Hús skaldsins
Hús skaldsins er triðja bind av fýra í bókaverkinum Ljós heimsins, sum Halldór Laxness gav út í árunum 1937–1940. Hini bæði bindini, Ljómur guddómsins og Høll summarlandsins, eru longu komin út á føroyskum.
Tann fátæki og einsamalli Ólavur Kárason ljósvíkingur er vorðin vaksin og skald. Hann býr saman við unnustuni í eini træsmáttu uppi í brekkuni. Hon arbeiðir á fiskastykkinum, og hann vakir yvir sjúkum barni.
Stríð er í bygdini millum felagið hjá arbeiðsfólkinum við Jens Føroyingi á odda og teir, ið ráða fyri borgum. Eisini skaldið verður drigið inn í ósemjuna, hóast Ólavur Kárason vil vera partleysur og bara vil yrkja og skriva.
Hetta bókaverkið hjá Laxness er týtt til nógv mál og verður mett sum eitt av teimum týdningarmestu, sum eru útgivin á íslendskum.