Rættskrivingarreglur

Stavraðið

  1. Í føroyskum skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir.
  2. Smáir stavir: a, á, b, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, r, s, t, u, ú, v, y, ý, æ, ø.
  3. Stórir stavir: A, Á, B, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, R, S, T, U, Ú, V, Y, Ý, Æ, Ø.

 

Stórir og smáir stavir

Meginreglan er, at øll orð uttan sernøvn verða skrivað við lítlum fyrstastavi.

 

Við smáum støvum

  • Nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum: januar, februar, o.s.fr., týsdagur, leygardagur, jól, páskir, hvítusunna, skírhósdagur, langafríggjadagur, dýri biðidagur, jólaføsta, nýggjár, trettanda, føsta, føstugangur (men: Kristi himmalsferðardagur), jóansøka, ólavsøka, mikkjalsmessa, tollaksmessa, flaggdagur.
  • Nøvn á tjóðum og íbúgvum: føroyingur, breti, dani, íslendingur, suðuroyingur, vágamaður, havnarmaður, hvalbingur.
  • Nøvn á monnum, ið fylgja politiskum flokkum: fólkafloksmaður, javnaðarmaður, sambandsmaður, sjálvstýrismaður, tjóðveldismaður.
  • Samansett orð, har ið fyrri liður er sernavn: nólsoyarbátur, hvalbiargrind, danmarkarferð, grønlandskópur.

 

Við stórum stavi

  • Við stórum stavi verður skrivað fyrsta orð í teksti. Stórur fyrstistavur verður nýttur aftan á punktum og eisini aftan á spurnartekn og rópitekn, tá ið hesi tekn hava gildi sum punktum: „Hvar fert tú?“ „Til útróðrar.“

 

Aftan á kolon verður nýttur:

  • Stórur stavur við beinleiðis talu og uppafturtøku: Guð segði: „Verði ljós!“ Og tað varð ljós.
  • Lítil stavur við frágreiðingar, dømi o.tíl.: Trinnanda seðlar: bláir, gulir og reyðir.

 

Sernøvn

  • Stórur stavur verður nýttur í sernøvnum og felagsnøvnum, ið nýtt verða sum sernøvn.
  • Eginlig sernøvn, sum eru stakorð. Av meginbólkunum kunnu sum dømi verða nevnd: Fólkanøvn: Sjúrður, Brynhild; Sigmundarson, Buðladóttir. Nøvn á djórum, skipum, bátum, lutum: Snati, Flekka, Merkið (føroyska flaggið); Smyril (skipið). Staðanøvn: Føroyar, Bretland, Tórshavn, Atlantshav. Gøtunøvn: Tróndargøta, Dalavegur. Stjørnufrøðilig nøvn: Jupiter, Orion, Venus, men: jørðin, sólin, mánin, vetrarbreytin, grannlýsið o.tíl. Trúarlig heiti: Gud, Guð, Harrin, Várharra, men: faðirin, skaparin, sonurin, menniskjusonurin, frelsarin, heilagi andin. Nøvn á feløgum, flokkum o.tíl.: Føroyingafelag, Fólkaflokkurin.

 

Tví- ella fleirliðað sernøvn

  • Lýsingarorð framman fyri ella aftan fyri navn verður skrivað við stórum stavi, um tað kennist sum partur í navninum, t.d. Stóri Gutti, Ríki Jákup, Kálvur Lítli, Ólavur Heilagi, Fjallið Mikla, Hellan Hála, Havið Kyrra. Men er lýsingarorðið at skilja sum tittul ella starvsheiti, verður tað skrivað við lítlum stavi, t.d. Ólavur kongur, Hákun jallur, Tróndur prestur.
  • Í nøvnum á stovnum er bert fyrra ella fyrsta orðið við stórum: Føroya landsstýri, Tjaldurs apotek. Men stytt nøvn á almennum stovnum kunnu annaðhvørt verða skrivað við stórum ella lítlum stavi: Løgtingið ella løgtingið, Landsstýrið ella landsstýrið, Landsskjalasavnið ella landsskjalasavnið.
  • Fyriseting undan staðanøvnum verður skrivað við lítlum: við Á, undir Kletti, oman Garða.
  • Hjáorð undan staðarnavni kann verða skrivað við stórum, um tað kennist sum partur í staðarnavninum, t.d. Inni í Dal, Frammi í Stovu, Yviri við Strond (men: eg gekk yviri við Strond).
    Í sernøvnum við fleiri liðum verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum stavi; er eitt ella fleiri av seinnu orðunum sernavn, verður tað eyðvitað eisini skrivað við stórum, t.d. Hitt kristiliga føroyska ungmannafelagið í Keypmannahavn, Meginfelag føroyskra studenta (men stytt MFS), Hitt føroyska studentafelagið, Sameindu tjóðirnar (men stytt ST).
  • Í bókartitlum, nøvnum á listaverkum o.tíl. verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum og hini við smáum, uttan sernøvn, t.d. Feðgar á ferð, Hitt ævinliga gonguverkið, Songbók Føroya fólks, Føroya kvæði (men stytt FK).

