Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Sólrún Michelsen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-355-6
Útgávudagfesting: 22. november 2019
Síður: 304

Ein táttur er silvur

Sólrún Michelsen

Ein syrgiligur tilburður setur gongd á skaldsøguna. Ein mamma doyr í barnferð frá 10 børnum. Ikki óvanligt fyri stórt hundrað árum síðan. 

Sorgin verður tagd burtur. Pápin giftist uppaftur. Børnini spjaðast, og lagnan lagar seg ógviliga ymist hjá teimum. 

Hetta er seinast í 19. øld, og allar rembingarnar í átrúnaði, politikki, fakfelagspolitikki og mentan, ið vóru um aldarskiftið, verða flættaðar inn í hesar lagnulýsingar – m.a. tann harðrendi Axel Fr. Moe, sum Dansk Indre Mission sendi til Føroya.

Tann eina gentan, sum hevur stórar ætlanir við lívi sínum, fer á ein bóndagarð at tæna og forvinna sær nakrar krónur, tí hugurin liggur út í heim. Bóndin neyðtekur hana, og barn spyrst burturúr. Eingin fær at vita, hvør pápin er, men hon skal liva við skommini.  Vit fylgja henni á einsomu leiðini at fóta sær eftir illgerðina.

Hetta er ein stórbær søga í øllum stillum. Ein eym og kenslurík lagnu­søga, sum bara kundi fallið saman við øllum hinum, sum líkjast, men sum nú er skrivað til eina fína skaldsøgu.

Høvuðspersónurin og tað, henni er fyri, er grundað á veruligan tilburð.

---

Hoyr Sólrúna í NÓN 21/11/2019

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Ummæli

EYDNA, ÓEYDNA TÆR GANGA Á RAÐ

Ein realistisk og um somu tíð romantisk skaldsøga
 
Tittulin á skaldsøguni hjá Sólrún Michelsen "Ein táttur er silvur" er læntur frá yrking eftir Johonnu Mariu Skylv Hansen, har hon í trimum ørindum sigur frá nornuni, sum spinnur okkara lagnutræðrir so ymiskt. Kortini er uggi at finna í seinasta ørindi, har tað verður sagt, at "hann ið gav okkum lív og ond / heldur í spunalag, heldur um hond". Yrkingin er prentað fremst í bókini, og tá ið teksturin tekur við, eru tær fyrstu fýra síðurnar á donskum eftir prestin Axel Fr. Moe: "Min første begravelsestale". Her verður sagt frá, hvussu hann sum ungur gudfrøðilesandi er endaður í Føroyum, og hvussu hann verður blandaður upp í eina jarðarferð, har ein kvinna er deyð frá manni og tíggju børnum. So er tónin líkasum settur.

Sambært bakpermuna er skaldsøgan grundað á veruligar tilburðir, og tann nevndi Axel Fr. Moe (1877-1942) vitjaði í Føroyum seinast í 1800-talinum, og sum prestur og predikantur fyri Indre Mission virkaði hann í Føroyum 1904-1916.

"Ein táttur er silvur" tekur við stutt fyri aldaskiftið 1900, tá ið mamman at barnaflokkinum doyr, og bókin endar í mai 1917, tá ið tey flestu børnini eru komin hampiliga væl undan. Dreymarnir hjá onkrum av teimum eru gingnir út, ímeðan onkur av hinum, sum á yngstu árum hevði stórar dreymar, má lata sær lynda.
 
Frásagnarháttur
Longu frá byrjan skiftast trý frásøgufólk: tann átta ára gamla Helena, ið sum frá líður fær flestar kapitlar, tann fjúrtan ára gamla systirin Kathrina og so tann rættiliga harðligi danski presturin Axel Moe, sum hittir familjuna longu sum teologilesandi. Av tí at hendingarnar í teimum fyrstu kapitlunum verða lýstar av øllum trimum, hevði eg bæði væntað og vónað, at Sólrún fór at nýta tann teknikk, sum japanski Kurosawa brúkti í filminum "Rashomon" 1950. Neyðtøkan av eini brúður og drápið av hennara samurai manni verður fortalt av fýra persónum, og teirra frásagnir av somu hendingum eru stak ymiskar.

Í "Ein táttur er silvur" er eingin mótsøgn millum frásøgufólkini, tá ið tey siga somu søgu, men bara onkur frávik í sjálvari upplivingini. Tað skal kortini sigast, at frásøguhátturin, sum Sólrún hevur valt, riggar væl, hóast hann ikki er líka so snildisligur sum tann hjá Kurosawa. Tað, at kapitlarnir skifta so ofta millum frásøgufólkini, ger, at tað kemur ein spenningur í søguna, sum setur ferð á framdráttin. Tað ger tað heldur ikki verri, at kapitlarnir sum heild eru stuttir, og lesarin fær eisini av hesi orsøk hug at blaða víðari, at koma fram á leið. Tú keðir teg í hvussu er ongantíð á leiðini.
 
