Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Hilmar Jan Hansen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-310-5
Útgávudagfesting: 24. november 2018
Kápusnið: Málningur eftir Eilen Olsen
Útgávuár: 2018
Síður: 228
Perma: Stív perma

Lív og lagna á Líðini

Hilmar Jan Hansen

Tá ið kendi skiparin í Rituvík, Magnus Salomon Olsen, doyði av sjúku tann 13. desember í 1940 bara 50 ára gamal, sat einkjan, Elspa, einsamøll eftir við tólv børnum, tað elsta 20 og tað yngsta tvey ára gamalt. Tað kundi ligið nær at hugsað sær, at húskið á Líðini í Rituvík fór at syndrast, tí nú fóru fleiri av børnunum óivað at verða send øðrum at fostra upp. Men so varð ikki.

Við góðari hjálp frá fýra teimum elstu børnunum megnaði Elspa tað, at húskið ikki syndraðist, og bæði børnini sjálv, eftirkomararnir og onnur hava síðan ásannað, at alt hetta bara læt seg gera við einum óvanliga sterkum samanhaldi. 

Leygardagin 21. juli í 2012 kundu tey tólv børnini hjá Elspu og Magnusi á Líðini saman við sínum hátíðarhalda, at tey tilsamans vóru túsund ára gomul – tað elsta 91 og tað yngsta 73 ára gamalt.

Henda dag kveiktist tankin, um hesin høgi aldur mundi røkka til eitt heimsmet sum elsti systkinaflokkur í heiminum. Næstu árini vórðu skjalprógv savnað saman og fingin til vega, so Guinness Book of  World Records tann 27. august í 2014 kundi staðfesta heimsmetið.

Millum hesar permur verður søgan nú søgd um tey tólv systkini á Líðini í Rituvík, teirra lív ­og teirra felags lagnu.

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Hilmar Jan Hansen

Aðrar bøkur Søga

Afturbrá
348,00
Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
348,00
At liva í løtum
248,00
Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00