 

At býta orð sundur ímillum reglur

Samansett orð verða sundurbýtt eftir orðlutum, t.d.: skriv-stova, fiski-maður.
Mong avleidd orð verða eins og samansett orð sundurbýtt eftir orðlutunum, t.d.: frá-líkur, viður-kenna, fiski-skapur, kjøkr-utur, turr-ligur, bind-indi.
Ósamansett orð verða býtt soleiðis, at orðstovnar standa fyri seg og endingar fyri seg. Hent er at hava til reglu, at so nógv hjáljóð, sum til ber, koma við í fyrra lutin, og at seinni luturin byrjar við sjálvljóði, t.d.: arm-ur, stór-ur, hundr-að, tuberkl-ar, bát-arn-ir (ella: bát-ar-nir), kon-urn-ar (ella: kon-ur-nar), stein-un-um.
Viðm. Ansið eftir, at orð verða sundurbýtt heilt øðrvísi í donskum enn í føroyskum. Fleiri orð eru óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir donskum reglum, t.d. goymsla, brongla; eftir reglunum kundi verið býtt framman fyri -a, men ikki er siður at lata stakstav fara niður á nýggja reglu, hann rúgvar ikki meir enn bindistrikan. Harafturímóti er goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.
Nær orð verða samanskrivað 

Stovnsamansetingar verða skrivaðar í einum orði. Fyrri orðstovnurin í samanseting verður ikki bendur eftir kyninum á seinna liði, t.d. maðurin er blíðoygdur, barnið er blíðoygt; hvítkál, reyðkál, hvítvín, reyðvín.
Byrjar seinni liður í samansettum orði við hjáljóði, eigur ikki -ggj ella -gv at koma afturat í fyrra liði, t.e. eingin skerping verður, t.d. blýfríur, blýlodd, blýpetti, sjófiti, sjósíl. Byrjar seinni liður við sjálvljóði ella h framman fyri sjálvljóð, verður skerping, t.e. -ggj ella -gv kemur ímillum, t.d. hoyggjhús, sjógvhøna.
Hjáorð og fyriseting verða skrivað í tveimum orðum, tá ið stýring kemur aftaná, annars í einum orði, t.d. hann fór inn um dyrnar, men: kom innum! Fá tær mjólk út í drekkað, men: fá tær útí; hann fór niðan á bakkan, men: komin niðaná, fekk hann sær ein bita. – Ikki at blanda við hjáorð, ið ikki verða samanskrivað, t.d. út aftur, niður aftur.
Orð, sum enda við -megin, verða altíð skrivað í einum, t.d. báðumegin, hesumegin, hinumegin, hvítumegin, høgrumegin, somumegin, øðrumegin.
Ansið eftir ikki at blanda saman orð sum t.d. ósmæðin og ov smæðin. Forstavilsið ó- merkir ‘ikki’ (ósmæðin ‘ikki smæðin’), og hetta verður skrivað í einum orði. Men ov merkir ‘meir enn gott er (ov smæðin ‘smædnari, enn gott er’); hetta verður skrivað í tveimum orðum, og tað verður framborið sum [o:] (ikki sum [‘u]).
Mælt verður til at skriva heldur av stað enn avstað, í dag enn ídag, til lukku enn tillukku.
Teknseting

Teknseting skal gera tað, ið skrivað er, lættari at skilja. Teknini verða tí nýtt bæði til at seta mark hugsanarliga og málfrøðiliga og til at greina styttri ella longri steðgir (íhald).
Punktum 

