Nýtsluleiðbeining

1. Stavraðan

Stavirnir áíóú og ý standa ikki saman við aiou og y longur, men hvør sær í stavraðnum. T.e. a kemur undan ái undan ío undan óu undan ú og y undan ý. Harumframt kemur d undan ð.

 

2. Leitorð

Leitorðið er sjálvt orðið, ið greinin er um; tað hevur grovan prentstíl. Navnorð standa vanliga í hvørfalli, lýsingarorð í kallkyni og sagnorð í navnhátti. Við hvørt standa bend orðsnið sum leitorð, og tá verður víst til høvuðsformin (t.d. ørk sí ark, rom sí ramur, loypur sí leypa, eldri sí gamal, aðra sí annar). Bend snið av navnorðum, sum ikki eru varðveitt í hvørfalli, standa sum leitorð, t.d. rommum.

Av eyðsýndum samansettum orðum stendur stundum fyrri liður sum leitorð, og seinni liðir í stavrað standa við ongari týðing. Stundum stendur merking við fyrra lið, sí t.d. dráps-, hálv-.

Er seinni liður í samansettum orði ikki til sum sjálvstøðugt orð, stendur hann sum leitorð, sí t.d. -glettur,  -lívaður.

Í føroysku-donsku orðabókunum er samansett leitorð "klovið" soleiðis, at fyrri partur stendur á odda í einum bólki skildur frá seinna parti við skákstriku og síðan mangan langt rað við seinni pørtum við bindistriku framman. Royndir vísa, at ofta er ilt at finna orðini, tá ið tey standa soleiðis í tvíningum. Tí hevur í hesari orðabókini verið valt at lata leitorðini standa í síni fullu longd, so at tey soleiðis skuldu verið eyðfunnari. Sami háttur er nýttur í orðalistanum í Færøsk Anthologi II.

Eru tvey ólík leitorð einsvorðin til stavseting, t.e. einsstavað, stendur upphevjað tal eftir hvørt orðið til at skilja tey sundur, sí t.d. andstøða, ið hvørt sær er navnorð (andstøða1) og sagnorð (andstøða2).

 

3. Framburður

Við summi orð í orðabókini er framburður ljóðskrivaður í hornklombrum [ ]. Teknini eru tey vanligu í altjóða ljóðskrift, tó nakað einfaldað. Eitt nú verður hjáherðing ikki markað, ei heldur áblástur ella linur framburður av p, t og k. Longd verður ikki viðmerkt á tvíljóðum, t.d. [ai] (ikki [ai:]). Raddloysi verður heldur ikki markað.

Ljóðskriftin endurgevur í stórum dráttum framburðin í málinum í Suðurstreymoy, t.e. at t.d. ó verður ljóðskrivað [ɔu], ei verður ljóðskrivað [ai], og stutt ó verður ljóðskrivað [œ]. Tó verður munur gjørdur á t.d. -ir og -ur í endingum.

Framburður er ikki viðmerktur, uttan tá ið frávik eru frá vanligum ljóðreglum, ella tá ið ivi kann vera um framburðin, tá at vísa á tann, ið rættur er, ella á fleiri enn ein møguligan. T.d. vísir avlívis [au-], at fyrri liður verður soleiðis framborin og ikki [ɛav-], aftanlestur [-ft-] vísir, at fyrri liður verður framborin [aftan-], fávitska [-vɩska] vísir, at t fellur burtur í framburðinum. Vanliga verður ljóðskrivaður bert tann parturin í orðinum, har ið tað óregluliga fyribrigdið er, t.d. sangari [sang-], tinna [-dn-]. Er orðið t.d. einstavað, ella hevur tað fleiri frávik í sær, verður tað alt ljóðskrivað, t.d. feigð [fai], akademi [akadeˈmi:]. Bindistrika kemur í staðin fyri burturúrlagdan orðlut. Onnur frávik kunnu vera, at ll verður framborið sum [l:] (og ikki sum [dl]), t.d. ball2[bal:], rn verður framborið sum [rn] (og ikki sum [dn]), t.d. firnast [-rn-]; barndømi [ban-] sipar til, at r fellur burtur í fyrra orðliði; orð, ið t.d. byrja við ki-, ke-, key-, gi-, ge-, verða ljóðskrivað, tá ið tey ikki hava regluligan framburð, t.d. gilla [gɪl:a] o.s.fr.; orð við -ank- og -ang-verða ljóðskrivað, tá ið framburðurin er [ank] og [ang] (og ikki [ɛnk] og [ɛng], t.d. banki [banʧɪ], tangi2 [tanʤɪ]. Stundum verða fleiri enn ein framburður viðmerktir, t.d. aftna [atna, akna, a(f)tna], avmæltur [au-, av-, am-]. Við orð við dóms- sýnir framburðurin [dɔums-], at fyrri liður verður ikki regluliga framborin. Við t.d. drifta sýnir ljóðskriftin [-t:-, -ft-], at orðið verður framborið bæði [drɪt:a] og [drɪfta]. Ljóðskriftin við t.d. avgap [ag-, au-] sýnir, at fyrri liður verður styttur í framburði. Í slíkum føri verður vanliga fyrsta ljóð í seinna liði tikið við í ljóðskriftina, t.d. avgamal [ag-]. Í mongum førum er ivi um, hvørt sjálvljóð í fyrra liði í samansettum orði er stutt ella langt í framburði. Tá er eingin framburður viðmerktur. Í orðum sum søga og røða er suðuroyarframburður tilskilaður.

