Saltleiðirnar
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.
Toskaveiða og saltfiskavirking kollvelti samfeløgini búskaparliga, og mynstrið er tað sama: Fæloysingar loysa seg úr góðseigara- og stórbóndafjøtrum, royna eydnuna sum fiskimenn og lynna undir annan búskap. Teir leggja øgiliga nógv fyri í Norðurhøvum og undir Grønland, men veiðan kemur á døgurðaborðini hjá ensku miðalstættini, bacalaomatstovunum í Spania og teimum jødisku shtetl í Eysturevropa og kastar nógv av sær.
Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum.
Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóma tíðliga í 20. øld.