Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Einar Kárason
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Týðari: Carl Jóhan Jensen
ISBN: 978-99972-1-354-9
Útgávudagfesting: 22. november 2019
Upprunaheiti: Stormfuglar (2018)
Útgávuár: 2019
Síður: 84
Kápa: Stív

Stormfuglar

Einar Kárason
"Stormfuglar" er skakandi søga um ein bardaga, sum íslendskir sjómenn høvdu við himmalsins ódnarveður í tríggjar dagar á Nýfundnalandsleiðunum í februar mánaði 1956. Hetta er skaldsøga, ið byggir á veruligar tilburðir.

Á miðjum vetri fer síðutrolarin “Mávurin” á veiðu undir Nýfundnalandi. Um borð eru tvey og tretivu menn. Teir hava rokfiskiskap og fylla skipið, men tá ið teir skulu sigla heim, brestur illveður á. Sjógvurin er ísakaldur, sjórokið er javnt og samt um hetta tunga farið, sum skjótt er avtakið við gleri og er um at missa stabilitetin.

Glerskónin er um at trygda tunga trolararan niður í dýpið – øll vón um bjarging tykist vera farin. Teir hoyra neyðar-kall frá øðrum skipum, sum eru stødd í somu neyð – í bardaga millum lív og deyð.

Bókin er ógviliga viðkomandi fyri føroyskar sjómenn, tí mangir teirra vóru staddir í hesum veruleika hesi ræðuligu samdøgrini, meðan illveðrið herjaði. Hetta er bók, sum føroyskir sjómenn kenna seg aftur í. 

Ófatiliga kenslunemandi og skakandi bók.

Nøgd
Vanligur prísur
280,14 SEK
Klubbaprísur
224,11 SEK
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Einar Kárason

Har djevlaoyggin dagar
265,99 SEK

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Gentan í verðini
492,36 SEK
Móðurmjólk
421,62 SEK
Leksikon um ljós og myrkur
421,62 SEK
Tá ið einglar spæla Mozart
421,62 SEK
Eyguni í Rigel
350,88 SEK
1984
421,62 SEK