Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Orhan Pamuk
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Turkey
Týðari: Pauli Nielsen
Kápusnið: iStock
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-517-8
Útgávudagfesting: 11. apríl 2024
Síður: 260

Reyðhærda Kvinnan

Orhan Pamuk

Í útryðjuni av einum býi fittan tein uttan fyri Istanbul arbeiða ein brunngravari og lærlingur hansara við at finna vatn í víðum turrlendi. Sum teir báðir knossast í summarhitanum og grava seg longri og longri niður í lendið, knýta teir vinabond og siga søgur hvør fyri øðrum, sum spegla ymisku áskoðanirnar á heimin. Teir báðir – tann fátæki gamli drongurin og ungi drongurin, ið misti pápan, sum varð settur í fongsul fyri politiskt virksemi ímóti stjórnini. 

Teir fara til handils inni í býnum og taka sær av løttum har eftir dagsins strev. Har fær drongurin eyga á ta reyðhærdu kvinnuna og verður trásettur av henni, sum er eins hugtikin av honum sum hann av henni. Ørastu dreymarnir hjá dreinginum verða veruleiki, men í gáloysni hendir ein vanlukka, sum rakar brunngravaran, og drongurin flýggjar aftur til Istanbul. 

Fleiri ár ganga, áðrenn hann gáar eftir, at kanska átti hann ikki ábyrgdina av, at meistarin doyði, og somuleiðis hvør hetta reyðhærda gandakvendið var. 

Ein bergtakandi søga um ættarbond og kærleika, um eystur og vestur, siðvenju og nútíðarrák eftir ein av nútíðarinnar stóru frásøgumonnum. 

---

REYÐHÆRDA KVINNAN varð umrødd í Lesikrókinum 25.04.2024

Nøgd
Vanligur prísur
USD 43.06
Klubbaprísur
USD 34.45
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Orhan Pamuk

Orhan Pamuk er turkiskur rithøvundur. 

Hann er føddur í 1952 og vaksin upp í Istanbul. Har býr hann, og har ætlar hann sær sær altíð at búgva, hóast tað, tá ið harðast hevur leikað á, hevur verið beinleiðis hættisligt. Heima í Istanbul, í meldrinum millum eystur og vestur, hevur hann skrivað um samleika, um hetta fremmanda í okkum, so vit kenna tað aftur, tá ið vit lesa tað, sum hann skrivar. Greiðast man tað vera í nýggjasta avrikinum, Reyðhærda Kvinnan. 

Viðkomandi og spennandi sum ein brotsskaldsøga frá byrjan til enda. 

Orhan Pamuk fekk nobel-heiðurslønina í bókmentum í 2006. Í røðu síni, tá ið virðislønin varð handað, segði hann m.a.: 

At vera rithøvundur er at røða um viðurskifti, sum øll vita um, uttan at tey vita av tí. Kjarnin í góðum skald-skapi fyri øll, stutt og greitt. 

Aðrar bøkur Orhan Pamuk

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
USD 50.28
Fryst prógv
USD 50.28
Sigmundur og gullringurin
USD 43.06
Sigmundur and the golden ring
USD 43.06
Brenn øll míni brøv
USD 50.28
Maria Stuart
USD 50.28