Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Margit M. Baadsager
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-350-1
Pappírsbók

Góða systir (pappírsbók)

Margit M. Baadsager
- ein dagbók til Arnvør

Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni. 

Arnvør hevur í eina tíð gramt seg um svára høvuðpínu og hevur ikki megnað at hildið freistirnar fyri síni Ph.D. verkætlan. Hon er vorðin sera gloymsk.

Komandi dagarnar á Ríkissjúkrahúsinum versnar minnið hjá Arnvør framvegis, og Margit velur at skriva henni eina dagbók. 

„Eg vil vera tín geymi, meðan tú ert sjúk. Tá ið tú verður frísk, kanst tú lesa dagbókina og dagføra teg. Kenna søguna um, hvat tú og tín familja hava verið ígjøgnum.“

„Vit báðar ansa eftir hvør aðrari. Eg verði rørd, tá ið eg hugsi um, hvussu nógv tú altíð hevur elskað meg. At kærleikin kann skína gjøgnum krabban, gevur mær vón. Gevur mær hug at dansa oman á krabbanum. Traðka hann sundur og saman. Drepa hann.“

Góða systir er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra. Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trúgv, lívsinnihald, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í. 

---

Hoyr høvundin í Credo 22/9/2019

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 298,00
Klubbaprísur
kr. 238,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Margit M. Baadsager

Margit M. Baadsager (f.1975) er uppvaksin í Klaksvík, Fuglafirði og á Skála. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark, har hon búði í sløk 20 ár.
Gift við Paula, og eiga tey 5 børn.
Hon hevur skrivað 7 yrkingar í bókini Fortielser, útgivin í 1998.
Skrivaði sangin Einsemi, saman við systur síni Arnvør M. á Torkilsheyggi, sum í 2004 varð útgivin á fløguni Salt. 
Umsett yrkingasavnið Fra vinter til vår í 2005.
Góða systir er fyrsta bókin, hon hevur skrivað.

Aðrar bøkur Margit M. Baadsager

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Markið
298,00
THE FAROES(E)
198,00
Tá ókunnufólk kom á leið - Heimablídni
348,00
When strangers came knocking - Heimablídni
348,00
Bei Färingern zu Gast - Heimablídni
348,00
Nakrir tættir úr lívi V. U. Hammershaimbs
298,00