Hvíta baðhúsið
Eg havi gjørt eina útskrift av myndini av abba við børnunum. Tað er síðsti parturin av søguni um meg. Myndin hongur yvir skriviborðinum, fest við tveimum knappanálum. Tá ið eg hyggi at mammubeiggja og abba, síggi eg meg.
Tað er beint fyri jólaføstu. Telefonin ringir, og í hinum endanum er eitt fremmant konufólk. Hon sigur, at hon er systkinabarn hansara. Skyldfólkini í móðurætt hevur hann ongantíð hoyrt um ella hitt. Navnið á abbanum hevur hann ongantíð fingið at vita. Hevur tað samband við, at hann hevur eina arvaliga sjúku, og at hann nú situr í koyristóli ? Er tað tí, tey hava verið so hulin ? Hann fer at hitta gomlu móður sína og vónar at koma á tal við hana, áðrenn ov seint er …
Hvíta baðhúsið er ein skaldsøga um skomm, dulsmál og prísin fyri at vera ærligur.
Les eisini grein her: https://sprotin.fo/news/707/hvita-badhusid