Punktum merkir, at høpið er at enda komið. Punktum verður sett aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning): Marjun hevði ta gávu at kunna síggja á fólki, hvat tey hugsaðu. Nú ið maðurin nærkast, kennir froðbingurin, at hetta er hin fyrri bóndin í Kirkjubø.
Semikolon 

Semikolon verður eins og punktum nýtt aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning), men merkir styttri íhald enn punktum, men heldur longri enn komma. Tað er vanligt at seta semikolon, tá ið tvær høpisheildir eru ein eind mótvegis tí, ið undan og aftaná stendur: Í gjár var eg í Vágum; í morgin fari eg til Suðuroyar.
Komma

Komma verður sett til at skilja sundur heilmeiningar, sum hoyra saman, eitt nú tá ið tær eru samanbundnar við og, men. – Eitt lúgvar, annað brýtur. – Skrín hansara kom tó aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva. – Hon settist at gráta, men Guttormur royndi at ugga hana. 
Eisini verður komma sett við ófullfíggjaðar setningar, har ið t.d. sagnorðið er undirskilt frá setninginum frammanfyri: Hann fór til høgru, eg til vinstru. Komma skilur setning frá tiltaluorði: Kom higar, Hanus! – Jóannes, far mær eini ørindi!
Eisini til at seta mark millum høvuðssetning og eykasetning og eykasetningar sínámillum: Hann kvíðaði fyri, at hann fekk ikki kúnna, um Hanus fekk at vita, at tað var Jørundur, ið hevði verið og sagt frá.
Komma inni í setningi

Millum javnskipaðar liðir, ið ikki eru samanbundnir við sambindingarorði, og millum javnskipaðar liðir, ið eru samanbundnir við men: Hon keypti mjøl, sukur, epli og te. – Skrivstovukonan er bæði dugnalig, íðin og blídlig. – Hann er ungur, men sterkur.
Undan og aftan á ávísingarlið í samstøðuskipan (appositión): Hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratindur, er 882 metrar høgt. Viðm. Vanliga verður komma ikki sett undan ávísandi yrkisheiti, ið er viðurnevni at kalla: Tróndur prestur; Janus skald; Jóannes bóndi.
Við hvørt framman fyri og aftan á orðasambond, ið hava vissa sjálvstøðu í setninginum, eyðkend við íhaldi: Vit fara av stað fyrsta dagin, kanska longu í morgin. – Tað kostaði 20 kr., alt íroknað.
Frávik frá reglunum um kommaseting

Um liður í høvuðsetninginum er tætt knýttur at eftirfylgjandi eykasetningi, kann komma verða sett undan hesum liði: Hann helt av stað, í somu løtu sum boðini komu. Vit fingu okkum at eta, hálvan tíma áðrenn vit plagdu. Eg tosaði við hann, ein tíma áðrenn hann fór (men við aðrari merking: Eg tosaði við hann ein tíma, áðrenn hann fór). Tað er ikki annað, enn væntandi var.
Komma verður ikki sett, tá ið ikki sæst, hvar eykasetningurin tekur við: Tað er langt síðan eg havi sæð hann. Soleiðis við setningaflættan: Hvat heldur tú klokkan er? So væl hevði eg ikki hildið tað fór at falla í lag. Hetta er ein bók, sum eg haldi tær fer at dáma væl. Somuleiðis, har tveir eykasetningar eru saman um fyrsta orð: Urtin trívst best, har lendið er vátligt og skuggi er. Ein summardag, tá ið sólin skein og fuglarnir lótu.
Kolon

Kolon verður sett undan beinleiðis talu: Hann segði: „Eg komi, um eg sleppi.“ Harafturímóti: „Eg komi,“ segði hann, „um eg sleppi.“ – „Eg komi, um eg sleppi,“ segði hann.
Í summum førum við upprokning ella nærri frágreiðing: Skandinavisku londini: Danmørk, Noreg og Svøríki. – Nú skilti eg: maðurin var blindur.
Gásareygu

Gásareygu verða sett við beinleiðis talu: Tá ið tú sigur „beinan vegin,“ meinar tú „um ein hálvan tíma.“
Stundum um bókartitlar, nøvn á lutum, stovnum o.tíl.: strandfaraskipið „Smyril“; „Feðgar á ferð“ eftir Heðin Brú.
Tað verður mælt til at seta gásareyguni aftan á skiltekn sum punktum, komma, spurnartekn, rópitekn.
Spurnartekn 