Vanliga hevur bert leitorðið ljóðskrift, men í einstøkum førum verða bendir formar ljóðskrivaðir, t.d. bendil bendlar [-nl-], bilgjast bilgdist [-ld-].

Við samansett orð er framburður vanliga bert viðmerktur við fyrsta orðið í eini røð. Við orðið gullband stendur framburðurin [gʊl-], men tey eftirfylgjandi orðini gullbikar, gullbjølla og gullborin hava ikki framburð viðmerktan, tí at gull- í fyrra liði teirra hevur sama framburð sum í orðinum gullband, fyrsta orði í røðini.

Ljóðteknið : merkir longd, t.d. afrikani [-ˈka:-]. ˈ merkir herðing. Um herðing ikki er á fyrra ella fyrsta stavilsi, verður hon viðmerkt, t.d. fariseari [-ˈs-], abrikosa [ˈk-], balstýrigur [-ˈs-].

Dømi

a
rann [ran:]
h
hattur [hat:ʊr]
r
renna [rɛn:a]
a:
tomat [toˈma:t]
i:
hin [hi:n]
s
standa [standa]
a
maður [mɛavʊr]
ɪ
fittur [fɪt:ʊr]
ʃ
skip [ʃi:p]
ɔa
hálur [hɔalʊr]
ʊi
sýta [sʊita]
ʂ
storkna [stɔʂna]
ɔ
hálsur [hɔlsʊr]
j
jørð [jø:r]
t
tiga [ti:ja]
ai
feitur [faitʊr]
k
kamar [kɛamar]
ʧ
keypa [ʧɛipa]
b
bera [be:ra]
l
linur [li:nʊr]
u:
suða [su:wa]
d
detta [dɛt:a]
m
mús [mʉus]
ʊ
sunnan [sʊn:an]
ʤ
gera [ʤe:ra]
n
nátt [nɔt:]
ʉu
súrur [sʉurʊr]
e:
frekur [fre:kʊr]
o:
hon [ho:n]
ʏ
skjúrt [ʃʏrt]
ɛ
gekkur [ʤɛk:ʊr]
ɔ
hond [hɔnd]
v
vargur [vargʊr]
ɛi
deyvur [dɛivʊr]
ɔi
goyma [gɔima]
w
duga [du:wa]
f
fornur [fɔdnʊr]
ɔu
stórur [stɔurʊr]
ø:
sørur [sø:rʊr]
g
gapa [gɛapa]
p
pinnur [pɪn:ʊr]
œ
førningur [fœrnɪŋgʊr]


4. Bendingar

Við samansett orð er bending ikki tilskilað, men hon stendur við orðið, ið er seinni liður í samansettum orði. Við hvørt leitorð er bendingartal, ið vísir til bendingaryvirlit aftast í bókini. Við navnorð eru uppgivnar hvørsfalsending í eintali og hvørfalsending í fleirtali. Við ávís navnorð, t.d. tá ið hjáljóðsstavir eru einfaldaðir, t.d. fjall, fjals, er benda orðið skrivað fult. Tá ið hvørsfall í eintali og hvørfall í fleirtali hevur sama snið sum leitorðið, stendur aldutekn (~) í staðin fyri bending, sí t.d. hirs. Viðvíkjandi sagnorðum er reglan tann, at sterkt bend sagnorð verða bend í høvuðstíðunum og veikt bend bert í tátíðini. Sterkt bend sagnorð verða skrivað í heilum líki í bendingini, sí t.d. renna2. Við veikt bend sagnorð stendur bert bendingarending, sí t.d. anda, sigla. Er ljóðskifti ella onnur broyting í stovninum, verður benda orðið skrivað fult, sí t.d. byggja, røða2, heingja. Hjá ja-sagnorðum verður eisini nútíðarsnið tilskilað, sí t.d. dynja. Í einstøkum førum verður boðsháttur tilskilaður. Sí bendingarskipan.

