir listaøki við ’safe spaces’, ’trigger warnings’ og øðrum misfostrum, sum var endamálið hjá listini at vera politisk korrekt, at vera tænari hjá ideologium, samleikapolitikki av ymsum slag og í evsta føri at ’verja’ okkum móti lívsins kompleksiteti. ”We lost the battle”, segði bókmentafrøðingurin Harold Bloom um tað, hann helt vera eina politisering av bókmentafrøðini, sum hann kallaði ’School of Resentment’. ’Alt er eisinipolitisk’, átti man heldur at sagt, tí so hevði man vita at man ikki kann gera alt politiskt og bara politiskt innan listaøki uttan at missa perspektivið. So fær man ikki dilettantin, hjartað og sín heilt egna reyða tráð við.
Helst bjargaði dilettanturin Eyðuni undan bæði lokalari avbyrging og svart-hvítari ideologisering. Hann – Eyðun – setti frá byrjan frástøðu til tað politiska í mun til list. Undir allari starvsleiðini sleppur hann sær á forundarligan hátt undan polariserandi politisering og heldur fast við listina eisini har man saktans kann taka politisk viðurskifti til viðgerðar, men við listaligum og ikki ideologiskum fortekni. Forundarligt kenst hetta, tá man hugsar um sterku ideologiseringina í evropeiska andslívinum undir hansar vakstrar- og menningarmundið. Tað man kennast væl nú aftaná hjá honum, giti eg, at vita sær at tann innari rabarban royndist sum ein holl leiðregla í lívinum. Ja, rabarba og starvsleið renna saman í tí, Eyðun virðismetandi sjálvur kallar sín heilt egni reyði tráður.
Frambrotið
Eyðun Johannessen fekk sítt frambrot sum leikstjóri við framførsluni í 1988 á Århus Teater av stóru skaldsøguni Lykke-Perhjá Henrik Pontoppidan. 79 ára gamla mamma Eyðun úr Brekkugøtu varð boðin við til frumframsýningina. Ein óalmindiliga doylig mynd frá hesum høvi finst av mammuni, Eyðuni, Olafi og Anniku (s. 240-41). Hetta var 44 ár aftaná, at hann sá sín fyrsta sjónleik í andanna húsi á Niels Finsensgøtu, og tá var tað eisini saman við mammuni. Tá sótu tey við endabalkongina, og leikurin var ongin annar enn pallseting av kendasta leikinum hjá einum øðrum stórum donskum rithøvundi, Holberg: Erasmus Montanus. Við Lykke-Pervar eitt hæddarpunkt í karrieruni veruleiki, og hetta var fruktin av, at Eyðun valdi at flyta av landinum og royna seg í einum størri sjónleikaraumhvørvi.
”Mennesker er ideologien”
Sambært legendariska sjónleikaraummælaranum á Berlingske Tidende, Jens Kistrup sála, hevur Eyðun Johannessen sagt, at ”Mennesker er ideologien” næstan sum hansara góðvildarmaður oman fyri eikilund í einari av sínum skaldsøgum, Moder Syvstjerne(1952) kallar ein av figurunum rætt og slætt ”Mennesket”. Hetta er klokkuklárur ideologikritikkur, og her vendir Eyðun tíðarandanum á høvdið við at seta menniskjað fyrst. Sum henda útsøgn er dilettanturin hjá Eyðuni og Williami konsekvent antisystemiskur og søkir miðvíst íblástur á marknaðarøkinum millum lívsverð og modernitetsins systemskapandi verð, sum skapar nýggjar karrierumøguleikar. Her er pláss fyri mammum, ommum og minnum, men vil man nakað í mun til tað lokala og ideologiska, so kostar tað fremmandagering og einsemi og afturtøku.
Mentanarliga sæð eru afturvendingarnar til dilettantin, amatørin, barbarin, rabarbuna, ja Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen eitt studii í tjóðarkarakterinum, tjóðarligu ikonologiini, sum kann geva okkum øðrum eina stytta, myndakenda fatan av mentanini. Talan er um listaligar botnkanningar á markinum millum persónkarakter og nationalkarakter, og kanningarferarnir – m.a. Eyðun, William og Jørgen-Frantz – blíva eisini sjálvir til tað teir kanna. Stað og tjóð myndað í einum maggieterningi. Eyðun og William eru báðir, og vilja eisini fegnir vera eitt slag av veruleikans umboði fyri tí, sum hendir í teirra sjónleikum og skaldskriving – soleiðis sum tað sær út hiðani í øllum førum. Hvat er tað teir vilja? Og hvat var tað sum hendi, tá Eyðun og William blivu til býar- og heimshendingar? Ja, tað var tað William serliga hevur reflekterað almikið um: amatørar og dilettantar, sum hansara egna familja eisini er so ovfylt av, og sum hansara endurminngarbrot her og har geva so sterkar ábendingar um og sum tað ekkóar eftir alla staðni í skaldverkinum. Ein av hansara stuttsøgum kallast rætt og slætt ”Dilettanterne” (Her skal danses, 1980). So dilettanturin, lívskunstnarin, er eitt heilt evni í sjálvum sær í lívsverkinum og í føroyskari list.
