Formæli
Formæli
Leingi hevur staðið til at fáa í lag at geva út nýggja føroyska orðabók við meginpartinum av tí orðatilfari, ið er til skjals í eldri orðabókum, og tí, sum síðan er savnað úr mæltum máli og orðtikið úr tekstum. Umstøður hava ikki verið at troyta allar hesar keldur til lítar, tí stórur gróður hevur hesi seinastu árini verið í føroyskum útgávustarvi, og føroyskt mál er nógv ment og framfarið, so at tað í stóran mun er vorðið ført fyri at orðbera tað, sum nýggj tíð við síni fjølbroyttu tøkni hevur í boði, men støðið er hin ríki málarvur eftir tey, ið undan fóru. Tað er at vóna, at orðabókin hevur at bjóða fornt og nýkomið í sámiliga røttum lutfalli.
Hjá okkum hevur í eitt mannaminni høvuðsálitið til upplýsingar um føroysk orð verið Føroysk-donsk orðabók eftir M. A. Jacobsen og Chr. Matras, 2. útgáva 1962, og eykabind hennara frá 1974 eftir undirritaða. Í teimum báðum bókunum eru leitorðini til samans o.u. 45 000. Tær hava eins og eldri føroyskar orðabøkur orðalýsingar á donskum máli. Soleiðis var eisini við norskum og íslendskum orðabókum til fyri stuttum. Sjálvsagdur lutur er hjá flestum tjóðum at hava einmálsorðabøkur, tað eru orðabøkur við orðalýsingum á móðurmálinum sjálvum. Tílík orðabók kom á íslendskum 1963 (2. útgáva 1983) og á nýnorskum 1986.
Tað hevur leingi tókst uttanhanda at fáa føroysk orð lýst bert gjøgnum annað mál, so tá ið av álvara varð farið undir at reika fyri nýggjari orðabók, var tað ikki uttan sjálvandi, at hon skuldi vera einmálsorðabók orðini lýst við skilmarkingum, samheitum, nýtsludømum og viðmerkingum á føroyskum máli. Tó er tað undantak gjørt, at tá ið um hevur verið at røða eitt nú lítið kent nýggjyrði ella frøðiorð, tá til nærri lýsingar at seta fremmant samheiti, oftast danskt, teimum til hjálpar, ið vilja leita sær betri kunnleika um orð og fyribrigdi eitt nú í útlendskum alfrøðibókum. Eisini eru enn sum fyrr t.d. djóra- og plantunøvnum latin fylgja latínsk heiti.
Eftir fyrireikingar og royndarritstjórn í smáum á Føroyamálsdeildini fóru Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag í 1991 undir eina verkætlan, ið nevnd varð Móðurmálsorðabókin, við tí setningi at fáa evnað til handrit til fyrstu føroysku einmálsorðabókina. Skipað varð verknevnd til at hava umsjón við arbeiðinum:
Jóan Pauli Joensen, rektari Fróðskaparseturs Føroya, Eyðun Andreassen, umboð fyri Føroya Fróðskaparfelag, Jákup Thorsteinsson, seinni Martin Næs, umboð fyri Orðabókagrunnin og Turið Sigurðardóttir, seinni Eivind Weyhe, deildarformaður á Føroyamálsdeildini. Verkstjóri varð settur Petur Zachariassen.
Umframt undirritaða, ið varð skipaður aðalritstjóri, vóru hesi í ritstjórnini: Marjun Simonsen (síðan 1988), Jógvan í Lon Jacobsen (síðan 1989), Anfinnur Johansen (síðan 1990) og Zakaris Svabo Hansen (síðan 1993). Eitt skifti í 199293 var Carl Jóhan Jensen ritstjórnini til hjálpar. Ritstjórnarforritið RiSt, ið Heini Justinussen forritari hevur evnað til í samstarvi við Martin og Petur Zachariassen, hevur roynst sera væl og verið arbeiðinum til stóran lætta. Heina hevur ritstjórnin nógv at takka fyri ráð og leiðbeining í sambandi við forritið, sum hann javnan hevur bøtt og vælt um. Tað er so framkomið, at tað hevur vakt ans uttanlands. Meginreglur um orðabókargerð eru savnaðar í Ritstjórnarhandbók til Móðurmálsorðabókina, sum Marjun Simonsen hevur ritstýrt og dagført so hvørt.
