Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Helgi Rasmussen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Helgi Rasmussen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-417-1
Útgávudagfesting: 15. september 2021

eitt

Helgi Rasmussen

Fyrsta føroyska yrkingasavn við nýtsluvegleiðing.

Vegleiðingin er: Dvøl við linjurnar og tak einstakar upp aftur, áðrenn tú heldur fram.

Gert tú tað, fært tú eitt vaggandi stev í upplesturin, sum minnir um føroyskan dans.

Okkurt, ið minnir um tvey fram og eitt aftur.

Steðga á, bakka, krøk í nýtt, so birtast myndir, ið bregda seg hvør inn í aðra. 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
19,87 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Helgi Rasmussen

Helgi Rasmussen (1961) er cand. psych. aut. við organisasjóns- og vinnu­lívssálarfrøði sum sergrein. Eigur fyritøkuna HR -Psykologi.

Hevur arbeitt í Habiliterings-­tjen­est­en Kristianssand, Noregi, sum ráðgevi hjá kommunum í sambandi við menniskju, sum bera brek, og arb­eitt á Nørbygård, sum er við­gerð­ar­stovnur fyri alkohol- og evnis­misnýtarar í Hanstholm, Danmark. 

Í 20 ár hevur hann arbeitt við leiðslumenning og organisasjónsmenning. Mill­um samstarvspartnarar hava verið COK, NPR Erhvervspsykologer og Proces.

Bæði á leiðslumenningarskeiðin­um ‘Kommunal ledelse’ og á skeiðinum ‘Professionelt Lederskab’, vóru leiðarar, sum høvdu mong ár á baki. 

Á privata marknaðinum skipaði HR-­Psykologi fyri „Praktisk Leder­træ­ning“ við leiðarum frá  KAB, Radio­meter, Haldor Topsø, Tele Danmark o.ø.

Helgi Rasmussen hevur øll árini arb­eitt í Føroyum við serligum ­denti á organisa­sjóns-, samskiftis- og leiðslumenning serliga í komm­un­alari og almennari um­siting.

Nú arbeiðir hann við at menna org­an­­isasjónir og leiðslur í Før­oy­um, Danmark og Grønlandi.

Aðrar bøkur Helgi Rasmussen

ást
19,87 EUR
Finn teg í organisasjónini
46,72 EUR

Aðrar bøkur Yrkingar

Nýggj
Vit skulu upp og avstað
26,58 EUR
Allir luktir örkymla mín staðarsans
26,58 EUR
Tann ákærdi boðberjin
26,58 EUR
Dreymaólag
19,87 EUR
ást
19,87 EUR
Martin Joensen
53,43 EUR