William Heinesen - myndlistamaður
Hann teknar, málar við pastell- og oljuliti, klippir og límar. Tað ótamda hugflogið býður áskoðaranum á eina ferð úr trøllamyrkri teirra fornisku til pastoral landsløg við skreytbúnum fuglum og vøkstrum og alskyns skapningum í stórari livandi rørslu. Frá upphavsins tættbýldu túnum og reynanna grýtuta mosaikki stava myndevnini, – úr sagnanna og ævintýranna heimi, úr norrønu gudalæruni, úr Arkadia og Edens urtagarði. Íblásturin byggir á náttúrukenslu, sniðfundigt gamanslyndi, spei, ramliga, ovfarakáta og ótamda lívsgleði og ein serligan fevnandi ans fyri tí ornamentala og skreytiliga.
Tann ótroyttiligi listamaðurin er virkin langt upp í ellisár. Framleiðslan er ómátalig. Prýðilig ornament og mynstur í stílførdum greiðum formum og litum verða samansett í óteljandi kliptum vignettum, sum hann stórtøkin stroyir um seg. Hansara gróðrarmikli og sermerkti myndaheimur er okkum føroyingum stórt ríkidømi.
Bókin er á føroyskum og enskum.
---
Í sambandi við bókina hava vit prentað tvær plakatir. Marmennil og Gjáarbotnur. Støddin er A4, og prísurin er 80 kr. fyri hvørja.
---
Les umrøðu. Bettina Heltberg hevur skrivað.
---
Hoyr Kinnu Poulsen ummæla bókina í Mentanarkaféini 8/6/16.
---
Síggj samrøðu við Bárð Jákupsson. Dagur og vika 3/6/2016 - KVF.
---