Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Ignazio Silone
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Italy
Týðari: Pauli Nielsen
Kápusnið: Kirstin Helgadóttir
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978999723945
Útgávudagfesting: 3. mars 2021

Fontamara

Ignazio Silone

FONTAMARA er skrivað í Sveis og kom út har í 1933, tí ikki var gjørligt at geva hana út í Italia, heimlandinum, sum tá var vorðið eitt fasistiskt harðræði, ið eirindaleyst var eftir øllum, sum vágaðu sær at mótmæla og at gera mótstøðu.

Árið fyri var bróðirin, Romolo, deyður av viðferðini, hann hevði fingið, tá ið hann varð tikin í 1928 og síðan í fongslinum hjá fasistunum. 

FONTAMARA er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgevandi vatnið. Bøndurnir mótmæltu tað dýrasta, teir vóru mentir, og myndugleikarnir tóku ikki ímóti teimum við mýkindum. 

Eirindaleyst og berkið, men eisini livandi, skemtiliga og við stórum kærleika verða hesi neyðstaddu og forfjónaðu fólk lýst, so bókin fekk alstóran áhuga víða um heim og sigst vera tann italska skaldsøgan, sum er komin út í flest útgávum um allan heim. Hon hevur eisini stóran almennan áhuga í okkara tíð, tí hon lýsir natúruna í fasismuni og einaræðinum so djúpt og dyggiliga, at hon liggur púra ber. 

Har var einki fyrilit fyri tí, ið fólk áttu, ei heldur fyri lívi og heilsu teirra. 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Ignazio Silone

Ignazio Silone, ella Secondo Tranquilli, sum hansara borgaraliga navn var, vaks upp í einum fátækum fjallabýi í landslutinum Abruzzia, skamt frá Róm. Hann varð føddur í árinum 1900 og doyði í 1978. 

Pápin, sum var bóndi, doyði, longu tá ið Silone var átta ára gamal, og tá ið hann var 15, varð Abruzzia rakt av einum herviligum jarðskjálvta, sum kravdi meira enn 30.000 mannalív. Tá doyðu mamman og øll hansara næstu uttan einasti bróðirin, Romolo, sum var nøkur ár yngri. Teir stóðu á berum og vuksu upp á ymskum átrúnaðarligum stovnum, til Silone seytjan ára gamal fór til Róm og gjørdist virkin á politiska vinstraveinginum. Hann var við til at stovna italska kommunistaflokkin í 1921, og tá ið fasistarnir komu til valdið í 1922, mátti hann flýggja úr landinum. Hann fór heim aftur í loyndum í 1925, men mátti sleppa sær burtur aftur í 1930 og búði í Sveis, til hann vendi heim í 1944. Tá hevði hann longu langt síðani vent einaræðisligu kommunistunum bakið og var koyrdur úr flokkinum. Síðan flutti hann seg so líðandi til høgru í politikki og gjørdi stóra mótstøðu ímóti einaræðisligari politiskari hugsan, sama um hon var vinstra-ella høgravend. 

Í Sveis skrivaði hann kendastu bøkurnar. Tann fyrsta var Fontamara, síðan komu Pane e vino (Breyð og vín) og Il seme sotto la neve (Sákornið undir kavanum), sum í veruleikanum er ein long skaldsøga í trimum bókum. 

Aðrar bøkur Ignazio Silone

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00