Tað, vit kunnu standa við
Tey vóru ikki mong, sum høvdu hoyrt um Geir Lippestad, áðrenn hann 23. juli í 2011 tók á seg at vera verji hjá versta hópdrápsmanni í søgu Noregs.
Fólk vóru ill og ørkymlað, tí hvør var maðurin, ið troystaði sær at taka uppgávuna á seg at verja andstyggiliga drápsmannin, ið so álvarsliga hevði sært norsku tjóðina?
Í hesari bókini hugleiðir Geir Lippestad um virðini, sum hava stýrt hansara verjuarbeiði. Á botninum liggur eitt óvikandi álit á mannvirði, fólkaræði og rættartrygd. Tað verður ikki vikið frá hesum aðalreglum. Rættarsamfelagið má fevna um øll – har er einki undantak – eisini tey, sum vilja knúsa tað.
Viðurskiftini við Anders Breivik vóru eyðvitað krevjandi um somu leið, sum verjarnir lógu undir einum óvanliga ógvisligum trýsti frá fjølmiðlum í Noregi og øllum heiminum.
Lippestad tosaði bæði við tíðindafólk og onnur áhugað grundað á tað, hann nevnir virðisgrundað samskifti. Hetta var stig, sum var honum natúrligt, og hann viðger tað til fulnar í bókini. Eitt mát fyri, hvussu hetta eydnaðist, er, at maðurin ársskiftið 2012-13 varð kosin „ársins navn“ í fleiri bløðum, sum koma út um alt Noreg.
---
In Mente 04-08-2014.
Sigmund Poulsen, Leivur Persson, og Edvard Olsen, ið hevur týtt bókina, umrøða bókina úr einum demokratiskum sjónarhorni.