Høvuðsstøðið undir ritstjórnararbeiðinum hevur verið hitt stóra orðasavnið á seðlum, sum Chr. Matras hevði savnað starvstíð sína í Keypmannahavn og sum hann hevði við sær, tá ið hann kom heim í 1965 at standa fyri hinum nýstovnaða Fróðskaparsetri Føroya. Umframt við orðtøku úr bókum, bløðum og øðrum ritum er savnið ríkað við søvnum og upplýsingum frá stórari fjøld av fólki, sum fyrr og síðari hevur loftað orðum av mannavørrum. Teirra millum kunnu verða nevnd: Jakob Jakobsen, A. C. Evensen, Símun av Skarði, M.A. Jacobsen, Mikkjal á Ryggi, Líggjas Húsgarð, Jákup Dahl, Jóan Chr. Poulsen, Poul Olsen, Maria Skylv Hansen, Robert Joensen, Heðin Brú, Jóannes Dalsgaard, Tórarinn Evensen, Mortan Nolsøe, Eyðun Winther, Vilhelm Magnussen, Hanus Debes Joensen, Sigurð Joensen, Hanus við Høgadalsá, Jóhannes av Skarði, Dánjal J. Bærentsen, Napoleon Djurhuus, Páll Purkhús, Jógvan Ravnsfjall, Jeffrei Henriksen, Petur Jacob Sigvardsen, Svenning Tausen og Magni Joensen. Góður fongur hevur verið í hinum rúgvumiklu og greinargóðu orðauppskriftum eftir Einar Djurhuus, ið næstingar hansara hava gjørt so væl at lata orðasavninum til nýtslu. Jóhannes Enni á Tvøroyri hevur verið trúgvur at senda orð, so hvørt sum hann hevur skrivað tey upp. Eitt drúgt og sera virðismikið tillag kom eisini gjøgnum útvarpssendingarnar við heitinum Orðabókin, 198 í tali, sum undirritaði stílaði fyri í nøkur ár. Øllum teimum mongu um alt landið, sum svaraðu til spurningar og annars av sínum eintingum sendu orðatilfar, verður her takkað inniliga, og minni teirra, ið farin eru, verður goymt í takklæti. Vón er um, at alt tað tilfarið einaferð kemur fyri almennings eygu í bókarlíki.
Stundir hava ikki verið til regluliga orðtøku úr bókum, bløðum og øðrum ritum, meðan ritstjórnað hevur verið, men ritstjórarnir hava javnan havt eygu og oyru opin fyri orðum, sum hava verið at síggja og hoyra hesa tíðina. Nøkur orð, sum málnevndin hevur skotið upp, eru eisini tikin við.
Ymsar útlendskar orðabøkur hava verið havdar til fyrimyndar. Hesar hava verið mest nýttar: Árni Böðvarsson o.o.: Íslensk orðabók. 2. útg. Reykjavík 1983, Marit Hovdenak o.a.: Nynorskordboka. Oslo 1993, Margit Ingebjørg Landrø o.o.: Bokmålsordboka. Bergen, Oslo, Stavanger, Tromsø 1986, Sture Allén o.o.: Svensk ordbok, Göteborg 1988 og Christian Becker-Christensen o.o.: Politikens Nudansk Ordbog, København 1992 og Politikens Store Nye Nudansk Ordbog, København 1996. Orðabøkur úr fremmandamálum til føroyskt hava verið góð hjálp til at finna samheiti, serstakliga Jóhannes av Skarði: Donsk-føroysk orðabók, 2. útg. Tórshavn 1977, Hjalmar P. Petersen o.a: Donsk-føroysk orðabók, Tórshavn 1995, Jógvan við Ánna: Føroysk málspilla og málrøkt óføroysk-føroysk orðabók IIV. Tórshavn 196177 og Annfinnur í Skála o.a.: Ensk-føroysk orðabók, Tórshavn 1992.
