Himmal og helviti
Í verkinum verður lesarin drigin inn í lítla útróðrarbygd á Vestfjørðum fyri stívliga hundrað árum síðan, har treystir menn leggja til havs um dagarnar og berjast við sjálva náttúruna. Í frásøguni er ungur, navnleysur maður, ikki kallaður annað enn “drongurin”, og vinur hansara Bárður. Teir rógva út saman á einum seksæringi.
Henda greipan víkur fullkomiliga frá hinum útróðarmonnunum, tí teir loyva sær at gloyma bardagan fyri lívinum við at lata seg søkka niður í bókmentir. Dreinginum leingist eftir onkrum øðrum enn tí, tað karga sjómannalívið býður. Hugurin reikar um gleim, og hann tráar eftir at læra mál og víðka sjónarringin.
Á útróðri ein dagin brestur illveður á sum eitt skot. Tó at troyggjurnar eru væl tøvdar, gýsur ógvisligi vetrarkuldin ígjøgnum tær, og Bárður frystir til deyðis úti á opnum havi.
Drongurin er nú einsamallur í heiminum.
Nívdur av sorg fer hann úr bygdini og ætlar sær at bera eigaranum bókina “Mista paradísið” aftur. Hann leggur ikki lag í nakað, tí hann hevur gjørt av at sameinast við vinmannin í deyðanum. Men tá ið hann kemur inn í býin, verður hann øðrvísi bergtikin av tí lívi, ið har er, og hann ger av, at hann kann ikki sameinast við vinmannin so beinanvegin.