Barnaár - lívsmyndir av bygd
Í hugtakandi ævisøguni BARNAÁR granskar Coetzee persónsmenskuna og kensluligu búningina hjá einum gávaðum og væl at sær komnum dreingi frá tí, at hann er tíggju til trettan ár.
Hampiligur í skúlanum, bestur í flokkinum, men harðráðin við hús. Helt hánt um pápan og livdi í ótta fyri at missa kærleikan hjá mammuni. Hann píndist av skuld og ótta.
Hann fekk eyguni upp fyri bókmentum, hann vaknaði kynsliga og setti ørkymlandi spurningar um apartheid. Bara á grasfløtunum kendi hann seg heima.
Søgan fer fram úti á bygd einar 100 km uttan fyri Cape Town í 1940- og 1950 árunum. Foreldrini eru afrikanar, og hann fær alt tað, tann hvíta miðalstættin hevur framíhjá, ta betru útbúgvingina og alt hitt, sum ger, at tey ''prefer to be English''.
Men tað elur fram iva og skomm.
---
J. M (John Maxwell) Coetzee er føddur í 1940. Hann er suðurafrikani, sum flutti til Avstralia at búgva í 2002. Víða gitin sum høvundur og í 2003 fekk hann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Fáir høvundar, sum skriva á enskum, hava fingið so nógvar viðurkenningar sum Coetzee.