Spurnartekn verður sett aftan á spurnarsetningar (høpisheildir). Eru fleiri spurnarsetningar samanbundnir, verður spurnarteknið javnan sett aftan á hin seinasta: Vilt tú hava te, ella dámar tær betur kaffi? (Men hin vegin ikki eftir spurnareykasetning: Hann spurdi, um eg vildi hava te.)
Rópitekn 

Rópitekn verður nýtt aftan á útróp og aftan á boðs- og hugssetningar: Hey! – Tví vorði tær! – Gev mær knívin! – Gævi satt, eg var liðugur!
Tankastrika 

Tankastrika til at marka íhald, sum okkurt óvæntað kemur aftan á: Nú havi eg funnið knívin; hann var – í slíðrunum!
Fyri og eftir innskot: kemur hann – og tað vóni eg – fara vit at spæla kort.
Klombur 

Klombur verða sett uttan um innskot, frágreiðingar o.tíl. Klombur um orð, orðlutir ella setningar verða nýtt at marka uppískoyti, neyvari frágreiðing, tilskilan ella valmøguleikar: Slættaratindur (í Eysturoy) er hægsta fjall í Føroyum. Í steðginum fæst okkurt drekkandi til keyps (sodavatn, øl, kaffi). Eyga eitur eygu(r) í fleirtali.
Klombur og onnur tekn

Punktum, semikolon og komma verða altíð sett aftan á eini klombur, og semikolon ella komma verða ongantíð sett undan einum klombrum. Jákup spældi ikki við í dag (hann var sjúkur); men vit vunnu dystin kortini. Útvarp Føroya (sum byrjaði at senda í 1957) hevur ment seg nógv.
Bindistrika

Bindistrika verður nýtt, tá ið fleiri samansett orð eru um sama orðlut: vanlukku- og ábyrgdartrygging; út- og innflutningur.
Við orðbýti millum reglur.
Við samanseting av tølum og bókstøvum: 1990-árini, A4-stødd.
Við samanseting av byrjanarstøvum og smáum bókstøvum: ST-sáttmáli, ES-frágreiðing, HF-prógv.
Tá ið hóskandi er at býta samansetingarliðir sundur: ikki-álopssáttmáli, i-umljóð, Versailles-sáttmálin, norskt-svenskt samarbeiði, føroysk-donsk orðabók.
Millum navn og eyðkennisnavn frammanfyri, t.d. Uppsala-Pætur, Nólsoyar-Páll.
Í merkingini ‘frá … til’: opið mánadag-fríggjadag 9-16. 10.-21. partur (hvørfall). 1.-10. oktober; veturin 1994-95.
Burturfalsmerki 

Burturfalsmerki (apostroff) verður nýtt, tá ið bókstavur er burturúrlagdur (ofta í skaldskapi): Gakk tú fram við góðum treyst’.
Styttingarmerki (punktum)

Styttingarmerki (punktum) verður nýtt, tá ið orð verður stytt, við at bókstavir verða burturúrlagdir: hr., t.d., o.s.fr. (Styttingar verða skrivaðar við ongum gloppi ímillum).
Eftir raðtøl verður altíð nýtt punktum: 29. juli. (Glopp skal vera millum raðtal og tað orðið, ið aftaná kemur).
Punktum verður ikki nýtt í sambandi við hesar styttingar: m (metur/metrar), l (litur/litrar), kg (kilogramm), km (kilometur/metrar). Men punktum verður nýtt í styttingini kr. (króna/krónur).
Í styttingum sum SAS, EFTA, USA, ST verður punktum heldur ikki nýtt.
Staða- og fólkanøvn

