Raðfest vørur

Kjersti Annesdatter Skomsvold

Kjersti Annesdatter Skomsvold (f. 1979) er ein av týdningarmestu røddunum í nýtíðar norskum bókmentum, og hon hevur vunnið sær nógvar lesarar í Noregi og úti í heimi.

Hon gjørdi fyrstu ferð av álvara vart við seg í 2009 við skaldsøguni Jo fortere jeg går, jo mindre er jeg, sum hon fekk Tarjei Vesaas debutantpris fyri, og var í uppskoti til stóru virðislønina IMPAC Dublin Literary Award.

Monstermenneske (2012), Litt trist matematikk (2013) og 33 (2014) hava eisini fingið stórfingna móttøku, og í 2015 fekk Skomsvold virðislønina Doblougprisen fyri ritverk sítt. Bøkur hennara eru komnar út í 23 londum.

Avrik Kjersti Annesdatter Skomsvold

Barnið
198,00