Dilettanturin og vesturlendska subjektið
Lat okkum at enda hyggja eitt lítið sindur nærri at, hvat dilettanturin í roynd og veru er fyri eitt evni, tí talan er eyðsýnliga ikki bara um lokalfigurar og tjóðarfigarar. Hesir figurar eru ikki einans áhugaverdir sum ein máti at maka sær á við sínari bakgrund, sum í hesum førinum vil siga at halda sambandið viðlíka við Havnina og innaru rabarbuna. Talan er um modernaðar dilettantar, sum vilja út um tað lokala. Dilettanturin skal alla tíðina umfata so nógv, tí hann er ein kosmopolitiskur symbolfigurur fyri okkara part av norðurleiðunum. Tað er hann sum skal út fyri at koma aftur fyri at fara avstaðaftur.
Dilettanturin hjá Williami rúmar sterkan og áhaldandi kritikk av vesturlendskum skynsemi og sekularisering. William er kortini romantiskt klovnaður í hesum máli, tí hann tosar samstundis í sínum brøvum um, at skynsemi herímillum humanisma er størsta trotvøra. Dilettanturin verður brúktur sum ein ímynd, ið korrigerar vesturlendska universalismu og hugsar eina nýggja av slagnum á lokalt hugsaðum botni og botnloysi. Atfinningarnar eru vendar ímóti tí, at skynsemi verður gjørt til subjekt og metodu (Descartes). Subjektið minkar við hesum niður til tilvitan og er sostatt avsálað og óeksistentielt. Stóra positiva alternativi til hetta er allahanda galskapur í føroyskari útgávu, har undantakseksistensir og teirra merkiligi barbar-subjektivitetur í einari ’nýggjari’ landafrøði í denn grad verður settur á skránna: ’Gamaliels Besættelse’ sum ein søga og søgusavn eita, Umbertsen sum gongur grassat við brandslanguni í stuttsøguni ”Sprøjteprøven” (Laterna Magica, 1985) og sum ingeniørurin BlÜthner roynir at steðga av øllum alvi, og so er tað eisini Grýlan í stuttsøguni ”Grylen” (1957), ið bæði bjóðar kristna gudinum av og reproduserar eina elligamla ímynd av, at gudar og djevlar eru partur í somu søk og lívskraft osfr.
Rabarbur og við teimum dilettantar hava eina kraft úr ’neðra’, sum ger, at tey kunnu vaksa allar vegir, men fyrst fylla tær rabarbugarðarnar. Ikki bara við grønum, men eisini við myrkri undir blaðlagnum sum vilja tær halda fast við at hava nakað fyri seg sjálvar. Ein undirheim, sum ongantíð má blíva yvirbelýstur. Rabarban grør í sínum egna myrkri, júst sum dilettanturin ber boð um ein annan heim, sum eisini er ein annar heimur enn tann sum klassiska evropeiska fatanin av ljósi og anda umboðar. Er barbarurin upphavliga grikskur í sínum týdningi, so er henda fatan av ljósi og anda tað eisini: tað apollinska prinsippið umboðandi ljós og skipan. Grikkar settu skynsemi sum hægsta prinsipp. Har hetta er gjørt og seinni – í kristindóminum – hevur verið gjørt, er myrkrið og hin heimurin vorðin troðkað burtur. Tað bleiv hann so kortini ikki í tí grikska, har tað apollinska prinsippið livir lið um lið við og ikki kann fatast uttan dionysiska prinsippið, sum er kaos, myrkur, materia og formloysi. Materia er sama orðið sum grikska orðið ’mater’ (móður), og sostatt verður tað kvinnuliga eisini endurreist í dilettantismuni.
Rabarban og dilettanturin eru tá samanum kemur ein uppgerð við henda evropeiska grundtanka sum eisini gjøgnumseyrar kristindómin. Í tí dilettantiska kann ongin skapan fara fram uttan samband við myrkrið niðriundir. Tað dilettantiska og rabarbuliga hjá Eyðuni og Williami er sostatt ein uppgerð við eintáttaða hugsan og ideal um klárleika, tað definibla, ljós uttan myrkur. Sum kropsfenomenologurin Merleu-Ponty sigur eru vit kroppur áðrenn vit hugsa og seinni tonkjarar hava tosað nógv um tað materiella í tekninum. Man hevur tikið kreativitetin frá materiuni og tí kvinnuliga, men so koma hesi aftur við ferð í dilettantismuni. Sum ímynd av gleði og hugna og festligum kærleika til at skapa umboða dilettanturin og amatørurin nakað óstrukturerað, sum verður til eina kraft í listini, ja í lívinum yvirhøvur. Tað fremmanda fylgir við okkum, og uttan mun til hvat vit stríðast fyri eru vit altíð eisini tann fremmandi, tey fremmandu og okkara egnu mótstøðufólk, ja tað ónda – alt samalt í okkum sjálvum. Ikki einans tey fremmandu, sum hini skulu læra at kenna, tá tey koma til okkum, til Føroyar. Men eisini tann fremmandi í okkum, sum vit skulu læra at kenna. Ja, so endaði hesin tráðurin sum eitt heilt rabarbuevangelium.