 

5. Mállæruheiti

Við hvørt leitorð stendur stytting fyri tann orðaflokk, ið tað hoyrir upp í, t.d. k kallkyn (navnorð), l lýsingarorð, s sagnorð o.s.fr. Sí styttingalista.

 

6. Yrkisøki og stílvirði

Í støðum er ymist tilskilað í klombrum, ið kann kasta ljós á orðið, eitt nú hvat yrkisøki, tað hoyrir til, t.d. læknafrøði (lækn.), plantufrøði (plfr.), bjargamál (bjarg.), seyðalitur (seyðal.), kortspæl (kortsp.), talv (talv) o.s.fr., ella um tað er staðbundið (stb.), sjáldsamt (sj.), úr gomlum máli (gl.), søguligt (søg.) o.s.fr., ella hvat stílvirði, tað hevur, t.d. bíbliumál (bíbl.), barnamál (barn.), talað mál (tlm.), kvæðamál (kvæð.), óvandað mál (óvand.), o.s.fr. Hesar styttingar standa við smáari skákskrift í klombrum undan merkingini. Sí styttingalista.

 

7. Merkingar

Síðan verður lýst so neyvt, sum gjørligt er, tann merking, ið orðið hevur. Ilt er ofta í stuttum at skilmarka orðmerking. Til betur at lýsa orðið verða aftur at skilmarkingini sett samheiti; tað eru orð, sum heilt ella lutvíst hava somu merking sum leitorðið. Soleiðis kann bókin í ávísan mun gera gagn sum samheitabók. Ofta er so, at orð hevur fleiri enn eina merking. Tá ið so er, verða tær ymsu merkingarnar talmerktar og hvør lýst undir sínum merkingartali (1… 2…). Í summum greinum eru undirmerkingar, ið eru merktar við tølum (1… 2…). Meginreglan er, at merkingar eru soleiðis skipaðar, at tann, ið vanligast er, stendur fremst og soleiðis úteftir. Siður er hjá mongum at seta elstu merkingina fremst og síðan eftir "aldri", men henda orðabók er fyrst og fremst ætlað at vera samtíðarorðabók, og tí eru merkingarnar skipaðar eftir tí sjónarmiði. Ofta stendur orð lýst bert við einum samheiti. Tá verður væntað, at nýtarin leitar undir tí orðinum eftir nærri frágreiðing. Eftir dømi standa javnan merkingar. Er dømismerkingin skerd, t.e. lýsir ikki alt dømið, stendur hon í klombrum. Víst verður til einsstavað orð við tali og til orð við merking við tali í klombrum, t.d. sildagrunnur "grunnur 1 (2) har ið sildafiskur fæst" (2. merking í greinini grunnur 1). (Hetta er øðrvísi enn í prentaðu útgávuni, har tølini standa undir hvørjum øðrum).

Til at styðja upp undir orðlýsingar standa í støðum teknaðar myndir við greinirnar.

 

8. Viðmerkingar

Stundum verða givnar eykaupplýsingar, ið eru knýttar at merkingini. Hetta eru viðmerkingar, ið standa við smáari skrift í klombrum. Tær lýsa vanliga partar av skilmarkingini, tá ið ikki alt kann greinast í merkingini. Viðmerkingin stendur annaðhvørt framman ella aftan fyri merkingina, tó stundum inni í merkingini. Stendur viðmerking framman fyri merking, er hon vanliga stutt og greið, t.d. (um seyð), (á báti) o.s.fr., stendur hon aftanfyri, er hon vanliga longri, t.d. (um treiskt fólk el. ólýðið barn). Stundum stendur viðmerking í staðin fyri merking, t.d. við miðalvarpingar.

 

9. Frøðiheiti

Við einstakar orðabólkar verða altjóða (latínsk) frøðiheiti tilskilað. Hesir bólkar eru í høvuðsheitunum djóra- og plantunøvn og orð úr læknafrøði, sálarfrøði og málfrøði. Frøðiheitini eru við skákskrift í klombrum aftan á merking.