Føroysk staðanøvn

Føroysk staðanøvn, ið eru lýsingarorð saman við navnorði, verða skrivað í einum orði (t.d. Langasandur, Lítlagil), tó við hesum undantøkum: Lítla Dímun og Stóra Dímun. Staðanøvn, sum hava lýsingarorðið aftanfyri, verða skrivað í tveimum og við stórum í báðum orðum, t.d. Gjógvin Lítla.
Nøvn, ið eru navnorð saman við fyrisetingarliði, verða skrivað í trimum, navnorðini við stórum og fyrisetingin við lítlum, t.d. Áin í Rættum, Fjallið millum Botna.
Øll onnur orð, ið eru samansett av fleiri liðum, verða skrivað í einum, hvussu langar samansetingarnar annars eru, og hvussu tær annars eru vorðnar, t.d. Brattaskoragjógv, Fuglfjarðarskarð, Heimantúnstriðingur.
Fyrisetingar framman fyri staðanøvn

av og á hoyra saman: á Eiði – av Eiði; eg búgvi á Eiði; eg eri av Eiði; á Strondum – av Strondum.
í og úr hoyra saman: í Havn – úr Havn; eg búgvi í Havn; eg eri ættaður úr Havn; í Vatnsoyrum – úr Vatnsoyrum.
við og frá hoyra saman: við Gjógv – frá Gjógv; hann býr við Gjógv; hann er ættaður frá Gjógv; við Ljósá – frá Ljósá; við Norðskála – frá Norðskála.
Gevið gætur, at tað eitur í Syðradali og úr Syðradali í Streymoy, men á Syðradali og av Syðradali í Kalsoy.
Um skip og bátar, sum liggja á sjónum úti fyri bygdini ella við bryggju, siga vit í flestum førum ikki, at tey liggja í men á (á Vestmanna), og teir fara ikki úr men av (av Vestmanna). Lómur kom á Havnina; kl. 19 fer hann av Havnini til Danmarkar.
Góður føroyskur málsiður er at hava fyrisetingina í framman fyri oyggjanøvn og oyggjalandanøvn: í Føroyum, í Hetlandi, í Orknoyggjum o.s.fr. Danskt og onnur skandinavisk mál nýta harafturímóti fyrisetingina på í tílíkum føri sum t.d. „på Færøerne, på Shetlandsøerne“. Tá ið tað kemur til fjarari lond, hava vit lyndi til at skifta lag, taka fremmanda háttin og nýta á fyri í: „á Álandi, á Filipsoyggjum“ o.s.fr. Fóru vit eftir føroyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit heldur í Álandi, í Filipsoyggjum o.s.fr.
Bústaðurin í hvørjumfalli

Mælt verður til at hava t.d. gøtunavn, bygdar- ella býarnavn, oyggjarnavn o.tíl. í hvørjumfalli við ongari fyriseting sum t.d. bústaðarnavn ella uttanáskrift á brævi, t.d. Bogi Ísaksson, Fuglafirði, Anna Jógvansdóttir, Garðagøtu 5, Vági, Ormur Ívarsson, Skála. Er gøtunavnið sett saman av fleiri nøvnum, verður síðsti navnaliður skrivaður leysur frá, t.d. V.U. Hammershaimbs gøtu 16.
Fólkanøvn 

Fólkanøvn eru sernøvn og bendast eins og felagsnøvn, t.d. Finnur, Finn, Finni, Fins; – Tróndur, Trónd, Tróndi, Tróndar; – Ása, Ásu, Ásu, Ásu; – Turið, Turið, Turið, Turiðar.
Konufólkanøvn, ið enda við -in og -un (t.d. Guðrun, Katrin, Marjun), hava í hvønnfalli endingina -a (Guðruna, Katrina, Marjuna) og í hvørjumfalli -i (Guðruni, Katrini, Marjuni), men tey konufólkanøvn, ið enda við -unn, t.d. Ingunn, Tórunn, eru óbend í hvønn- og hvørjumfalli, men í hvørsfalli er endingin -ar, t.d. Ingunnar. Konufólkanøvn, ið enda við -vá (t.d. Gunnvá, Oddvá, Rannvá), eru óbend í hvønn- og hvørjumfalli. Í hvørsfalli er endingin -ar. Navnið Sunniva bendist sum t.d. Ása.
Mannfólkanøvn sum Beinir, Birgir, Grettir, Tórir o.tíl. eru torbend á nútíðarmáli. Tann bendingarflokkur, sum hesi nøvn hoyra uppí, er burturdottin í nútíðarføroyskum, og tí verður mælt til at hava sama snið í hvønnfalli sum í hvørfalli, t.d. Brestir, men í hvørjum- og hvørsfalli: Bresti, Brestis. Í nøvnum sum Halgir, Lykkir og Melkir er hevd fyri at hava -ir í stovninum gjøgnum alla bendingina, t.d. Halgir, Halgir, Halgiri, Halgirs, og nøvn sum Jaspur, Øssur og Gissur hava -ur í stovninum gjøgnum alla bendingina.
Í fólkanøvnum, sum hava endingina -s í hvørsfalli, verður hetta -s varðveitt, tá ið -son ella -dóttir verður lagt afturat, t.d. Eiriksson, Eiriksdóttir í hvørfalli, (men -dóttur í hinum føllunum).
Í styttingum av nøvnum og navnorðum eigur hvørsfalsending ikki at koma fyri, t.d. limir FK (og ikki: limir FK’s). Styttingin umboðar orðið í øllum føllum, eisini í hvørsfalli.
Talorð