Í øllum hesum søgum eru lívsins dilettantar ella bara menniskjað við stórum M, eitt aftursvar til minkandi vesturlendska rationalismu og sekularisering. Men í tí heilt stóra bílætinum er meira talan um eitt korrektiv enn um eina meginuppgerð við evropeiska hugsan.
William ger upp við algongda vesturlendska subjektfatan gjøgnum nógv hundrað ár og sum gongur aftur til franska matematikaran Descartes og hansara ’cogito, ergo sum’ = eg hugsi, sostatt eri eg. Í Laterna Magicaer eitt beinleiðis móttiltak sett í verk móti hesari evropeiskari meginhugsan, og tað verður gjørt við orðunum: ”Jeg nyser, altså er jeg”. Kroppurin svarar evropeiska høvdinum og intellektinum aftur. Havborgin svarar háborgini. Nakað tað sama ger Eyðun, tá hann ger menniskjað til sína ideologi. Suni Åkerman setur í verki um ævisøguskriving einstakling (menniskjað) upp í móti ideologi.
Individerne organiserer idéer på en anden måde end strømninger, ideologier eller andre strukturer, som har stået i fokus for historikernes interesse. Et individ kan i sin personlighed forene ideologisk eller logisk uforenelige idéer. Det er jo ikke logikken, som har ført dem sammen, men livet. (Åkerman: Att skriva mÄnniskan. EssÄer som biografin som livshistoria och vetenskaplig genre)
Soleiðis er eisini við ævisøguligu leikapettinum hjá Eyðuni Johannessen í hansara nýggju bók. So ein rúgva av moderniteti og ekspansjón loðar uppi við dilettant-figurinum hjá Eyðuni og Williami. Mátti henda lokalt hugsaða universalisma hildið fram í nógv, nógv ár aftrat og sama við føðingardagsbarninum og hansara reyða dilettanttráði. Tað er ikki nóg mikið við tí universalismu, sum einaferð og ofta framhaldandi er grundað á rationelt skynsemi. Positivur irrationalitetur, lokalhugsan og lívsverð sum tann hjá dilettantunum má við í nýhugsanini av universalismuni. Tá listafólk sum Eyðun og William ekspanderað Føroyar ekspanderað tey eisini evropeiska listaheimin. Eitt heilt stað og ein heil tjóð skuldu mennast gjøgnum teirra list. Hetta er sofistikerað dilettantisma, kosmopolitisma og mentanarlig alheimsgerð.
Restlendingur inst í sjálvum tær
Vitanarsubjektið og skynsemi eru ikki apsoluttir sannleikar hvørki hjá Williami ella Eyðuni. Teir eru við øðrum orðum dilettantar og tískil mest at kalla restlendingar inst í sjálvum sær fyri at siga tað kári p’skt. Sivilisatiónsteoretikarin Niall Fergusson kallar øll uttan fyri Vesturheimin ”Resterners”, sum kann týðast til restlendingar. Tað er m.a. hetta sum gongur aftur í heitinum á mínari bók Resten i Vesten(2014). Tosað og skrivað hevur verið nógv um ’The West and the Rest’ seinastu ártíggjuni. Føroyar eru hvørki. Vit liggja í Vesturheiminum, men í ’útryðjuni’, sum er ein positión sum ger at vit á mangan hátt – eitt nú bókmentaliga – hava nógv til felags við ’the rest’ ella allan tann stóra partin av heiminum, sum vesturheimurin hevur koloniserað. Men vit eru fyrst og fremst ein rest í sjálvum Vesturheiminum júst sum rabarbu- barbar- og dilettantfigurarnir geva ábendingar um. Vit blivu moderniserað seinni enn tey flestu í okkara parti av heiminum, og tað hevur heilt einfalt nakað við landafrøði og fysiskan fráleika at gera. Landafrøði er lagna óansæð um henda verður fatað passivt ella aktivt. Og rabarban sum føroyskt avbrigdi av dilettantinum fer at koma aftur og aftur.
Rabarbuløgini fevna væl í rabarbugørðum, og rabarbudreingir og –gentur í øllum býum eru farin víðari við sínari rabarbu út um mørkini. Eyðun tilognaði sær eisini sína rabarbu sum ein reyðan tráð, ið bant Føroyar í umheimin og sum lyfti føroyskt sjónleikaraumhvørvi upp um brekkur og tøk.
Bergur Rønne Moberg
Apukatturin, sum dugdi meira enn at mata seg
Hugleiðingar og ummæli í sambandi við endurminningarbókina "Míni leikrit" eftir Eyðun Johannessen
Ein av vetrunum í seinnu helvt av 1960'unum fekk næmingafelagið á studentaskúlanum í Hoydølum Eyðun Johannessen at koma niðan á skúlan at lesa upp. Eg minnist ikki, hvat tað var, hann las, men eg minnist, hvussu bergtakandi framførslan var. Eyðun ikki bara las, nei hann spældi tekstirnar fyri okkum, manaði persónar fram, soleiðis at vit blivu flutt burtur úr tí eitt sindur keðiligu kaffistovuni og inn í aðrar meiri dramatiskar heimar. Eg hevði tá sæð fleiri sjónleikir við sama manni sum leikara og leikstjóra, men eg hevði ongantíð verið honum so nær. Í ein góðan tíma ella báðar tveir var eg nú fyri eini frummegi, sum eg satt at siga ikki visti var til.
Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at eg ikki í minninum havi varðveitt, hvat tað var, sum bleiv lisið, men tað vóru heldur ikki tekstirnir, sum høvdu tað stóra árinið. Tað var maðurin, sum stóð har einsamallur og rúnarbant fjøldina av næmingum; at tað var sum at vakna av hypnosu, tá ið upplesturin var av. Tá gjørdist eg av álvara greiður yvir, at hesin maðurin dugdi nakað serligt, hann dugdi í hvussu er meira enn at mata seg.
Gjánkalig viðurskiftir við sjónleik
Við tí oman fyri fortalda í huga, er tað kanska løgið, at eg má viðganga, at eg eri ikki tann ídnasti áskoðarin til sjónleik, og at tað eru mong ár síðani, at eg var til eina framførslu. Hví tað er blivið so, veit eg ikki reiðiliga. Tá ið eg var barn og hálvvaksin var eg ofta til sjónleik, einahelst í Havn, men eisini í losjuni í Gøtu, tá ið eg ferðaðist har í bygdunum. Sum barn spældi eg hendingaferð við í jólasjónleikunum í Kommunuskúlanum, og seinni, tá ið eg las, var eg fleiri ferðir við í studentakabarettunum. Alt hetta helt eg vera mikið áhugavert og eisini stuttligt, og tað ger tað ivaleyst enn meira merkiligt, at eg tey seinnu nógvu árini so sjáldan eri til sjónleik.
Kanska er ein frágreiðingin, at eg ofta heldur havi viljað lisið ein sjónleik, heldur enn at hava sæð hann framførdan. Hetta ger seg galdandi fyri leikir líka frá Williami Shakespeare um Ludvig Holberg og Henrik Ibsen til Bertolt Brecht og teir nýggjastu høvundarnar. Eg havi lisið so nógvar ferðir fleiri leikir, enn eg havi sæð - og havi verið nøgdur við tað.
Undantøk hava kortini verið, har eg veruliga havi notið framførslur. "Billy Skrøgg" eftir Keith Waterhouse, "Hedda Gabler" eftir Henrik Ibsen og "Tjóvar, lík og falnar kvinnur" eftir Dario Fo eru tríggir leikir, sum eg á sinni sá í Sjónleikarahúsinum, og sum eg enn í stóran mun dugi at síggja fyri mær. Eg havi eisini sæð leikir í bæði Aarhus, Keypmannahavn og London, sum líkaleiðis standa klárir í huganum. Tá ið eg hóast alt havi havt fitt av góðum og áhugaverdum upplivingum við framførdum sjónleiki, er tað kanska enn meira løgið, at eg ikki oftari vitji leikhús. Hví er tað blivið so, veit eg ikki rættiliga? Svarið melur sum ikki einaferð í lotinum.
Øll hesi inngangsorðini eru bara fyri at fortelja, at eg eri ikki nakar eldhugaður talsmaður fyri leiklistina. Hinvegin sigi eg ikki sum danski yrkjarin Henrik Nordbrandt: "Jeg hader teater!" Hansara frágreiðing er, at hann megnar ikki at njóta eina framførslu, tí hann situr bara og bíðar eftir, at okkurt skal ganga galið. Soleiðis havi eg tað hóast alt ikki. Fyri mín part eru sjónleikarahúsini og leiklistin har, og tað er gott. Eg eri soleiðis hampiliga uttanveltaður í málinum og kann tí vónandi gera eina nøkulunda javnsinta meting.
Reyða húsið
Fororðið til "Míni leikapetti" leggur fyri við staðfestingini: "Henda bók snýr seg um meg. So er tað sligið fast". Hetta er kortini bara lutvíst rætt, tí hóast bókin snýr seg um lívið hjá Eyðuni Johannessen, so er tað sett í mun til leiklistina. Kjarnin í bókini og í lívinum hjá høvundanum er sjónleikur, og tó at foreldur, børn og familja annars javnan koma fyri, so er kortini at kalla alt í lutfalli til arbeiði við sjónleiki.
Fyrsti partur eitur "Reyða húsið", og tað er sjálvandi Sjónleikarahúsið, sum longu tíðliga í lívinum hjá Eyðuni fekk avgerandi týdning fyri hansara lívsleið. Hann veksur upp í Brekkugøtu í Rabarbukvarterinum í nánd av hesum húsi, og hann gongur í Nonnuskúlanum, har teir katólsku halgisiðirnir verða samanbornir við sjónleik. Hann ger enntá niðurstøðuna: "Kanska eiga nonnurnar sín lut í mínum áhuga fyri, at eg vildi síggja alt tað, sum kom á pall í sjónleikarahúsinum hesi árini". Aftrat hesum hevur hann uttan iva havt tað í holdið borið, nú annar abbin var Kristin í Geil, sum var ein íðin áhugaleikari.
