Hevndin úr havsins dýpi
Tað er góðveður um alt Føroya land, og seks bindiklubbakonur hava leigað eini góð hús við Gjógvará, har tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti.
Sama leygarmorgun verður í tíðindunum sagt frá, at ein útróðrarbátur hevði fingið ein gummistivla hjá einum eftirlýstum sjómanni á línuna.
Hetta átti ikki at ávirkað útferðina hjá kvinnunum úr Norðvík.
Men á náttartíð fær øll bygdin ein skelk, tá ið eini frítíðarhús standa í ljósum loga, og skúlalærarin verður funnin hongdur í hjallinum. Politiið kemur á staðið, og fregnast verður um tilburðin. Eingin skilir, hvat ið er hent. Bindiklubburin er aftur í brennideplinum. Úr havinum rísur ein nýggjur duldarfullur dagur.
Hvar er Bjørg? Hon er horvin sum døgg fyri sól.
---
Hetta er onnur bókin í røðini Deyðin fer í bindiklubb