Einsamalla várið
Tann 3. mars 2020 varð fyrsti tilburðurin av koronusmittuni staðfestur í Føroyum. Landamørkini vórðu stongd, samfelagshjólini fóru niður í ferð, og fólk hildu seg fyri tað mesta heima í tíðini.
Tann 3. september var smittutalið í landinum farið upp um 400. Eitt skifti vóru Føroyar tað landið, sum var harðast rakt í øllum Evropa eftir íbúgvaratølum.
Henda bókin er søgan í myndum um, hvussu føroyingar livdu, tá ið koronusmittan rakti landið, hvussu gerandisdagurin varð ávirkaður, og hvørjar avleiðingarnar vóru.
Bjarni Mohr hevur eina masterútbúgving í fjølmiðlafrøði við Documentary Photography sum sergrein frá Høgskulen í Volda í Noregi, er útbúgvin journalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole og hann hevur fotograferað í meira enn 30 ár.
![](/upload/cache/images/5201-5400/59e9632ec6ec141b74678acbfecb64eb234c5511_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/5201-5400/c1093bfd9dee630f039daf8e24149e57da102963_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/5201-5400/670ff3d19063755d17fff47c70cde22477ad7f62_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/5201-5400/b8f63c4ee68118eb8c3341853b4e55b23cb91fde_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/5201-5400/f83739a73a6037ae7ae8bf864d9be67919448fcb_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)
![](/upload/cache/images/5201-5400/464e7593a6adb89c804857775a343153cbd880f2_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.png)