Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við
Líka síðan eg sum óviti fyrstu ferð sá myndir-nar av dungunum av líkum í týningarlegunum, sum bara vóru húð og bein, tykjast tær enn líka ófatiligar, og onkursvegna hevði tað eisini tókst sum ein háðan av ofrunum at siga seg duga at greina hesa marru.
Hetta merkir ikki, at vit skulu seta hugsanarbann, og at vit skulu gevast at royna at fata tað ófatiliga, tí sjálvandi skulu vit víðka fatanarøkið, men eg haldi, at tað er vandamikið, bæði fyri okkara samfelag sum heild og fyri einstaka menniskjað, av skærari mentanarligari hugmóð ikki at vilja viðurkenna, at ein óndskapur er til, sum, sjálvt um hann ikki er at skilja, kortini er líka veruligur sum Íshavið og Empire State Building.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.