Talorð verða nýtt, tá ið greiðast skal frá, hvussu nógv er til av teimum lutum, ið um er talað. Í føroyskum eru tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru/„donsku“: tretivu, hálvtrýsinstjúgu ella hálvtrýss, trýsinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems. Tað eru trý sløg av tølum: grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
Grundtøl verða nýtt, tá ið nakað verður talt beinan vegin, t.d. ein, tveir, tríggir, fýra. Av grundtølum bendast einans tey trý fyrstu. Øll hini grundtølini bendast ikki.
Raðtøl verða nýtt, tá ið sagt verður, hvussu lutirnir standa á rað, t.d. fyrsti, annar, triði, fjórði. Fyrsti er til bæði í veikari og sterkari bending, alt eftir tí ið samanhangið krevur. Annar var upprunaliga sterkt bent í øllum føllum, men í nýføroyskum ber til at siga t.d. aðru ferð í hvønnfalli (í gomlum máli var tað aðra ferð). Triði (hvønnfall triðja), fjórði, fimti og uppeftir er alt bert veikt bent.
Skiftitølini eru bert trý í tali: einir, tvinnir og trinnir í kallkyni, einar, tvinnar og trinnar í kvennkyni og eini, tvinni og trinni í hvørkikyni. Tey bendast eins og lýsingarorð. Tey verða bert nýtt um fleirtalsorð, og tey siga, hvussu nógv pør eru av hvørjum luti: einir slíðrar, einar brillur, tvinnir skógvar, tvinnar hosur og tvinni hosubond. Tað eitur einar hosur, tá ið vit tosa um eitt hosupar, men ein støk hosa. Eisini t.d. um samheildir sum eini kort (spælikort), eini avroð.
Trý og tríggir

Trý verður einans skrivað við ý, tá ið tað stendur einsamalt; men verður nakar bókstavur skoyttur upp í orðið, hevur tað í (tríggir, tríati, trímenningur, trífalt). Onnur talorð, t.d. fýra og trýss hava altíð ý. Mælt verður til, at grundtalið 50 verður skrivað við tveimum m’um fimmti til at greina tað betur frá raðtalinum fimti (5.).
Talstavir ella bókstavir

Í nógvum førum er skilabetri at nýta tøl, sjálvt um tey eru lægri enn 10. Tað geldur serliga í hesum førum: 1. Við styttingar o.s.fr.: Talorð, sum standa saman við styttingum ella teknum, verða vanliga skrivað við tølum: 4 kg – 3 km – 4 l – 5 kr. – 8 % – 10 $.   
2. Tíggjutalstøl og brot: Eisini tøl, sum eru partar av tíggjutalstølum ella brotum, verða vanliga skrivað við tølum, hvussu lág tey enn eru: 6,4 – 8,2 km/l – 3,75 kr. – 3½ kr.  3. Hagtøl o.a.: Tað sama  geldur í sambandi við hagtøl og talsamanberingar og í neyvari taláseting yvirhøvur.  4. At finna aftur: Eisini tá ið um ræður at finna tøl skjótt aftur í einum teksti, kann orsøk vera at skriva tey við talstøvum heldur enn við bókstøvum. Harafturat er lættari at raka við tøl á eini blaðsíðu. 5. Reglufesti: Annars er at vera reglufastur í sama teksti. 
Upphæddin á kekkum skal altíð skrivast við bókstøvum og tá við norrønum talheitum, men gevið gætur, at einki glopp skal vera ímillum orðini, t.e. alt skal skrivast í einum, t.d. trýhundraðogfimmti 00/100 (350,00). Gevið gætur, at trý í hesum føri verður skrivað við ý!