Fortalt verður, at bretar tóku húsið, fyrst ið teir høvdu hersett Føroyar í apríl 1940. Hvussu smádreingirnir sita í krúpukjallaranum undir gólvinum í leikhúsinum og fylgja við í, hvat ið eingilskmenninirnir havast at við sangi og Ball-room-dance. Føroyskar kvinnur vóru vælkomnar, og tá ið The Lovat Scouts vitjaðu aftur í 1990, endurgevur hann eina kvinna fyri at siga: "Gævi eitt kríggj skjótt kom aftur!" So góða helt hendan, at tíðin hevði verið undir hersetingini.
Í innganginum fýlist Eyðun á, at tað ikki finst ein føroysk sjónleikasøga, men "Míni leikapetti" er í ein fittan mun eitt íkast til eina tílíka. Bókin fylgir í høvuðsheitum upplivingunum og royndunum hjá høvundanum sjálvum frá 1945, tá ið hann er til sjónleik á fyrsta sinni, og til dagin í dag. Lesarin fær soleiðis innlit í sjónleik í Havn í umleið 70 ár, og aftrat hesum eru vitjanir á bygd og royndir hjá høvundanum á útlendskum leikhúsum.
Sagdar verða søgur um stórfingnar hendingar í leikhúsinum í Niels Finsensgøtu. At tann gitni kongaligi sjónleikarin Poul Reumert á ferð úr Íslandi við ferðaskipinum Dronning Alexandrine í 1938 kemur á Havnina á miðjari nátt. Sjónleikarahúsið er stúgvandi fult av fólki, og í tríggjar tímar frá klokkan 3 til klokkan 6 á morgni lesur Reumert "En Idealist" eftir Kaj Munk. Síðani umborð aftur á Drotningina at halda leiðina fram til Keypmannahavnar. Tað er eisini høvundanum fortalt, men ikki skjalprógvað, at bæði Sir John Gielgud, Sir Laurence Olivier og Dame Vera Lynn hava havt framførslur á sama palli fyri hermonnum.
Fyrsti føroyingurin við útbúgving sum sjónleikari
Í 1952 fjúrtan ára gamal kemur Eyðun upp í harkaliðið í Sjónleikarahúsinum og ikki eiti á lið: Georg Samuelsen, Knút Wang, Fraser Eysturoy, Emil Thomsen, Kristina Øster, Oskar Hermansen, Jona Henriksen, Sverri Fon og mong onnur. Aftrat hesum vóru teir sonevndu "kulissumálararnir" Jákup Zahle og William Heinesen. Eyðun var skilliga komin á rættan sess, tí hann tekur samanum: "Eg var komin í nýtt og gott selskap, blíð og vinsæl fólk".
Aftan á realskúlan tekst Eyðun við ymiskt fyrifallandi arbeiði, ímeðan hann droymir um at gerast sjónleikari. Hetta má kortini ikki frættast millum manna, tí so veit hann, at hann fer at verða hildin fyri spott: "Skuðuspælari! Heldur seg vera!" Tey einastu, hann sigur sín dreym, eru foreldur og systkin og so eisini abbanum, sum stuðlar. Nøkur av manningini í Sjónleikarahúsinum sleppa eisini upp í part og eggja honum at fara undir hesa útbúgving. Í 1956 fer hann sum tann fyrsti føroyingurin undir útbúgving sum sjónleikari, men um hetta skeiðið í lívinum fær lesarin næstan einki at vita. Í roynd og veru eru bara tvær síður um hesi fýra árini, og høvundurin grundgevur ikki fyri, hví hesin parturin er við sviðið soð.
Í 1960 kemur Eyðun Johannessen nýgiftur aftur til Føroya og fer undir at leikstjórna og hava sjónleikaraskeið, og hetta ger hann líka til hann í 1970 aftur fer av landinum, nú til Aarhus Teater at starvast. Frá nú av tykist tað at vera ein leistur í lívinum hjá høvundanum, at hann stundum starvast í Føroyum og stundum í Danmark. Í 1977 stovnar hann saman við nøkrum øðrum leikbólkin Gríma, sum av álvara ger vart við seg innan føroyskan sjónleik. Men sum ikki einaferð eru teir fíggjarligu karmarnir ikki rættiliga til staðar, og Eyðun fer niður aftur, nú sum leiðari av sjónleikaraskúlanum á Aarhus Teater.
Í 1986 gevst Eyðun Johannessen á Aarhus Teater, og frá hesum degi hevur hann verið fríyrkisleikstjóri burturav, ikki bara í Danmark og Føroyum, men eisini í Noregi, Svøríki, Álandi og Íslandi.
