Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Uni Holm Johannessen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Høgni Heinesen
ISBN: 978-99918-73-24-4
Útgávudagfesting: 25. oktober 2012
Síður: 214
Kápa: Heilbind

Maðurin við topphúgvuni

Uni Holm Johannessen

Maðurin við topphúgvuni er søgan um ein trukkførara úr Runavík, ið droymdi um eina tilveru sum yrkisspælari. Hann kom sum eitt skot inn á altjóða fótbóltspallin í 1990, tá føroysku amatørarnir skakaðu alt Evropa við at vinna 1-0 á Eysturríki. Við eitt var óvanliga stórur áhugi fyri manninum, sum spældi fótbólt í sjáldsomu topphúgvuni. Tíðindamenn í hópatali vitjaðu føroysku oyggjarnar, og útlendsk fótbóltsfeløg sýndu honum áhuga.

 
Henda bókin er um endaleysa stríðið hjá einum føroyskum fótbóltsspælara at sleppa ígjøgnum nálareygað. Jens Martin Knudsen spældi í bestu føroysku kappingini í 1985, tá Føroyar stóðu fullkomiliga á berum. Føroyskur fótbóltur hevði tá ongan graslíkisvøll, kappingin var illa fyriskipað og flestu spælararnir vóru tjúkkir og ófantaligir.Við manninum í topphúgvuni millum stengurnar vunnu Føroyar sær virðing í Evropa.
 
 Í 2007, tá hann takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, vóru vit so mikið framkomin, at eingin av hinum pinkutjóðunum stóðu føroyingunum kurl. Jens Martin Knudsen var við allan vegin – frá grúsvøll­unum í 1985 til skipaða pengafótbóltin í 2007.
 
Maðurin við topphúgvuni fæst á føroyskum, enskum og týskum.
Nøgd
Prísur
26,58 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Uni Holm Johannessen

The bobble hat goalkeeper
26,58 EUR
Der Mann mit der Pudelmütze
26,58 EUR

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
53,43 EUR
Veðursjúka
31,95 EUR
Sanna Dahl
53,43 EUR
Góðkrút
60,14 EUR
Hugleiðingar av marbakkanum
46,72 EUR
Reyn, kæra Reyn
60,14 EUR