Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Turid Thomsen
Bólkur/ar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-349-5
Útgávudagfesting: 19. august 2019
Síður: 116
Útgávuár: 2019

Í løtuni

Turid Thomsen

Hetta eru samtíðarsøgur um kvinnur í ymsum aldri; frá smágentum til tilkomnar kvinnur. Flestu teirra eru onkursvegna avbyrgdar í sínari støðu í gerandisdegnum og eru nú á einum vegamóti. Spurningurin er, um kvinnurnar megna at broyta sína støðu, ella um tær mugu sættast við tað, sum er. Í fleiri av søgunum er huglag-ið dapurt, men kortini hómast vón og møguleikar fyri broyting – og kanska á ein øðrvísi hátt enn tað kvinnulívið, tær annars høvdu ímyndað sær. Søgurnar lýsa sambond millum menniskju; millum foreldur og børn, eldri og yngri ættarlið, mann og kvinnu og vinir. Tær viðgera allar nútíðarevni, sum lesarin kann kenna seg aftur í.

Nøgd
Tú sparir 30%
Tilboð kr. 198,00
kr. 138,60
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Turid Thomsen

Turid Thomsen (f. 1970) er uppvaksin á Skála og hevur búð í Norðragøtu eftir lestrarár í Danmark. Hon er útbúgvin í týskum og donskum máli og bókmentum og er í ferð við at lesa føroyskt. Hon hevur skrivað stuttsøgur til tíðarritini Vencil og Varðan, og hetta er hennara fyrsta stuttsøgusavn.

Aðrar bøkur Turid Thomsen

Aðrar bøkur Stuttsøgur

-30%
Skitsa til Lalo Cura
kr. 298,00
208,60
-30%
Søgur úr Latínamerika
kr. 298,00
208,60
-30%
7 søgur
kr. 298,00
208,60
-30%
Upp eftir enda
kr. 298,00
208,60
-30%
Tíðarhylkið
kr. 298,00
208,60
Pappírsbókin er ikki á goymslu
-30%
Kvøl
kr. 148,00
103,60