TEST4

Hvørja ferð tú fært eina klubbabók, verður tú kunnað/ur um aktuellu og næstu bókina í einum tíðindabrævi.
Sí nýggjastu klubbatíðindi niðanfyri. 

 

*|MC:SUBJECT|*

 
Hey *|FNAME|*

So hava vit enn eina ferð gleðina at senda tær eina nýggja, góða, týdda skaldsøgu.
 
Vit skipa Sprotan um á ymsan hátt í ár. Ein av broytingunum er, at nú kunna vit teg um næstu klubbabók við einum tíðindabrævi og ikki prentaðum blaði. Sum tú fert at síggja, hevur nýggja talgilda brævið so nógvar áhugaverdar møguleikar, sum prentaða kunningarblaðið ikki hevur. Klubbatíðindi fært tú inn á telduna, beint áðrenn bókin verður borin tær inn um dyrnar.
 
Fyrsta klubbabókin í ár er Beckomberga - fagnaðarkvæði til húski mítt eftir Sara Stridsberg. Jákup í Skemmuni hevur týtt úr svenskum, og Edward Fuglø hevur tekna kápumyndina. Góðan lesihug!

 
 

Um BECKOMBERGA

BECKOMBERGA er skaldsøga, ið ger mun. Hon er um menniskjaligt forfall, veikleikar og kærleika.   

BECKOMBERGA snýr seg um Jackie, sum eigur pápa, ið eitur Jim. Mynd hennara av pápanum støkkur sundur, tess eldri hon verður, og tess meira niðurundirkomin hann verður. Hann er sinnisliga ikki í javnvág, og fleiri long skifti er hann innlagdur á sinnissjúkrahúsinum Beckomberga.

Vit fáa barndómin, sterka kærleikan, ta skeivu tilver­una og jagstranina eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur og hugtakandi skaldsøga, sum setir menniskjuna undir sjóneykuna.
 
SÍGGJ SAMRØÐU Í SVENSKA TV 4
 
 
 

Hvør er henda Stridsberg?

Sara Stridsberg er millum fremstu rithøvundar í nútíðarskaldskapi í Norðurlondum. Her letur hon søgugongdina fara fram á svenska sálarsjúkrahúsinum Beckomberga. Søgan um hetta húskið er av tí slagnum, har heimið ikki riggar í øllum lutum, men søgan verður søgd í einum sorgblíðum, sættandi ljósi. Full av skiftandi huglagi lýsir hon, úr ymiskum sjónarhornum og tíðarætlanum, ein heim, har sansaloysi og normalitetur renna hvørt inn í annað.
 
LES MEIRA Á SPROTIN.FO
 
 
 

Beckomberga - eitt sjúkrahús fyri sálarsjúk

Beckomberga var eitt yvirvaksið sjúkrahús fyri sálar­sjúk. Tað læt upp í 1932 og hýsti 2000 sjúkl­ing­um. Beckomberga sjúkrahús læt aftur í 1995. 

Upp ígjøgnum øll 1980-ár­ini flyta sjúklingarnir út úr sál­ar­sjúkrahús­unum sum ein av­leiðing av atfinn­ing­un­­­um móti teim viðgerðum, sum sjúklingarnir fingu har, og sum ein avleiðing av tí ráki, ið skolar gjøgnum Vestur­heimin, móti at stovns­­festa fólk á sálar­sjúkra­­hús­um. Tá ið anti­psykosu­­heilivágurin kemur í 1960-árunum, verð­ur gjør­ligt at liva uttan fyri stovn­arn­ar, og tann ovur­stóra fíggjarliga orkan, sum tey gomlu sálar­sjúkrahúsini kravdu, er ikki longur til.

 
BECKOMBERGA SJÚKRAHÚS Á WIKI
 
 
 

Tey ósjónligu

Næsta klubbabókin er TEY ÓSJÓNLIGU eftir norska høvundin Roy Jacobsen.
Edvard Olsen hevur týtt úr norskum. Bókin verður send tær í apríl.
Klubbaprísurin er 198,-.

"So sjaldsama væl kann tað skrivast, tá ið tað er Roy Jacobsen, ið skrivar. Væl kann tað vera, at ein fjarløgd norsk oygg í fjarari fortíð, er okkum øgiliga fjar, men í skaldsøgimi Tey ósjónligu kemur alt hetta fjara tætt at okkum. Og tað ber av øllum."

 
LES UMRØÐU Á BERLINGSKE
 
 
 
 
 
 
 
© SPROTIN *|DATE:|*
Hetta brævið er sent tær, tí tú ert limur í Bókaklubba Sprotans.

Visti tú, at tað til ber at rinda klubbabókina við fastari flyting? Tað er lætt og ómakaleyst.
Ring 23 57 82 ella skriva til elisabeth@bms.fo.

Skriva eisini til elisabeth@bms.fo, um tú vilt heinta næstu bókina á Bókamiðsøluni, strika teg sum klubbalim, ella um eitthvørt umsitingarligt er at spyrja um.

Hevur tú fingið nóg mikið av okkum? Strika tíðindabrævið her.