Ein rembingartíð
Tíðin, sum skaldsøgan gongur fyri seg í, er ein rembingartíð bæði í Føroyum og úti í heiminum. Hetta verður í høvuðsheitum lýst í fáum strikum, soleiðis at kjarnin í søguni heldur seg til at lýsa lívið hjá teimum trimum frásøgupersónunum Kathrinu, Moe og Helenu - og eitt sindur um tey uttan um hesi. Høvundurin hevur skilliga sett seg inn í tíðarskeiðið og ikki kunnað seg smávegis um, hvussu bleiv hugsað og farið fram innan Indre Mission. Moe ivast í mongum trúnni viðvíkjandi, og einastaðni hugsar hann, at Bíblian er sterk, tí: "Hetta at øll kunnu lesa sær eina meining úr henni, um tær so eru fullkomiliga mótsigandi" (s.105). At ein trúboðari frá Indre Mission kann vera fullur av iva um hetta og hatta í Bíbliuni er ikki óhugsandi. At ein tílíkur trúboðari fyri gott hundrað árum síðani vil verða við, at tú kanst lesa tær tað, sum hóvar tær úr Bíbliuni, er harafturímóti ikki trúligt. Innan trúarrørslur man hetta vera ein stak modernaður hugsanarháttur, sum eg stórliga ivist í heldur ikki í dag hevur funnið leið inn í Indre Mission.
 
Neyðtøka
Tá ið eg hevði lisið tekstin á bakpermuni helt eg, at ein stórur partur av skaldsøguni fór at snúgva seg um ta neyðtiknu gentuna og barnið, sum spyrst burturúr. Hetta hevur ein fittan leiklut, tí tað er tann eina frásøgukvinnan Helena, sum verður neyðtikin, men lesarin er komin næstan tveir triðingar inn í søguna, áðrenn hendan valdsgerðin kemur fyri. Eftir hetta er lagnan hjá Helenu frammarlaga, men tað verður um somu tíð sagt frá, hvussu gott tað gongur systrini Kathrinu í Keypmannahavn og eini aðrari systir, sum fer upp í politiskt arbeiði í sama býi. Tað er púra klárt, at hetta seinna hevði verið akkurát nakað fyri Helenu, men nú hevur hon fingið ein son, og tó at familjan stuðlar henni, so nívir tað hana. Sum frá líður fær hon eitt líkinda lív, men ungdómsdreymarnar um framtíðina má hon sleppa.

Helena vil ikki fortelja, hvussu hon er blivin við barn, og hóast onkur spyr, so sigur hon, at hetta skal fara við henni í grøvina. Í fyrstani er frágreiðingin hampiliga trúlig, at hennara orð einki er aftur ímóti orðinum hjá tí múgvandi bóndanum sum neyðstók hana, men seinni gerst tað lesaranum meira kámt, hví Helena er so stívrend í hesum máli. Kanska tí at hon ikki vil, at bóndin, sum annars er barnleysur, skal hava nakað at skula hava sagt yvir hennara soni.
 
Axel Fr. Moe
Gjøgnum alla skaldsøguna verður presturin Moe fylgdur, og tað er ikki tí at lesarin gerst fegnari um hann á leiðini. Moe er uppvaksin innan Indre Mission, pápin er prestur har, og ein pápabeiggin er illa gitin fyri at vera harðrendur í sínum prædikum og døming av fólki. Moe roynir at bróta seg eitt sindur burtur úr hesum umhvørvi, og í Keypmannahavn gerst hann fullkomiliga burtur í Kathrinu, sum hann hittir heima hjá einum felags kunningi. Hóast hann ongantíð sigur nakað um sínar kenslur fyri Kathrinu, so verður hann tikin av fótum, tá ið hon verður trúlovað einum øðrum. Hann kennir seg bæði sviknan og snýttan, tó at tað er púra greitt, at Kathrina ongantíð hevur lovað honum nakað. Hann fer nú til Føroya sum trúboðari fyri Indre Mission, og hann fer harðliga og stak dømandi fram.