Um orðaúrvalið er at siga, at í stórum dráttum hevur meginreglan verið sum í fyrri orðabókum at geva upprunaføroyskum arvorðum, rótfestum tøkuorðum og nýsmíði á heimligum støði fyrsta rættin, men í størri mun enn áður er rúmd givin altjóðaorðum og orðum úr talaðum máli við rót í útlendskum. Hesi seinnu eru vanliga markað (tlm.), t.e. talað mál. Flest teirra hava tílíkt stílvirði, at ikki er mælandi til at nýta tey í vandaðum máli. Áður hevur verið siðvenja at gera mun á arvorðum og nýmyndaðum við at marka hesi seinnu serstakliga (í føroysku-donsku orðabókini við lit., t.e. litterært, fyrst og fremst íkomin í skrivaðum máli). Tílík upplýsing er helst ætlað málfrøðingum, ið kanna søgu orðanna og uppruna teirra. Mannagongdin í ritstjórnarskeiðinum var at marka slík orð (skr.), men av tí at dømi eru um, at markingin (lit.) mangan hevur ørkymlað føroyskar nýtarar, varð avgjørt at strika (skr.) í útgávuni, men á Føroyamálsdeildini er goymt eitt eintak við hesi marking, ið kann vera áhugaðum til taks. Um stórt tal av orðum er so lítið heimildartilfar tøkt, at ikki hevur verið ráðiligt at taka tey við á hesum sinni. Tey mega liggja inni, til vónandi betri fæst upplýst um tey. Summi bygdarmálsorð eru so staðbundin, at við góðari vissu hevur verið skilandi til, hvørja bygd ella oyggj tey hoyra til, men onnur, sum ætlandi kunnu vera heldur víðari kend, eru markað (stb.), t.e. staðbundið.
Í orðabókini eru um leið 65 600 leitorð lýst í greinum longri og styttri alt eftir tørvi. Í skipan víkur hon frá fyrri orðabókum í tí, at stavirnir a og á, i og í, o og ó, u og ú, y og ý eru raðaðir hvør sær og ikki hvør um annan tveir og tveir, sum siður hevur verið. Orðini friður og fríður, ið standa saman í føroysku-donsku orðabókini, hava tískil 26 orð ímillum sín í hesi. Stavirnir d og ð eru ikki longur raðaðir hvør um annan, men standa hvør sær. Av tí at komma verður nýtt til at gera mark ímillum teir ymsu liðirnar í orðlýsingum, hevur ikki verið hildið ráðiligt at seta komma millum setningar í skilmarkingum. Her verður so statt vikið frá vanligum reglum um kommaseting, men í dømum verður altíð farið eftir reglunum, eins og viðmælt er í stavsetingarreglunum. Í táttinum um nýtsluleiðbeining verður gjølla frágreitt, hvussu greinirnar eru skipaðar við leitorði, upplýsingum um framburð, bending, kyn, skilmarking, samheiti, dømi o.a. Umframt stytting fyri orðaflokk er við flestøll leitorð sett eitt tal, ið vísir til eitt yvirlit aftan í bókini við talmerktum bendingardømum, har ið sæst, hvussu orðið bendist í øllum sniðum. Hetta henta bendingaryvirlit hava teir báðir Bjarki Skaale og Óli Wolles greitt úr hondum. Til at styðja upp undir orðalýsingarnar hevur Bárður Jákupsson teknað einar 220 myndir.
Í orðabókini eru føroysk bygdar- og oyggjarnøvn við teimum fyrisetingum, ið nýttar verða í sambandi við tey (t.d. við/frá Gjógv, til Gjáar). Aftan í bókini er góðkendur fólkanavnalisti.