Fróðarmaður
Umframt søguna um sín egna leiklut innan sjónleik í Føroyum og Danmark eru eisini aðrir tekstir, sum Eyðun hevur skrivað prentaðir í "Míni leikapetti": Tríggjar søgur undir felagsheitinum "Byrjanin til eina skaldsøgu", greinir og røður undir heitinum "Tíðarkjarr", hartil ein ferðafrásøgn, trý donsk ummælir og tríggjar rímur. Ein søgan, "Flaggstongin - ein 68'ara marrudreymur", er frá eini veitslu úti í Sandagerði, har frásøgumaðurin týggjar sær sum ein reinur desperado, tí hann er so á tremur av ótillagaðum lívskenslum. Søgan er sterk og harðlig.
Teir tríggir stubbarnir í "Byrjanin til eina skaldsøgu" eru bæði væl skrivaðir og í ein fittan mun eisini skemtiligir. Í søguni "Mr. Groth" verður fortalt um skyldmannin Groth Johannessen violinspælara, sum í 1922 vitjar í Havn og heldur konsert eitt leygarkvøld. Ta náttina hendir mangt og hvat, og í kirkjutíð sunnudagin eru Sátan og Lusifer, tað eru Groth Johannessen og Janus Djurhuus, staddir á Vaglinum: "Á áarbakkanum undir Tinghúsinum sat Sátan, berføttur við hógvi á vinstra fóti, purlureyðhærdur og sóljukrýndur, berur omanbelti og leikti á fiól "Mod solen jeg ser", meðan Lusifer í sjakett við svørtum veli og longum undirbuksum stóð úti í branddamminum og kvæð. Áin rann honum upp til ginið". Lesarin sær kúllarnar fyri sær, og kirkjufólkið, sum við andstygd eygleiðir teir. Tað kom gøla burturúr, men eisini íblástur til nýggjar hendingar og góðar søgur.
Hendan byrjan til eina skaldsøgu er so ómetaliga væl søgd, at tað er líka við, at lesarin forsyndast inn á høvundan, at hann ikki hevur gjørt meira við hendan partin av sínum listarligu evnum. Tí evnini at siga eina søgu, tey hevur hann.
Ein átulig útgáva
Eyðun Johannessen fortelur í "Míni leikapetti" livandi um uppvøkstur og nógvar stakar smásøgur á leiðini, men líkasum hann so at siga einki fortaldi frá útbúgvingarárunum, so sigur hann næstan einki um einstakar uppsetingar. Eitt sindur verður sagt um "Lykke-Per", somuleiðis "De fortabte spillemænd" og eisini nakrar føroyskar leikir, men annars næstan einki. Í sambandi við uppsetingina av "Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi?" eftir Jens Paula Heinesen verður í sambandi við vertshúsini Mimir og Kaggan sagt, at "Fyri summar leikarar løgdu klubbarnir fótonglar fyri at møta upp til tíðina". Lesarin veit sjálvandi, hvat hetta merkir, men annars einki um eitt nú trupulleikar við uppsetingum, ósemjur við høvundar og sjónleikarar og annað tílíkt. "Míni leikapetti" letur í høvuðsheitum tær stóru linjurnar og takk fyri tað, tí Eyðun dugir væl at siga frá, men eg sakni kortini drúgvari søgur um einstakar uppsetingar. Um somu tíð eri eg fullgreiður yvir, at skalt tú siga frá einum so stórvirknum og fjølbroyttum arbeiðslívi, sum tað í hesum førinum snýr seg um, so eru 300 blaðsíður ikki í námind av nógmikið. Í einum tílíkum føri er brúk fyri í minsta lagi tríggjar ferðir hesa nøgdina, og tað kanst tú illa krevja av einum manni, sum fyrst og fremst er sjónleikari og leikstjóri, ikki rithøvundur. Fyri mín part er saknurin har kortini.
Tá ið hetta er sagt, skal tað takast fram, at "Míni leikapetti" er ein bæði vælskrivað og stak undirhaldandi bók, sum hartil letur okkum ein fittan part av tí føroysku sjónleikasøguni. Aftrat hesum koma tær nógvu myndirnar í bókini, sum eru við til at gera útgávuna enn meiri átuliga.
Eyðun Johannesen: Míni leikapetti. Kápumynd: Torbjørn Olsen. Sprotin 2018. 298 bls.
Eyðun Johannessen 80 ár
Røða, sum Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, helt í Reinsarínum 26. apríl 2018
- At útbúgva høvdið uttan at útbúgva hjartað er als eingin útbúgving.
Tá ið tú ert ungur, er tað lætt at mala í klingur, leita eftir onkrum nýggjum, tó uttan veruliga at vita, hví tú fert ávísa leið. Ung vilja fram, tey hava ætlanir. Tey vilja verða væleydnað, vilja náa góðum úrslitum. Men er hetta nóg mikið? Er tráanin í sjálvum sær nóg mikið? At vita, hvat tú vilt, og at skilja hví tú gert tað, at halga hvønn einasta andadrátt til málið, at kenna inni í likaminum, at tú hevur nakað at geva øðrum, at tú hevur serlig evni, sum eru verd at menna og eru verd at fáa at vaksa, og at tú hjúklar um hesi serligu evni - tákanst tú náa stórum málum. Tá hevur tú hjartað við.
