Í stovuni sofu, í køki komfýr
Í stovuni sofu, í køki komfýr lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv.
Vit fylgja við, hvussu húsasniðini broytast, tá ið menn fara uttanlands at læra húsasmíð. Hvussu stættarmunur fer at avmyndast í húsunum og ikki minst í stovunum. Hvussu vit gerast brúkarar og fara at keypa lampur og komfýrar, fínt innbúgv og køksútgerð, borðútgerð og glæstrilutir sum urtapottar og myndir og annað at heingja á bróstini í stovunum og gardinur fyri vindeyguni. Alt slíkt, sum kundi síggjast og siga øðrum, hvørji vit vóru.
Tey nýggju húsini vóru sprottin úr einum borgarligum lívsformi, ið var at finna í grannalondunum. Húsini høvdu dagligstovu, spísistovu, gestakamar og køk við spískamari.
Tey fínastu húsini høvdu trimpil og kvist og jarntak. Komfýrar, innlagt vatn, petroliumslampur, primus, primusbakarovnur og aðrir hópframleiddir brúkslutir gjørdu alt liviligari í køkinum.
Ein sjaldsama áhugaverd bók, sum sær allar hesar broytingar í etnologiskum ljósi, sum Jóan Pauli so meistaraliga væl dugir at greiða frá.
---
ORÐ OG TÓNAR LIVE 30/04/2020: Jóan Pauli Joensen og Andras Sólstein práta um bókina. Tónleikinum standa Birita Adela og Jóhannes Andreassen fyri. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við korona.