Orðabókin fæst í tvinnanda líki: Í einum bindi við linari permu og í tveimum bindum við harðari permu í heldur størri broti. Í teirri útgávuni er umframt ein bakleiðis orðalisti orðini stavraðað aftanífrá, so at seinni lutir teirra koma greiniliga til sjóndar. Harumframt er ein teldutøk útgáva á fløgu.
Til samans eru o.u. 30 ársverk nýtt til orðabókina. Tá er ikki uppíroknað tað mikla arbeiði, ið frammanundan er lagt í orðasavnið, og alt tað, ið vælvildarfólk sjálvboðið hevur gjørt við orðasavning síni. Onkrum kann tað kanska tykja, at seint hevur liðið eftir, men sannleikin er, at orðabókargerð er ikki løtuverk. Tað krevur ómetaligt tol at evna til orðabókargreinir, serstakliga tær stóru sagnorðagreinirnar. Til at halda skil á teimum mongu smálutunum hevur forritið RiSt verið ritstjórnini til almikið gagn eisini í rættlestrinum og øðrum prentfyrireikingum.
Verkætlanin hevur í stóran mun verið fíggjað av játtanum til Fróðskaparseturs Føroya á fíggjarlógum løgtingsins. Á Føroyamálsdeildini hava fólk burturav starvast við ritstjórnan, og Teldudeildin og Setursskrivstovan hava veitt verkætlanini ávikavist tøkniliga og fyrisitingarliga hjálp. Orðabókagrunnurin, sum fær søluinntøkurnar av orðabókum, ið Føroya Fróðskaparfelag gevur út, hevur veitt verkætlanini munagóðan stuðul til sjálvt ritstjórnararbeiðið, til at menna forritið og til teldubúnað. Carlsberg-grunnur hevur stuðlað verkætlanina við at kosta eitt ritstjórastarv í hálvttriðja ár. Útreiðslur til prentgerðar og prentingar eru fíggjaðar úr grunninum til orðabókaútgávu, sum Føroya landsstýri situr fyri.
Mong eru tey, sum á einhvønn hátt hava gjørt sítt til hesum verki til bata.
Verkstjóri: Petur Zachariassen
Tøkni: Heini Justinussen
Bendingartøl: Bjarki Skaale og Óli Wolles
Myndir: Bárður Jákupsson
Almennur rættlestur: Álvur av Kák, Árni Olsen, Elin Súsanna Jacobsen og Sverri Egholm
Nevndarskrivari: Maud Heinesen
Hagreitt orðasavnið: Hanna Absalonsen
Serkøn, ið hava rætt hjálpandi hond við at rættlesa greinir og geva ráð og leiðbeiningar hvørt á sínum øki:
Alisfrøði (alisfr.): Pól Jespersen
Átrúnaður (átr.): Róland í Skorini
Bátur og bátasmíð (bát.): Símun Jóhan Wolles, Jógvan Hansen, Andras Mortensen
Bíbliumál (bíbl.): Róland í Skorini
Bjargamál (bjarg.): Sjúrður Poulsen
Bókmentafrøði (bókm.): Turið Sigurðardóttir
Búnaðarmál (bún.): Jóannes Dalsgarð
Búskapur (búsk.): Heðin Samuelsen
Djórafrøði (dj.): Arne Nørrevang
Evnafrøði (evnafr.): Hóraldur Joensen
Fiskifrøði (fisk.): Jákup Reinert
Fornfrøði (fornfr.): Andras Mortensen
Fólkatrúgv (fólktr.): Eyðun Andreassen
Fuglafrøði (fugl.): Bergur Olsen
Handarbeiði (handarb.): Nicolina Jensen Beder
Handverk (handv.): Arni Clementsen
Húsasmíð (húsasm.): Arni Clementsen
Ítróttir (ítr.): Árni Dahl, Jógvan Jensen, Niels Nattestad
Jarðfrøði (jarðfr.): Lis Mortensen
