Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Arnstein Niclasen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sonja Kjølbro
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-008-1
Útgávudagfesting: 12. desember 2013
Síður: 424
Kápa: Heilbind

Fólkini úti á Bø

Arnstein Niclasen

Úthurðin úti á Bø ríkir fyri seinastu ferð. Eitt avgamalt bygdarlag letur eyguni aftur eftir lokið dagsverk. Eitt harðvunnið tíðarskeið er at enda komið.     

Tey seinastu fólkini hava savnað sínar fáu pjøkar og ognarlutir saman í byrðar til burturferðar.    

Nakað av ognarlutum og okkurt av tilfari verður varisliga niðurtikið og hóskandi handfarið, tí kanska kann hetta koma aftur til nyttu í einum sethúsum, sum standa í gerð undir Glaðsheyggi í Havn.  

Henda bókin er skrivað um eitt frágingið bygdarlag, sum í øldir hevur havt heitið Úti á Bø.    

Bókin er um tvey húski, sum vóru uppsitarar fyri tvey festi. Tey hildu til har úti á Kirkjubøreyni í einari samanbygdari lon við felags inngongd. Samlaða gólvvíddin var 50 fermetrar, t. e. 25 fermetrar í vídd til hvørt húskið. Her húsaðust á leið 20 fólk alt árið, á degi og nátt, á vetri sum á sumri.  

Ætlanin er at geva áhugaðum eina hóming av, hvussu teirra tilvera var, hvørji hesi fólkini vóru, sum høvdu sína dagligu tilveru har úti í avdølum, og síðan at rekja ættina upp. Hvat varð av hesum fólkunum?    

Arnstein Niclasen hevur sín sermerkta frásøgustíl. Hann tvinn­ar yrkingar uppí og letur hugin reika, so søgan fær eitt víðsýnt og lýriskt lag.

Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

"Er nøkur bók, tú lesur í løtuni ella sum tú ætlar tær í holtur við"
Havi akkurát lisið ”Fólkini úti á Bø” eftir Arnstein Niclasen. Sera áhugaverd og upplýsandi bók, og høvundurin leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann hevur holla vitan, og skrivitekniskt ber hon brá av “Í Grønlandi við Kongshavn”, og júst tað ger hana til eina rættiliga sermerkta søgubók. Hon er uppbygd við sitatum úr øðrum verkum. og teksturin er kryddaður við reglum og ørindum úr skaldskapi. Tað kundi ljóðað sum her er talan um stilistiskar mótsetningar, men Arnstein Niclasen fær tað at rigga.

- Jóannes Nielsen, 5. november 2014
Les meira
Les minni
Dimma nr. 5 2014 - Mentanarbrúkarin | 01-01-1970
Fólkini úti á Bø - eitt ummæli
"Oldabbi tín kom av Bø", hoyrdist ofta, tá ið okur sum smádreingir fregnaðust um fedrarnar. Gamli var søgufróður, so har treyt ikki kelda at oysa úr. Tíverri vóru oyruni tá í tíðini kanska meira vend móti píkatráði úr Liverpool. Man átti at sitið betur undir orðinum ...

Flestu føroyingar kenna Kirkjubø, men mong munnu tey vera, sum ikki vistu, at eitt hanagleiv suðureftir lá bygdarlag, sum hevur sínar røtur heilt aftur í føroysku Miðøldina.

Fyri jól kom út ein sera áhugaverd bók um bygdina, sum var - og sum onkur vil vera við - kortini ikki var. Fólkini Úti á Bø er ein hugfarslig og poetisk lýsing av fólki og lagnum hjá teimum, sum vóru ognarleys tænastufólk, men kortini royndu at lívbjarga sær suður móti Kirkjubønesi.

Arnstein Niclasen greiðir frá í verki sínum, sum SPROTIN gav út fyri jól, um fólk og fæ úti á Bø. Stutt eftir aldamótið kallaði Dimmalætting Tingakross "Familieblad for Kirkebø og Omegn". Sera áhugavert er verkið, sum tó ikki setir nakran eftir.

