Kamprænarin - og 15 aðrar søgur
Brot úr stuttsøgunum:
– Ovast í haganum er ein fjallatoppur. Yndisliga gyltur, og tá tú røkkur honum, standa æðrarnar á tambi av lukku. Við evarska smáum stigum nærkist eg honum. Eg kann tó ikki bara hugsa um hann – eg noyðist eisini at hugsa um kamparnar, soleiðis at eingin óboðin nertur við teir. Eg trýsti teir tí inn í mítt sniglahøvd, hvørja ferð eg hoyri fremmandafet.

– „Góða ikki! Eg líkist lorti! Onga sminku og timburmenn eru ikki akkurát instaworthy!“
– Eg føldi meg sum eitt dýr, sum mátti geva eftir fyri náttúrunn-ar megi, og samstundis føldi eg meg so nógv sum mannfólk sum ongantíð áður.
– Trúgv gevur fólki falska meining. „Leingi livi kristni borgarin, hin irrationelli vinurin!“