Harmur einglanna
Tíðin hevur tað við at arga okkum, og hon ber okkum alt upp í hendurnar, bara fyri at taka tað frá okkum aftur. Tað eru tríggjar vikur, síðan drongurin kom á Plássið við ómetaliga vandamiklum skaldskapi á bakinum, og fyri hvønn dag, ið gongur, verður teinurin millum Bárð og lívið náðileyst longri og longri.
Jens, postberin, er komin vegin fram til Plássið, slapp við neyð og deyð undan høgættini, hóast várið er komið at vitja. Teir báðir, drongurin og Jens postberi, fara ein av seinastu døgunum í aprílmánaði yvir á Vetrarstrondina, har jarðrokið fær himmal og hav at verða eitt og beinir ættirnar og landslagið burtur. Hevur devulin onkuntíð skapt okkurt her í hesi verð, umframt pengar, er tað jarðrok á fjøllum.
Harmur einglanna er sjálvstøðugt framhald av bókini Himmal og helviti, sum Sprotin gav út í 2022. Jón Kalman Stefánsson hevur seinastu árini tríggjar ferðir, verið tilnevndur Bókmentavirðisløn Norðurlanda-ráðsins. Hann fekk Íslendsku bókmentavirðislønina í 2005 fyri bókina Summarljós, og so kemur náttin.