Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Halldór Laxness
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Útgávudagfesting: 24. november 2010

Garpatáttur

Halldór Laxness

Henda skaldsøgan, sum kom fyri fyrstu ferð út í 1952 undir heitinum Gerpla, verður vanliga mett sum Nobelvirðislønarbók Halldórs Laxness.

Søgan fer fram fyrst í 11. øld og fylgir tveimum gørpum, ið eru høvuðspersónar í íslendingasøguni, Fostbrøðrasøga, Torgeiri Hávarssyni og Tormóði kolbrúnarskaldi. Leikpallurin er Ísland, Grønland, Noregur, Svøríki, Danmørk, Ongland, Írland, Vallland og londini eystan fyri Eystrasalt, har norrønir menn ferðaðust, búleikaðust og fóru um við víkingalótum og garpabrøgdum.

Bókin viðger speirekandi hetjuímyndina og tey menniskju, ið vilja ráða og valda í hesum heimi, bæði átrúnaðarliga og verðsliga. Spjótini eru hvøss og stinga djúpt, og vit síggja okkara egnu samtíð speglast í fornøldini, ikki minst valdsharrarnar, ið trúgva treytaleyst á valdsmisnýtslu og harðskap og ræðast sítt egna fólk og ta megi, ið býr í almúguni, meira enn nakað annað.

Skrivihátturin er fornur, og Halldór Laxness kannaði gjølla tann leikpall, ið hann lýsir, við at lesa fornar bøkur og skjøl, og haraftrat nýtir hann í stóran mun munnligar samtíðarheimildir. Vit fáa eina øðrvísi og meiri livandi mynd av víkingatíðini enn søgubøkurnar hava lýst, við ávísum trúvirði, tí Authorin hevur sum fáur sett seg inn í miðaldarsøguna og fornsøgu okkara. Fyrst og fremst verður tó borðreitt við sannari list og sjáldsomum skrivikynstri, og Garpatáttur verður mettur at vera eitt av høvuðsbókmentaavrikunum í seinastu øld.
---


Halldór Laxness
Halldór Laxness varð føddur í Reykjavík og vaks upp á Laxnesi í Mosfellssveit. Hann tók realprógv í Reykjavík 1918, var næmingur hjá Benediktinaramunkum í Luxemburg í 1922/23 og í Kristmunkaskúla í London 1923/24. Hann ferðaðist víða um lond, men búði meginpartin av lívinum á Gljúfrasteini í Mosfellssveit, nærindis Reykjavík, og hevði rithøvundayrkið sum høvuðsstarv heilt frá ungum árum

Halldór Laxness verður mettur at vera ein av heimsins bestu rithøvundum í 20.øld, og saman við Snorra Sturlusyni og Björk er Halldór Laxness uttan iva tann kendasti og best umtókti av øllum íslendingum upp gjøgnum íslendsku søguna. 

Hann skrivaði skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, leikrit umframt greinir og ritgerðir um øll møgulig evni. Men kendastar eru skaldsøgur hansara, og tað var sum skaldsøguhøvundur, at hann fekk Nobelvirðislønina í 1955, ikki minst fyri. skaldsøguna Gerplu, sum her er týdd til føroyskt undir heitinum Garpatáttur.

Sjálvur skrivaði Laxness 52 bøkur. Saman við teimum verkum, hann legði til rættis og týddi, kemur talið upp á nakrar og 70 bøkur, sum bara í Íslandi eru útgivnar í meira enn 200 útgávum. Uttanlands eru verk hansar útgivin í meira enn 400 útgávum, haraftrat hava nógv verk verið skrivað um hann og ritverk hansara, og bøkur hansara eru týddar til meira enn 40 ymisk mál. 

Hann fekk nógvar virðislønir fyri bókmentaligt avrik, eitt nú:
  • Nobelvirðislønina 1955
  • Nexø-virðislønina 1955
  • Íslendska Falkakrossin 1957
  • Sonningvirðislønina 1969
Vanligur prísur
NOK 145,55
Klubbaprísur
NOK 116,44
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Halldór Laxness

Dýrd himinsins
NOK 368,34
Hús skaldsins
NOK 368,34
Høll summarlandsins
NOK 368,34
Ljómur guddómsins
NOK 368,34
Útseld
Undir egið borð
NOK 279,22

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Gentan í verðini
NOK 516,86
Móðurmjólk
NOK 442,60
Leksikon um ljós og myrkur
NOK 442,60
Tá ið einglar spæla Mozart
NOK 442,60
Eyguni í Rigel
NOK 368,34
1984
NOK 442,60