Ljómur guddómsins
Ljómur guddómsins varð skrivað og givin út í tríatiárunum, eitt slóðbrótandi verk eftir kenda íslendska rithøvundin Halldór Laxness, ið tá var eitt ungt og leitandi menniskja mitt í tríatiárunum.
Ljómur guddómsins er tann fyrsta bókin av fýra, ið saman mynda stórverkið Ljós heimsins. Hon greiðir frá ungum, fátækum dreingi, Ólavi Kárasyni, ið ongan góðan eigur og verður uppfostraður hjá fremmandum bóndahúski langt burtur frá øðrum fólki. Ein einsamøll, viðbrekin og viðkvom sál, ið droymir um dýrdina, náttúruna og skaldskapin, men verður mest sum altíð við sviðusoð.
Ljós heimsins byggir á dagbøkurnar hjá einum veruligum persóni, Magnúsi Hj. Magnússyni. Tær eru til skjals á íslendska landsbókasavninum og siga frá truplari tilveru hjá einum leitandi menniskja.
Hóast long tíð er liðin frá tí, at upprunahandritið til Ljós heimsins varð skrivað, og heimurin er bæði víðkaður og tódnaður í andsøgn við seg sjálvan, kennir nútíðarmenniskjað seg framvegis aftur í hesum viðbrekna dreingjabarninum, ið spakuliga, bók fyri bók, mennist til mans.
---
Bøkurnar um Ólav Kárason eru týddar til nógv ymisk mál og hava kanska fram um annað lagt lunnar undir, at Halldór Laxness í 1955 fekk Nobelvirðislønina fyri fagrar bókmentir og varð eitt víða gitið og slóðbrótandi skald í heimshøpi.