At vera tann fyrsti at fara undir eitt hvørt, er ikki bara bara. Men nú ið vit í 2018 smíða okkum eydnuna blíða fríari enn kanska nakrantíð áður, har øll skulu verða okkurt serstakt, har øll vilja skilja seg burtur úr mongdini og vilja mynda sína egnu framtíð, ja, tá kámast henda myndin av teimum, sum ganga egnar leiðir. Tí nú ganga fólk eftir nógvum rásum, og tað gerst verri at reka fólk í somu rætt. Tey ungu vilja droyma og hyggja at egnum samleika, flyta hann eitt sindur henda veg og so eitt sindur handa veg.
Men hava vit hjartað við? Ella elta vit bara tað nýggja, tí tað er nýtt, óroynt og uppi í tíðini? Spyrja vit okkum sjálv: Hví? Geva vit okkum stundir at skilja, hví vit elta ein dreym?
--- --- ---
Nú føðingardagsbarnið røkkur teimum 80 árunum, hugsi eg við mær sjálvari, at Eyðun hevur sanniliga havt hjartað við á leiðini. Frá tí degi áhugin fyri leiklistini varð kveiktur og upp gjøgnum øll áratíggjuni og til í dag. Her er ein brennandi hugur at bera søgurnar fram, at rúmka ræsurnar fyri forvitninum og við orðum og rørslum blása vindar út til áskoðararnar, vindar sum ikki bara eru farandi, men eru varandií huganum hjá áskoðaranum.
Kenni meg sannførda um, at Eyðun tíðliga á lívsleiðini spurdi seg sjálvan – tilvitað ella ótilvitað - hvíhann gjørdi tað, hann gjørdi. Tilvildin er altíð við okkum á lívsleiðini, men veitst tú, hvat tú vilt, hevur tú betri ræði á tær sjálvum. Og hesa tilvitanina merkir áskoðarin – hetta sjálvstamarhaldið og vitanina um, hvíein avgerð er tikin.
Í samtíðini er tað altíð verri at greiða, hvør veruliga slóðar fyri. Tað er lættari at kaga aftur um bak og har síggja, hvør steig fet, sum munaðu og blivu øðrum til íblástrar.
Hugsa um H.C.W. Tórgarð, sum nam sær útbúgving í byggilist. Sámal Joensen Mikines, sum vildi mála burturav. Og hugsa so um Eyðun Johannessen. Trý ymisk listafólk umboðandi tríggjar listagreinir. Umframt at vera sjónligir í samtíðini, eru teir eisini fyrstu føroyingar, sum numu sær útbúgving sum ávikavist arkitektur, listamálari og sjónleikari. Allir hava teir brotið upp úr nýggjum, og allir hava teir havt viljan í hjartanum, tí umstøðurnar at liva av listini hava verið trongar í samtíðini.
Tað lættasta er altíð at krøkja seg upp í verandi hugsanir og ímyndir um, hvat ber til. Tess størri eru brøgdini hjá teimum, sum bróta upp úr nýggjum. Og tað hevur Eyðun gjørt. Tú vildi fáast við sjónleik og valdi leiklistina sum yrki. Ein slóðari, sum stoypti grundina til tað, sum onnur síðani - saman við tær - hava bygt á. Síðani hevur tú leikstjórnað sum fáur annar.
---
Tú vart fyrstu ferð á palli 14 ára gamal, tá ið Havnar Sjónleikarfelag setti upp leik eftir Strindberg. Vaksin upp beint við Sjónleikarhúsið man hava kveikt eitt forvitni og latið dyrnar upp til eina framtíð við hugtakandi nógvum mentanarligum varðum á leiðini.
Tá ið tú bleivst liðugur á sjónleikaraskúlanum í 1960, vildi tú aftur til Føroya, men fyrst fórt tú til Týsklands. Tú hevur sagt, at tú bara seyg til tín, mánaðirnar tú vart í Berlin. Síðani gekk leiðin heim at menna føroyska leiklist. Eingin politisk undirtøka var fyri hesi listagrein, tá ið tú komst aftur til Føroya. Eingir peningur var á fíggjarlógini fyrr enn í 1973, tá ið tú komst heimaftur til Føroya at verða sjónleikaráðgevi. Tilknýtið til Føroya hevur øll árini verið sterkt. Tú setti stútt og støðugt leikir upp hjá okkum, eisini tá ið tú leitaði út um Føroyar aftur í 1979.
---
Nógv er hent síðani fyrstu føroysku leikirnir „Veðurføst” eftir Sonnu Helenu Patursson og „Gunnar Havreki“ eftir Rasmus Effersøe vórðu spældir í tinghúsinum á føstulávint í 1889.
Og tað er einki at taka seg aftur í, at sjónleikurin veruliga fór at blóma, tá ið tú eftir lokna útbúgving arbeiddi við og fyri sjónleiki. Nógv fólk, sum tá komu til, mynda framvegis bæði yrkis- og áhugaleikin í Havnini. Tú tókst týðandi stigið at seta á stovn fyrsta føroyska yrkisleikbólkin Grímu. Hugsanin var, at skuldi føroyskur sjónleikur mennast, var neyðugt, at leikarar vóru, sum brúktu sína tíð burturav til sjónleik. Bólkurin Gríma var heimleysur tey fyrstu árini. Í 1994 játtaði býráðið í ringastu krepputíð í landsins søgu bólkinum innivist í Margarinfabrikkini, og seinni varð við góðum stuðli frá kommununi mjólkarhøllin í gamla meiarínum bygd um og tikin í nýtslu til sjónleik.
