Markið
Hetta er bók um at vera granni hjá tí ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir stóru mentanarligu munirnar millum londini, høvundurin vitjar, sum liva í skugganum av tí eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan hátt hevur merkt tey øll: at liva undir liðini á Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið - 20.000 kilometrar - aftur um seg.
Bókin sigur frá litføgru, spennandi, syrgiligu og ótrúligu søgunum, sum elvdar eru av hesum grundleggjandi geopolitisku treytum. Um somu leið er hon ein hugtakandi og livandi lýsing av teimum mentanum, fólkum, landsløgum og einstaklingum, høvundurin hittir á leið síni fram við endaleysa markinum.
---
---
Trýst á myndirnar og fá myndatekstin fram.


















































































Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.