Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Høgni av Heiði
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Kirstin Helgadóttir
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-52-8
Útgávudagfesting: 1. august 2013
Síður: 144
Kápa: Heft bók

Tað heita summarið

Høgni av Heiði

Við darrandi hondum knappar hon skjúrtuna upp hjá honum, smoygg­ir hana niður um akslar hansara og vevur honum eitt nýtt plagg úr sínum eymu kossum og kínum, og hann setur seg heldur ikki uppímóti, tá ið hon dregur hann við sær niður í ta stóru seingina; men hann er ikki sørt bilsin at síggja hesa fínu og fyrivarnu konuna so villa og ágangandi.

Tey søkka djúpt niður og gera aldur í tað slætta seingjarteppið. Kjóli hennara rýkur upp undir øsið, og har liggur hon sum ein opin velta fyri plógnum. Sum hon er vøkur! Tey hyldligu bróstini eru farin hvørt frá øðrum og eru gliðin út í bæði borð. Oman á teimum hvítskygdu fyllingunum spretta tvær reyðbrúnar blómur. Mjadnarnar eru vorðnar breiðari og rundari, nú hon liggur, men hovnast er hon millum lørini, sum hon gníggjar móti kroppi hansara. Hann smoyggir klæðini av sær og gevur seg í hennara mjúku, livandi fjøtur.

Prísur
22,69 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Høgni av Heiði

Høgni av Hei​ði (f. 1962) virkaði sum rithøvundur frá 1987 til 1996 og skrivaði 5 bøkur, umframt ein hóp av greinum um átrúna og lívsáskoðan. Nógv er síðani givið útaftur á Sprotanum. Hann er útbúgvin lærari og búsitandi í Keypmannahavn, har hann hevur starvast á ymsum bókasøvnum og heilsølum.

Høgni av Heiði er kanska best kendur fyri skaldsøguna ​Tað heita summarið​ (1987) og greinasavnið ​Prestar og profetar​ (1994), sum gingu nýggjar leiðir í føroyskum bókmentum. 

Aðrar bøkur Høgni av Heiði

Føroyingur við ongum flaggi
26,58 EUR
Dagar í Vietnam
20,00 EUR
Við bivandi hjarta
20,00 EUR

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Fjarvera tín er myrkur
46,72 EUR
Nýggj
Maria Stuart
46,72 EUR
Eden
33,29 EUR
Reyðhærda Kvinnan
40,01 EUR
Staklutirnir
40,01 EUR
Kærleikin
40,01 EUR