DNA
Dóttirin vekir hana: ”Onkur er í húsunum.” Elísa setst upp undir seg. Hjartað dukar í bringuni … Tað er ísakalt í Íslandi. Tað er ikki bara veðrið, tí ein kavráur mordari gongur leysur í myrkrinum.
Hevur tú dirvi, og ert tú drigin at grimd og ísakøldum óndskapi, so er hetta ein bók fyri teg.
---
Ein kvinna verður myrd í heimi sínum í Reykjavík á andstyggiligasta hátt. Tað einasta vitnið er sjey ára gamla dóttir hennara, sum krógvaði seg undir seingini ta løtuna, ræðuleikin fór fram.
Tá ið ein kvinna aftrat stutt eftir hetta verður myrd á sama hátt, hevur løgreglan illgruna um, at sami illgerðarmaður hevur dripið tær báðar. Men einki annað. Har eru ongar slóðir, hann ger ongan feil, men hann leggur løgin bronglað talboð eftir seg, sum hvørki løgregla ella Interpol megna at loysa.
Ein ungur einsamallur radioamatørur fær stutt eftir tað eini margháttlig og ræðandi boð, sum knýta hann at báðum ofrum. Hann kennir tølini í sínum egna persónnummari aftur, og forvitin fer hann undir at kanna málið sjálvur. Tað skuldi hann ikki havt gjørt.
DNA er fyrsta bók í raðnum um løgreglumannin Huldar og sálarfrøðingin Freyju. Huldar og Freyja eru bæði tvey fitt og álítandi fólk, hvørt við sínum brekum og beinagrindum í skápinum, sum ger, at tú fert at kenna tey og skilir, hví tey gera, sum tey gera. Hvørja ferð hendingagongdin leiðir teg einastaðni, sýnir onkur nýggjur vinkul seg, fær teg at kikka eftir ondini og gevur tær gásarhold.
DNA fekk Palle Rosenkrantz-heiðurslønina sum ársins besta brotsskaldsøga í 2014 – og tað hevur hon søtliga uppiborið. Yrsa Sigurdardóttir er snøgt sagt makaleys sum brotssøguhøvundur.