Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jón Kalman Stefánsson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-568-0
Útgávudagfesting: 10. oktober 2024

Fjarvera tín er myrkur

Jón Kalman Stefánsson

Frásøgumaðurin vaknar í einari fremmandari kirkju onkustaðni í útnyrðingshorni Íslands. Hann hevur mist minnið og roynir at minnast lívið, sum tað var. Ein gátuførur maður hjálpir honum og verður hansara fylgisneyti. Kanska er hann busssjafførur, kanska prestur, ella kanska er hann fanin sjálvur. 

Frásøgumaðurin skrivar søguna samstundis, sum vit lesa hana, og so hvørt sum gongd kemur á, kemur eitt margfalt og livandi lið av persónum til sjóndar: Vit frætta um eitt konufólk, ið verður ásttikin í einum bónda, sum hevur sjaldsamastu bláu eygu, hon hevur sæð, og lurtar eftir Bob Dylan, eina mammu, sum verður noydd at fara frá barni sínum, ein prest, sum hevur brævasamband við ein týskan yrkjara, ein útróðrarmann, sum er serfrøðingur í Kierkegaard, ein hugtungan rokktónleikara og eina bóndakonu, sum skrivar eina grein um maðkin, moldarinnar blinda yrkjara.  

Fjarvera tín er myrkur er søgan um smílið í einari kvinnu, ið kann vekja gudarnar og lýsa heimin allan upp. Tað er ein søga um gloymsku og fyrigeving, dreymar og fáfongd, sakn og girnd, mistøk og eydnu og um lagnunnar treiska snarræði. Burtur úr fylgispælinum úr Deyðans sangskrá veksur spakuliga fram myndin av einari familju.

Fjarvera tín er myrkur er søga, sum er so vøkur, at eingin sleppur undan at verða ávirkaður av henni. 

Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jón Kalman Stefánsson

Jón Kalman Stefánsson (f. 1963) er ein av virknastu prosahøv undum í Íslandi. Hann hevur fingið nógvar virðislønir fyri skaldskap sín, bæði í Íslandi og og í øðrum londum, og fleiri ferðir hevur hann verið tilnevndur til Bók­mentavirðisløn Norður­landaráðsins.

Aðrar bøkur Jón Kalman Stefánsson

Hjarta mansins
348,00
Harmur einglanna
348,00
Himmal og helviti
348,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Sigmundur og gullringurin
298,00
Á marknaðinum í heyst
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00
Eden
248,00
Reyðhærda Kvinnan
298,00