Kirkjumál (kirkj.): Petur Martin Rasmussen
Kortspæl (kortsp.): Jógvan Bærentsen
Landafrøði (landafr.): Lis Mortensen
Lívfrøði (lívfr.): Álvur av Kák, Árni Olsen
Læknafrøði (lækn.): Álvur av Kák, Árni Olsen
Løgfrøði (løgfr.): Hans Trygvi Teirin
Plantufrøði (plfr.): Anna Maria Fosaa, Sigga Rasmussen
Postmál (postm.): Mortan Rasmussen
Ravmagn (ravm.): Pól Jespersen
Roknskapur (rokn.): Heðin Samuelsen
Sálarfrøði (sálfr.): Álvur av Kák, Árni Olsen
Seyðalitir (seyðal.): Tollakur Djurhuus, Helgi í Brekkunum
Siglingarfrøði (siglfr.): Jóannes Skaale
Skip og skipasmíð (skip.): Jóannes Skaale
Skúlamál (skúl.): Petur Jacob Sigvardsen
Stjórnmál (stjm.): Jógvan Mørkøre
Stjørnufrøði (stjfr.): Pól Jespersen
Støddfrøði (støddfr.): Pól Jespersen
Søga (søg.): Hans Jacob Debes
Talv (talv): Sámal Christiansen
Teldufrøði (teld.): Petur Zachariassen
Tónlist (tónl.): Ólavur Hátún
Trygging (trygg.): Mortan Poulsen
Tøkni (tøkni): Jákup í Gerðinum
Veðurfrøði (veðurfr.): Petur Skeel Jacobsen
Jeffrei Henriksen hevur rættlisið og bøtt um rættskrivingarreglurnar. Hjalmar P. Petersen hevur givið ráð um ljóðskriftina. Marius Staksberg hevur kannað stóran part av tilvísingartølum millum greinir. Sjúrður Rasmussen hevur verið góður at heita á við stakspurningum um løgfrøðiorð og somuleiðis Jens Kjeld Jensen um einstøk heiti á flogkyktum og skordýrum.
Hesi hava kannað myndir og myndatekstir:
Jógvan Arge, Nicolina Jensen Beder, Dánjal Jákup Bærentsen, Dorete Bloch Danielsen, Dagbjartur Debes, Anna Maria Fosaa, Óla Jákup Hentze, Bárður Jákupsson, Pól Jespersen, Sune Joensen, Álvur av Kák, Árni Olsen, Andras Mortensen, Rógvi Mouritsen, Arne Nørrevang, Svenning Tausen, Arne Thorsteinsson og Símun Jóhan Wolles.
Starvsfólk á hesum stovnum hava javnan verið góð í ávikum: Fiskirannsóknarstovuni, Fornminnissavninum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Landsskjalasavninum, Landsbókasavninum, Náttúrugripasavninum, Oljufyrisitingini og Sjómansskúlanum.
Øllum hesum fólki veitir ritstjórnin góða tøkk.
Henning Thomsen hevur til føroyska samheitabók, sum hann hevur í gerð, fingið tilfar frá móðurmálsorðabókini, so hvørt sum tað hevur verið frágjørt. Hann hevur loftað mongum mistakinum og lagt mangt orðið afturat, eina helst úr bygdarmáli sínum, sunnbiarmáli. Hansara lutur hevur verið orðabókini til stóran bata. Fyri hetta eigur hann serstaka tøkk frá ritstjórnini.
Eyðun Andreassen hevur verið orðabókarmanningini góður í ráðum á endaskeiðinum.
Ritstjórnini er fullgreitt, at mangt átti at verið betur gjørt bæði í orðavali og orðatýðingum. Orðabókin verður løgd undir vónandi vælviljaðan dóm teirra, ið fara at nýta hana. Heitt verður á tey, sum sakna orð ella finna eitthvørt brek við bókini, um at gera vart við tað, so at tað kann verða umbøtt í næstu útgávu.
Tórshavn, tollaksmessudag 1997
Jóhan Hendrik W. Poulsen