Raðfest vørur

Erich Wustmann

(1907-1994)

Sum fólkalívsfrøðingur og ferðarithøvundur hevur týskarin Erich Wustmann varðveitt nógv um okkara farnu tíð. Hann gjørdi nógvar kanningarferðir, har hann livdi saman við upprunafólkum og skjalfesti lívið hjá teimum við myndum, filmum og ferðafrásøgnum.

Síðst í juni í 1938 kom hann til Mykinesar at gera ein fuglafilm, men fór longu víðari til Íslands fyrst í august. Burtur úr hesari stuttu vitjan komu tvær bøkur, nógvar myndir og ein filmur, sum lýstu fuglalívið í Mykinesi og ikki minst lívið hjá mykinesfólki. Erich Wustmann visti einki um fugl, áðrenn hann kom til Mykinesar. Ta vitanina ognaði hann sær frá einum mykinesmanni, Dunga Hans-Paula.

Lýsingin av Mykinesi og Føroyum sum heild er sæð við gestsins eyga, onkuntíð blandar hann fuglanøvn og lýsir okkurt skeivt, men kortini er hetta eitt virðismikið skjalprógv um tíðina, tá ið gamla bóndasamfelagið á útoyggjunum var um at víkja fyri tí nýggju tíðini.

Erich Wustmann doyði í 1994 sum 86 ára gamal.

Avrik Erich Wustmann

Váðafúsir føroyingar
198,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Fuglaparadísið Mykines
248,00