Vøruslag:
Pappírsbók
Høvundur/ar:
Jákup Thorsteinsson
Bólkur/ar:
Søga
Upprunaland:
Føroyar
ISBN:
978-99972-1-040-1
Útgávudagfesting:
25. apríl 2014
Síður:
474
Kápa:
Heilbind
Loysingarpolitikkur í 1940-árunum
Jákup Thorsteinsson (1943–2009) var ein av okkara dugnaligastu søgufrøðingum. Doktararitgerð hansara Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834-1852 var slóðbrótandi í føroyskari søgugransking.
Tá ið Jákup so brádliga doyði í 2009, hevði hann leingi arbeitt við at skriva søgu Tjóðveldisfloksins. Hesin fyrri parturin av tveimum er ikki bara ein partur av søgu Tjóðveldisins, men týðandi partur av nýggjaru politisku søgu Føroya. Jákup var sannførdur um, at til bar at skriva óhefta søgugransking, og í hesum verkinum sæst, at hann ongantíð hevur vikið frá tí málinum.
Hans Andrias Sølvará
Hetta fyrra bindið lýsir loysingarhugsjónir og loysingarpolitikk í 1940-árunum. Lagt verður fyri við ólavsøkurøðu Erlends Paturssonar í 1938, tí at her verður á fyrsta sinni loysingarhugtakið lagt fram sum ein fullfíggjað politisk, sosial, vinnulig, búskaparlig og mentanarlig hugsjón, ið gjørdist grundarlagið undir tí politiska virkseminum fram í okkara dagar.
Høvundurin lýsir eisini ta serligu politisku støðu, sum sonevndu „asfaltføroyingarnir“ vóru í, meðan tey vóru avbyrgd í Danmark frá 1940-1945. Hann lýsir tær stóru politisku ætlanirnar og tey høgu málini, tey settu sær, tá ið tey komu heimaftur upp undir fólkaatkvøðuna í 1946.
Bókin viðger og greinar síðani alla ta politisku støðuna og hendingarnar í Føroyum í seinna veraldarbardaga: Stór-politisku áhugamálini, samfelagsviðurskiftini, stríðið millum amtmannin og løgtingið, bretska hersetingarvaldið og framferðina hjá politisku flokkunum. Hann viðger eisini samráðingarnar eftir kríggið, fólkaatkvøðuna í 1946, tá ið føroysku flokkarnir leypa frá samtyktum sínum, gongdina til heimastýrislógina og avgerðina hjá loysingarfólkunum at stovna málgagn og politiskan flokk.
Nøgd
Prísur
kr. 349,00
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Jákup Thorsteinsson
Aðrar bøkur Søga
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Afturbrá
348,00
Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00
At liva í løtum
248,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00