Hvør veit t.d. at Føroya løgmaður, Guttormur Anderssøn, í 1550 festi ein 20 marka løgmansgarð úti á Bø? ("Whteby i Kirkeby").

Fleiri kenna kanska søgnina um Símun í Kirkjubø, Huldu Símun, sum søgnin sigur verða tiknan av huldumonnum. Tá búði Úti á Bø maður, ið dugdi meira enn at mata seg, Trølla Baraldur av navni. Hann bað Símun ikki fara. Men Símun lurtaði ikki eftir "trøllaskortum".

Minnist at eg einaferð ringdi til Petur Martin Rasmussen, prest, tá ið hann gav út Kirkjubøkurnar fyri Suðurstreymoyar prestagjald, at spyrja eftir ættini úti á Bø. Har var eingin ivi: allar søguligar keldur vísa, at har búði fólk so langt aftur, sum nakar veit um at siga.

Í fimtiárunum komu út sokallaðar glæstribøkur. Ein het "Hvørji búgva í bóndans garði". Tað er ein fitt, romantisk lýsing av einum bóndagarði. Men glæstribøkurnar gloyma at siga børnunum frá, hvør ið arbeiddi og strevaðist á garðinum. Tað hevur Arnstein ikki gloymt!

Í verki sínum lýsir hann bóndafólkini á Garði í Kirkjubø, men høvuðs-dentur er lagdur á tey, sum stríddust sum uppsitarar úti á Bø.

Tey búðu undir einari lon, suður eftir og norður eftir. Ein høvuðsinngongd var. Suður eftir búði Joen Ole Joensen (1791-1881), Byrgis Jógvan kallaður, og norður eftir búði Niclas Joen-Eriksen (1804 -1884).

Hann var kallaður Niklas á Bø.

Lagna teirra var at tæna sum uppsitarar - sjálvi áttu tey einki.Raskir og menskir vóru teir, tá ið teir í 1849 bjargaðu einum illa støddum Velbastaðbáti við 8 monnum og farmi.Suðurhelvt legði - tá ið eimurin kódnaði - um fjørðin til nýbygdina Skopun. Norðurhelvt endaði á Argjaboða, í Havn og ymsa staðni um landið. Og nøkur settu búgv suðuri í Suðuroy.Tá ið Julianna Poulsdóttir í 1835 fór til Suðuroyar at giftast við Jákupi í Lopra (ættfaðir til familjuna Dahl) fylgdi Poul Johannes Joen-Eriksen við og búsettist í Sjúrðhúsi í Vági. Hann giftist við Lisu í Sjúrðhúsi og fekk 9 børn. Eitt av hesum var kendi skiparin Niclas í Sjúrðhúsi, sum saman við fleiri brøðrum sínum búsettist í Grimsby.

Langomma mín, Greta í Tøðuni, var ein systir. 

Arnstein Niclasen, skyldmaðurin, hevur við verki sínum sett fedrum okkara ein minniligan minnisvarða. Nógvar forvitnisligar myndir eru í bókini umframt ættaryvirlit, frásagnir og staðanøvn. Tað ger hana ikki minni áhugaverda og lesiliga.

Var ætlanin við bókaverkinum at skriva Bømonnum eitt klípi í Føroya søgu, so má sanniliga sigast, at tað hevur eydnast honum til fulnar.

Ì 1894 savnar seinasta einkjan pjøkarnar saman og fer við øllum reiðrinum til Havnar. Tá bleiv øskukalt úti á Bø.

Men minnið um farnar fedrar og megnar møður fer at liva, so leingi sum fløðir og fjarar í Skirgjógv...

Tað skal Arnstein hava mangfoldiga takk fyri.

Arnfinnur Thomassen

Les meira
Les minni
Arnfinnur Thomassen | 01-01-1970

Aðrar bøkur Arnstein Niclasen

Aðrar bøkur Søga

Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00
Lív og lagna á Líðini
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
248,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Jóannes Patursson
248,00