Tað gerst tíðliga lesaranum greitt, at framferðin hjá Moe lutvís stavar frá kenslunum hann hevur havt fyri Kathrinu. Hann hóttir Helenu við helviti fyri hennara synd at hava fingið barn uttan fyri hjúnalagið, og hon svarar honum: "Tygum eru ikki eitt gott fólk" (s.236). Við millumbilum ivast Moe, hví hann ber seg at, sum hann ger: "Man tað vera so galið, at hann hevur hesa trongdina til at fáa Helenu at angra, tí at Kathrina vísti honum frá sær og spilti honum sálarfriðin? At hann brúkar systrina at hevna seg inn á Kathrinu?" (239-240). Hesum vísir hann so frá sær. Tá ið tað snýr seg um Moe batnar Guds barn ikki, hóast tað eru rivur í brynjuni.
 
Romantisk realisma
"Ein tráður er silvur" er ein undirhaldandi skaldsøga, men viðhvørt eitt sindur leys í samankomingunum. Soleiðis at skilja, at grundgevingin fyri ymiskum tilvildum ikki altíð tykist lesaranum eyðsæð, at hesar stundum koma fyri næstan ov heppið. Tá ið Kathrina tænir hjá læknahjúnum í Keypmannahavn, og lesarin er vorðin greiður yvir, at tann dømandi Axel Moe úr Indre Mission er hugtikin av henni, verður hon "bjargað" av beiggja konuna, har hon tænir, og tey verða gift. Á permuni verður sagt, at frásøgnin tekur støði í veruligum hendingum, men at tað skal hava gingið soleiðis eftir ánni fyri Kathrinu er næstan ov nógv at vænta. Tá ið systirin Helena er neyðtikin av bóndanum og sum frá líður verður send avstað saman við neytakonunum, er tað sjálvandi ein har, sum dugir meira enn at mata seg og sær, hvussu er við Helenu. Ikki óhugsandi, men tað er ein røð av tílíkum smáum tilvildum spjaddar um skaldsøguna, og tað er næstan ov gott til at vera satt. Hetta fær meg at skíra "Ein táttur er silvur" at vera romantiska realismu, tí bæði karmarnir og fittur partur av hendingunum látast realistiskar, ímeðan úrslitið av ymiskum hendingum fær ein ikki sørt romantiskan dám. Deyði, fátækradømi, neyðtøka er partur av líðingarinnar kaliki, men loksins vinnur góðskan og kærleikin á tí mesta. Lesarin kann, tá ið skaldsøgan er lisin, leggja hana frá sær og vera vissur í, at alt fer at vignast væl.

Skaldsøgan hjá Sólrun Michelsen fær meg at hugsa um "Rannvá" eftir Dagmar Joensen-Næs, har tittulpersónurin verður neyðtikin av kommandantinum á eini ólavsøku og gerst upp á vegin. Hon noktar at fortelja, hvør pápin at barninum er og verður straffað við einbýli úti í Skúgvi. Frávikini millum bøkurnar báðar eru kortini stór, og "Ein táttur er silvur" er hóast alt skaldskapur á einum væl hægri støði enn "Rannvá". Tað eru nógvar fínar lýsingar í skaldsøguni hjá Sólrún, og hennara avmyndingar av, hvussu fólk kenna tað, tá ið skipini fara avstað, og tað bara er at bíða, til tey koma aftur, eru framúr. Somuleiðis dugir hon stak væl at mana hugløgini millum manna undir Fyrra krígnum fram.
 
Sólrún Michelsen: Ein táttur er silvur. Kápa: Sonja Kjølbro. Umbrot: Sára Mikkelsen. Sprotin 2019. 301 bls.

Les meira
Les minni
JÓGVAN ISAKSEN | 01-01-1970

Um høvundin Sólrún Michelsen

Sólrún Michelsen er fødd í 1948 og uppvaksin á Argjum. Hevur arbeitt sum stjóri í handilsfyritøku í mong ár.
 
Hon byrjaði við at skriva barnabøkur. Fyrsta bókin kom út í 1994. Síðan tá eru útkomnar fimm barna- og ungdómsbøkur, harav tvær fantasybøkur. 
 
Av bókum til vaksin kom Tema við slankum út í 2007, Í opnu hurðini yrkingasavn í  2009, Rottan stuttsøgusavn í 2011. Harumframt hevur hon skrivað tekst til ólavsøkukantatur og stuttsøgur til tíðarrit sum Birting, Vencil og Mína jólabók. 
 
Sólrún hevur fingið Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2002. 
 
Hon fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Tema við slankum 2008.

Aðrar bøkur Sólrún Michelsen

Sára Malena
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Nornan spinnur
398,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Ein annar er gull
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Morgunfrúa
198,00
Ein farri av fráferð
198,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00