Viðvíkjandi plantufrøði og djórafrøði (t.e. djór, fuglar og fiskar) skal verða gjørt vart við: Standa tvey latínsk heiti eftir merkingina, er tað slekt (genus) og slag (species). Stendur bert eitt latínskt heiti, er tað slekt. Tó verður stundum bert ættin (familia) upplýst, men hesi heiti eru eyðkend við tað, at viðvíkjandi plantum eru síðstu stavirnir altíð -aceae, viðvíkjandi djórafrøði -dae. T.d.

Ætt: blákolluættin (Violaceae)
Slekt: blákolla (Viola)
Slag: fjallablákolla (Viola canina)
Ætt: grindalokkur (Tipulidae)
Slekt: mús (Mus)
Slag: kalvi (Hippoglossus hippoglossus)


10. Dømi

Aftan á merking kemur tíðum dømi um orðið í setningi ella orðafelli. Roynt hevur verið at finna góð og lýsandi dømi um orðið í tí samheingi, sum tað vanliga kemur fyri. Flest dømi eru tikin úr seðlasavninum á Føroyamálsdeildini, annaðhvørt tey eru úr skrivaðum ella talaðum máli. Við hvørt eru dømi tillagað, eitt nú stytt, tá ið tað tykir hóska, men tað vanliga er at taka dømini at kalla, sum tey eru. Hendingadømi hevur ritstjórnin sjálv gjørt. Dømini eru við skákskrift. Óbent leitorð verður stytt við aldutekni (~) í dømum.

Dømini verða lýst við merking, um tey ikki verða hildin at lýsa seg sjálv. Stundum verður tó við sí víst til aðra grein, har ið dømið verður lýst.

 

11. Undirleitorð

Serstakliga í longum sagnorðsgreinum og hjáorðsgreinum eru sonevnd undirleitorð. Tey eru við grovari skrift til at gera tey lættari at finna. Í longum sagnorðsgreinum sýnir undirleitorðið sagnorð + fyriseting ella hjáorð, afturbendar formar, miðalsøgn og lýsingarhátt í nútíð og tátíð. Í longum hjáorðsgreinum sýnir undirleitorðið fyriseting + hjáorð.

Aldutekn verður ikki nýtt her, hóast orðið hevur sama snið sum leitorðið.

 

12. Heimildir

Heimildir verða tilskilaðar, tá ið illa ber til at greiða til fulnar, hvat ið leitorð ella dømi merkir. Ikki gerst altíð við fáum orðum at lýsa torgreiddan spurning. Tí verður við stytting víst til rit, har ið evnið er betur útgreint. Tilvísing til heimild stendur í klombrum aftarlaga í greinini. Navn á høvundi stendur stytt undan titlinum, t.d. RJ Royvið, MEP Konglar, RR Plantul., MáR Dýral., og síðan síðutalið.

Styttingin (Sv) merkir, at orð ella dømi eru frá J.C. Svabo ella Nicolai Mohr (Dictionarium Færoense), og (Ev) sipar til orðabók A.C. Evensens. Hetta verður bert tilskilað, tá ið hesar heimildir eru einsamallar um orð ella dømi. Sí styttingalista.

 

13. Fremmand samdømi

Við einstøk orð stendur samsvarandi útlendskt orð. Er tað lítið kent føroyskt orð, t.d. nýggjyrði, ið er komið í staðin fyri betur kent fremmandaorð, ella lítið kent heiti á tøkniligum fyribrigdi, er tørvur á fremmandum samheiti. Tað er smidligari enn langar umskrivingar til at útgreina føroyska orðið. Fremmandu samdømini standa í hornklombrum, vanliga aftast í greinini. Oftast eru tey donsk, men ikki so sjáldan ensk, og við hvørt á øðrum málum. T.d. hugburður … [da. holdning, en. attitude], hugasamband … [da. association]. Sí styttingalista.

 

14. Um teknseting

Í skilmarkingum og viðmerkingum verður vikið frá vanligum reglum um kommaseting. Í hesi orðabók verður komma bert nýtt til at skilja ímillum samheiti í skilmarkingum og ikki millum partar í heilsetningi; hetta er gjørt til at sleppa frá misfatanum. Tó verður komma nýtt í upprokning. T.d. fuglur "tvíføtt ryggdýr ið hevur fjøður, veingir og nev, og verpur egg." Men í dømum stendur komma altíð eftir vanligum reglum. Sí rættskrivingarreglur.