Pappírsbøkur Ljóðbøkur Ymiskar vørur Høvundar Týðarar Kápusnið
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Oddfríður M. Rasmussen
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jón Sonni Jensen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-163-7
Útgávudagfesting: 21. oktober 2015
Síður: 76

Av heilum hjarta

Oddfríður M. Rasmussen

Oddfríður tekur soleiðis til í formælinum: Vit eru eitt tigandi fólk, føroyingar. Tøgnin hevur nógv at siga. Og tá ið vit tosa, eru vit fámælt. Mær dámar ótrúliga væl tað stutta og sigandi orðið. Tað rámandi og tætta orðið. Slitið í orðunum. Gloppið í sekundunum millum orðini. Tað beinrakna orðið, ið eyðkennir okkum føroyingar.

Haiku er japanskt yrkingarlag, sum er hvatskrivað og hevur ein bygnað, sum svarar til innihaldið. Haiku lýsir náttúruna í menniskjanum og menniskjað í náttúruni.

Japanska haiku er býtt í 17 fonetiskar eindir, sum samsvara við okkara stavilsi.  Í 19. øld. fær haiku tað heitið, sum tað hevur í dag. Um somu tíð verður haiku á fyrsta sinni borið fram í Evropa. Her hevur haiku fingið tann formin, at eitt haiku er í trimum reglum, og hvør reglan hevur ymisk stavilsi. Fyrsta regla hevur fimm stavilsi, onnur regla hevur sjey stavilsi og triðja regla hevur fimm stavilsi. Innihaldið í einum haiku er eisini hevdbundið. Tað skal skrivast í nútíð og sipar ofta til ein dag, ella eina hending í eini árstíð, og skal (royna at) fanga kjarnuna í eini løtu. Málið við haikunum er at skriva soleiðis, at lesarin óvæntað fær innlit í eitt bragd.

Haiku er ein opin hurð, sum tykist afturlatin. Eitt dýpið, sum tykist grunt. Fá orð um tað mesta.

Fleiri føroyskir yrkjarar hava roynt seg við hesum tekstaslagi, men hetta er fyrsta savnið við upprunahaiku, sum er givið út í Føroyum.

Vónandi fært tú, góði lesari, eitt óvæntað innlit í eitt bragd, eina løtu, eina árstíð og tey innastu kømrini í hjartanum.

Nøgd
Vanligur prísur
NOK 212,95
Klubbaprísur
NOK 170,36
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Oddfríður M. Rasmussen

Føddur í Tórshavn 1969 og er uppvaksin á Sandi. Tvey ár gekk hann í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur skrivað fleiri yrkingar og stuttsøgur og hevur ritstjórnað skaldskapartíðarritinum Vencili síðan 2006 saman við Arnbjøn Ó. Dalsgarð.

Aðrar bøkur Oddfríður M. Rasmussen

Ikki fyrr enn tá
NOK 428,78
Úrvalssavn
NOK 284,89
OG
NOK 212,95
Úrtíð
NOK 212,95
Útseld
Gandakendu Føroyar
NOK 356,83
Oktoberbløð í fallandi sól
NOK 184,17

Aðrar bøkur Yrkingar

BOND
NOK 284,89
Lívsins dansur
NOK 356,83
Mær er so ymiskt
NOK 284,89
Tín angist er lýsandi vorðin
NOK 284,89
Takrennutónar
NOK 212,95
Fjøtrað á flogi
NOK 500,72