Tað heita summarið
Við darrandi hondum knappar hon skjúrtuna upp hjá honum, smoyggir hana niður um akslar hansara og vevur honum eitt nýtt plagg úr sínum eymu kossum og kínum, og hann setur seg heldur ikki uppímóti, tá ið hon dregur hann við sær niður í ta stóru seingina; men hann er ikki sørt bilsin at síggja hesa fínu og fyrivarnu konuna so villa og ágangandi.
Tey søkka djúpt niður og gera aldur í tað slætta seingjarteppið. Kjóli hennara rýkur upp undir øsið, og har liggur hon sum ein opin velta fyri plógnum. Sum hon er vøkur! Tey hyldligu bróstini eru farin hvørt frá øðrum og eru gliðin út í bæði borð. Oman á teimum hvítskygdu fyllingunum spretta tvær reyðbrúnar blómur. Mjadnarnar eru vorðnar breiðari og rundari, nú hon liggur, men hovnast er hon millum lørini, sum hon gníggjar móti kroppi hansara. Hann smoyggir klæðini av sær og gevur seg í hennara mjúku, livandi fjøtur.