Frá høvur til hæl
„Eingin veit, hvat ein skaldsøga er ...“
– Við hesum orðum eftir danska skaldið Poul Borum byrjar Einar Már Guðmundsson (1954) sína seytjandu skaldsøgu síðan 1982. Árini frammanundan hevði hann givið út trý yrkingasøvn, og samanlagt hevur hann nú glett lesarar um allan heim við umleið fjøruti útgávum: yrkingum, skaldsøgum, stuttsøgum, barnabókum og greinasøvnum.
Í nýggjastu skaldsøguni FRÁ HØVUR TIL HÆL verður livandi sagt frá Haraldi, sum hevur sett sær fyri at verða skald, og sum saman við unnustu síni á heysti 1979 flytur úr Reykjavík til Keypmannahavnar fyrst og fremst við tí í huga – at skriva. Í Keypmannahavn hittir hann alt slag av fólki, ikki minst listafólk og skøld, og her verða lunnar lagdir undir framtíðina sum rithøvundur.
Áðrenn Haraldur er komin so langt á rithøvundaleiðini sum til Danmarkar, hevur hann eisini vitjað í Føroyum og lært lívið at kenna, og hann sigur:
Yvirhøvur vórðu vit íslendingar altíð væl móttiknir í Føroyum, men har vóru altíð onkrir, ið komu upp at stríðast við tey innføddu, vanliga vóru hetta vátligir stavnar og misnýtarar, ið onkursvegna eisini høvdu tað trupult heima.
Í hesi endurminningarskaldsøguni ferðast Einar Már Guðmundsson meistaliga á markinum millum skaldskap og endurminning.