Tórshavnar kommuna hevur í nógv ár latið regluligan rakstrarstuðul til virksemið í Sjónleikarhúsinum, og á Meiarínum hevur kommunan eisini stuðlað væl við bygningi og øðrum. Hetta er fíggjarligi parturin, sum Eyðun eisini hevur stríðst fyri umframt at leikstjórna og vera hugsjónarligur oddviti.
---
Har setur tú teg væl til rættis, og eina løtu seinni verða ljósini sløkt. So verður lagt til brots við sjónleiki á pallinum. Har ert tú saman við hinum áskoðarunum. Hvat fer at henda? Hetta er løtan, tá ið alt arbeiðið hjá sjónleikaranum verður borið fram í einari framførslu.
Sum barn í 70 árunum var eg so heppin at vaksa upp við nógvum av tí, Eyðun Johannessen hevur skapað og givið havnarborgarum og øllum føroyingum. Tínum útvarpsleikum, tínum upplestri og ikki minst tínum sjónleiki - her serliga Gríma.
Vit høvdu ikki sjónvarp, teldur og aðrar skíggjar - og tí var tað forkunnugt, spennandi og stórt, hvørja ferð Gríma bjóðaði í sjónleikarhúsið til nýggjan leik. Foreldrini tóku ofta okkum systkin við til sjónleik. Kenni meg hepna at vera vaksin upp soleiðis.
Minnini eru enn livandi. Serstaki spenningurin, áðrenn leiðin gekk til leik, og tá ið tú komst inn og fann títt pláss í sjónleikarhúsinum - hvat fór at henda í kvøld? Hvønn heim fór man at verða førdur inn í?
Minnist sera væl brot úr nógvum leikum, og hvussu søgugongdin og boðskapirnir í leikunum fangaðu meg og fingu meg at hugsa um mannakor á ein hátt, eg ikki hevði hugsað fyrr. Eg minnist leikirnar "vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra" og Diddan, beiggin, dukkan og blóman" - og minnist, at vit stríddu okkum á hávetri gjøgnum stórkava eftir Oyggjavegnum til Kvívíkar at síggja Bør Børson.
Sjónleikurin læt mítt hjarta og sinn upp fyri øllum tí gandakenda og hugtakandi, sum leiklistin kann rúma - og eg goymi minnini frá hesum deiligu løtum millum míni bestu minnir.
Tú skipaði fyri, at børn, sum gingu á venjingarskúla kundu velja leiklist sum lærugrein - hesin skúlin var altíð nýhugsandi, so her vóru vit eisini ofta til sjónleik hjá næmingum, ið sýndu fram - helst hevur tað verið undir tíni hepnu hond.
Og so var tað útvarpið! Tú bleivst heimskendur í Føroyum fá ár eftir, at Útvarp Føroya varð sett á stovn. Barnaútvarpið og framhaldssøgur var okkara størsta undirhald, og vit sótu sum á nálum framman fyri lurtinum, tá ið Eyðun við síni rúnabindandi rødd segði frá um Djórini í Valbakkaskóginum, sum tú so meistaraliga eisini hevur týtt. Og hvør minnist ikki Fólk og dólgar í Kardumummubýi? Avbera góða, livandi og litríka málið hjá tær fær tankarnar at leita nýggjar leiðir og víðkar hugan. Allar fláirnar í sjónleikinum hevur tú fingið fram á leikpall og borið okkum í Havnini og í Føroyum. Glataðu spælimenninir, Dreymar Jóansøkunátt og mong onnur verk.
Soleiðis eru orðini Sjónleikurog Eyðun Johannessengreipað saman. Sigur tú annað, sigur tú hitt.
Varandi eldhugurin fyri leiklistini gjørdi, at tú vart settur stjóri á Tjóðpalli Føroya, tá ið hann varð stovnaður í 2005 og læt upp. Tú hevur sagt, at politiski andin í Føroyum var broyttur, tá ið vit trinu inn í nýggju øldina. Um aldamótið flutti tú eisini heimaftur, og tað var kanska serliga tað, sum fekk teg at flyta til Føroya aftur – at nú skuldi hesin stovnurin til leiklistina verða settur á stovn.
Og nú røkist fyri, at Tjóðpallur verður bygdur í Føroyum - eitt landsins leikhús.Okkara lutur í Tórshavnar býráð skal ikki liggja eftir.
Hjartaliga til lukku við bókaútgávuni og vegna Tórshavnar býráð fari eg at takka tær fyri mongu verkini, mongu løturnar, sum tú hevur ríkað okkum við øll hesi mongu árini. Tú hevur havt hjartað við allan vegin.
Gunvør Balle
Forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs