Tey eru hjún, vinir og samstarvsfelagar, og so hava tey ferðast millum kroppar og bøkur. Hon sum fysioterapeutur, hann sum bókavørður. Bæði sum skrivandi mentafólk. Harald Bjørgvin

At fylgja hjartanum

Seinastu árini hava Martin Næs og Þóra Þóroddsdóttir týtt Halldór Laxness, Gyrðir Elíasson, Einar Már Guðmundsson og Jón Kalman Stefánson til føroyskt. Onkrar bøkur hava tey týtt saman, onkrar hvør sær. Í hvør sínari skrivstovu í sama heimi. Tey eru hjún, vinir og samstarvsfelagar, og so hava tey ferðast millum kroppar og bøkur. Hon sum fysioterapeutur, hann sum bókavørður. Bæði sum skrivandi mentafólk.

19.12.2023
Dorit Hansen
Ymist

Martin var í villareiði. Tað vóru tvær nætur til jóla, og hann vildi til Íslands at vitja gentuna, sum hann hevði funnið saman við í summarfrítíðini. Men hann hevði ikki ráð til flogferðaseðilin. Og nú gekk hann hugsanarsamur ígjøgnum køldu, myrku Havnina. Á veg heim frá jólafrokosti á Landsbókasavninum, har hann hevði arbeitt, síðan hann var liðugur við student hetta sama árið.

- Eg hevði ikki ráð at fara til Íslands, og foreldrunum dámdi einki, at eg ætlaði mær upp í íslendska norðurlandið um háveturin. Tá ið eg spurdi, um tey kundu geva mær ískoyti til ferðina, søgdu tey bara, at eg skuldi fáa pengar í jólagávu.

Men Martin hevði ikki tol at bíða. Á veg heim frá jólaveitsluni steðgaði hann uttan fyri Føroya Sparikassa. Klokkan leið móti ellivu á kvøldi, men har var ljós inni, tí har var eisini jólaball. 

- Eg bankaði uppá, og onkur kom akkurát út at roykja. Eg greiddi honum frá mínari støðu og segði, at mær tørvaði eitt lán á 3.000 krónur.

Á midnátt hevði Martin fingið pengarnar. Og dagin eftir, tollaksmessudag í 1973, fleyg hann til Reykjavíkar.

Í Íslandi bíðaði Þóra spent. Og eitt sindur nervøs. Fór tað at eydnast honum at koma til Akureyri áðrenn jól, og hvat fór familjan hjá henni at siga til føroyska sjeikin?

- Eg hevði arbeitt sum sjúkrahjálpari í Føroyum í longu íslendsku summarferiuni, men eg var bara 19 ár og tók seinasta árið á miðnámi, so mamma og pabba stúrdu eitt sindur fyri vitjanini og hesum ókenda dronginum. Men tey fullu øll pladask fyri honum. Ikki minst omma, sum hevði verið mest kritisk frammanundan. Tað einasta, hon kendi til føroyingar, vóru fullir sjómenn, sum plagdu at koma í land í Húsavík, tá ið hon var smágenta. 

Hálvthundrað ár eru liðin síðan væleydnaða íslandstúrin hjá Martini Næs, men dámligi drongurin hómast framvegis í manninum, sum stendur í durunum, tá undirritaða kemur á gátt. Og gestablíða gentan er ikki minni sjónlig í Þóru Þóroddsdóttur, sum kemur út í tún ímóti mær og førir meg inn í lítlu gongina, gevur mær skóleistar at fara í og bjóðar mær vælkomna í Skørugøtu. Vit báðar fara upp trappurnar til tað stóra alrúmið, har tey hava lagt eitt lívsverk av bókum á køksborðið og sett kaffi, nýbakaðar grovbollar og heimagjørt súltutoy á stovuborðið. Martin kemur eina lítla løtu seinni. Hann skuldi líka út at heilsa upp á eitt vinapar, sum hann fekk eyga á í túninum. Tað er okkurt hjartaligt og hjartaríkt við hesum føroysk-íslendska parinum, eitt kurteisi, sum tykist hava djúpar røtur.

Yrkingar og yrkisbók

- Martin var longu yrkjari, tá ið eg møtti honum fyrstu ferð, sigur Þóra og vísir mær fyrsta yrkingasavnið, sum Martin gav út sum 19 ára gamal í 1972. Ein appelsingul bók við heitinum Friður

- Eg haldi, at eg fall fyri honum, tí hann var skald.

Martin smílist.

- Eg gekk í einum kreativum flokki í Hoydølum, og vit brúktu nógva tíð til ymiskt, sum ikki beinleiðis var tað, sum lærararnir vildu hava okkum at gera. Eg yrkti, og fyrsta savnið kom út, meðan eg gekk í 2.g.

- Hvussu var savnið móttikið?

Martin tigur eina løtu. Situr stillur og hugsar seg um.

- Eg haldi, at tað vóru nøkur ummæli, og eg minnist, at gamli Georg L. Samuelsen á Dimmalætting skrivaði okkurt um, at hasin nokk einaferð fór at blíva maður.

Þóra flennir.

Í 1974 fluttu tey bæði til Keypmannahavnar at lesa. Árið eftir gav Martin út annað yrkingasavnið, Marran sigur S, og í 1979 kom tað triðja, Úr. Tá vóru tey flutt aftur til Føroya við fyrsta soninum, Flóvini, sum er føddur í 1978. Í 1982 kom dóttirin Guðný Brynhild og í 1986 Jónas Tór.

Þóra er uppvaksin í landnyrðingspartinum av Íslandi, pápin var lækni, og tá Þóra var ungur tannáringur, gjørdist mamman sjúk við tuberklum og var leingi seingjarliggjandi. Þóra hevði eina nógv yngri lítlasystur og tveir eldri beiggjar, sum vóru fluttir heimanífrá. Og hon fekk stóra ábyrgd við hús.

- Tað var tí, at pabba fann mær eitt summarstarv í Føroyum. Hann helt, at eg trongdi til at sleppa burtur. 

- Hvussu bar tað til, at tú valdi at læra til fysioterapeut?

- Sum barn spældi eg fótbólt sum einasta genta á einum dreingjaliði, seinni spældi eg kurvabólt og kom á íslendska kvinnulandsliðið, og eg havi eisini dyrkað frælsan ítrótt, millum annað spjótkast. So tað kropsliga dró, og útbúgvingin til fysioterapeut var krevjandi og spennandi. 

Tey fyrstu árini, eftir at tey vóru flutt aftur til Føroya, arbeiddi Þóra á Landsjúkrahúsinum, síðan fór hon í Skúlan á Trøðni. Samstundis tók hon skeið í sansasamskipan hjá børnum, og í 1990-árunum ferðaðist hon kring alt landið og helt fyrilestrar fyri námsfrøðingum, lærarum, foreldrum og heilsufólki. Hon kannaði eisini nógv børn, sum høvdu órógv av ymiskum slagi, og lærdi tey avvarðandi, hvussu tey kundu stimbra og stuðla.

Í 1998 mátti Þóra tó gevast sum fysioterapeutur, tí hon fekk eitt diskuslop í samband við eitt óhapp á arbeiðsplássinum.

- Tað var hart. 

- Nógv fólk komu á gátt, tá Þóra bleiv sjúkrameldað. Nógv vístu umsorgan, greiðir Martin frá.

- Ein teirra var Steintór Rasmussen, og hann helt fyri, at Þóra átti at skrivað eina bók um alt tað, sum hon hevði ferðast runt og fortalt fólki.

- Ja, tað var faktiskt eggjanin frá honum, sum fekk meg í gongd. 

Í 1998 kom bókin Rura út. Tóra fer yvir til køksborðið eftir bókini. 

- Tað snýr seg um rørslu og rytmu og at geva barninum ta kropskontakt, sum sansunum tørvar.

Barnabøkur og  bókaflutningur

Í 1980-árunum flutti Martin seg frá yrkingum til barnabøkur. Í 1979 kom Per og eg, í 1984 Símun Sámal og í 1990 komu Spell at sólin kom upp og Torbjørg og kúgvin. Tær fyrstu barnabøkurnar vóru týddar til norskt og íslendskt, og Martin var heiðraður við barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 1981. 

Frá 1986 til 1995 týddi hann harumframt nógvar barnabøkur eftir Guðrúna Helgadóttur, millum annað tær um Jón Odd og Jón Bjarna, sum øll børn í Føroyum komu at kenna, tí Elin Heinsen las søgurnar í barnaútvarpinum. 

- Tað, at eg fór undir at týða, var eisini eitt úrslit av einum óhappi. Í 1983 fluttu vit til Íslands, har Þóra hevði fingið starv sum fysioterapeutur, og eg skuldi ansa eftir børnunum  og arbeiða hálva tíð sum bókavørður. Foreldrini hjá Þóru vóru blivin eldri, og vit vildu vera um tey í eina tíð, men eg legði út við at detta av takinum, tá eg skuldi hjálpa teimum at mála. So í staðin fyri at halda hús og ansa børnum, lá eg við beininum hægst alt tað heystið. Og so fór eg undir at týða íslendskar barnabøkur.

Barnabókina Spell at sólin kom upp skrivaði Martin við íblástri frá einari veruligari hending. 

 

 

- Vit vóru flutt aftur til Føroya, Flóvin gekk í fyrsta flokki, og føroysklærarin, Birgir Kruse, hevði sagt børnunum søguna um Risan og Kellingina við at tekna hana upp á talvuna. Flóvin var so hugtikin, at tá ið hann kom heim, setti hann seg at fortelja søguna fyri lítlusystrini. Eg minnist, hvussu tey sótu í trappuni upp á loft. Tá ið hann er liðugur við søguna, sigur hann: Keðiligt at sólin kom upp. Lítlasysturin spyr hví. Jú, tí so hevði tað verið lættari at vitja ommu og abba. 

- Í 2003 fluttu vit til Danmarkar, har Martin tók ein yvirbygning sum bókavørður. Tey elstu børnini lósu niðri, og yngsti sonurin Jónas Tór hevði saman við vinmanninum Gunnari Nielsen fingið sáttmála við eitt danskt fótbóltsfelag. Vit seldu húsini í Havn, keyptu okkum raðhús í Ishøj og fluttu saman við teimum ungu monnunum. 

Þóra flennir.

- Eg havi ongantíð gjørt so nógvan mat sum tey bæði árini. Eg búði saman við trimum svongum monnum, og vit høvdu altíð gestir. Vóru tað ikki vinmenn hjá dreingjunum, so vóru tað vinfólk ella familja hjá Martini og mær úr Føroyum og Íslandi. 

Martin leggur afturat:

- Tað vóru fleiri, sum áttu dýnur og tannbustir í skápunum hjá okkum. Men tað vóru eisini nógvar bøkur í húsunum. Vit hava flutt eitt sindur, og hvørja ferð eru allar bøkurnar fluttar við okkum. Eg haldi, at tað vóru eini 120 kassar av bókum, tá ið vit fluttu til Ishøj.

- Grannin hjá okkum ógvaðist um bæði gestir og bøkur. Vit hittu hann í túninum, tá vit fluttu inn, og tá hann var liðugur at greiða frá, hvar bankin lá, vóru vit blivin vinir. Hann hevði tjekkiska konu og smá børn, og tey vóru nógv inni hjá okkum. Men hann skilti ikki bøkurnar. Tvær ferðir, meðan vit búðu har, var innbrot hjá honum, ongantíð hjá okkum. “Hvem fanden er også interesseret i alle jeres bøger,” plagdi hann at taka til.

Prosatýðingar og lesigávur

Meðan tey vóru niðri, týddu Þóra og Martin høvuðsverkið eftir Halldór Laxness, Undir egið borð.

- Tað var Jonhard, sum setti okkum í gongd við týða í felag. Hann spurdi einaferð í 1990-árunum, um vit kundu týða eina lærubók um íslendingasøgurnar. Ein er søgan úr Íslandi komin kom út í 2000, og í henni vóru fleiri brot úr íslendskum bókmentum, millum annað úr Gerplu sum Halldór Laxness gav út, beint áðrenn hann fekk bókmentavirðisløn Nobels. Og tað endaði við, at vit eisini týddu hana. Hon fekk heitið Garpatáttur á føroyskum. 

Síðan hava Martin og Þóra saman og hvør sær týtt eina rúgvu av íslendskum skaldsøgum. Fyri hetta arbeiðið hava tey fingið falkaheiðursmerki frá íslendska forsetanum og Norrøna herðaklappið frá Norrøna felagnum í Føroyum. 

Seinasta stórverkið eru tríggjar samanhangandi bøkur eftir Jón Kalman Stefánsson.

- Seint í november í 2021 spurdi Jonhard okkum, um vit ikki kundu týða onkra bók hjá Kalman. Vit høvdu fult programm, men tá ið eg hevði hugsað meg um í nakrar dagar, spurdi eg Þóru, um vit ikki skuldu geva Jonhardi Kalman í føðingardagsgávu. Jonhard fyllir í desember, og á degnum fekk hann eitt bræv, har vit lovaðu, at um eitt ár skuldi hann hava stóra tríbindsverkið hjá Kalman á føroyskum. 

- Og tit vóru ikki byrjað, tá tit lovaðu tað?

- Nei, vit fóru í gongd í januar 2022. Þóra týddi fyrsta bind, eg annað bind, og triðja bind býttu vit ímillum okkum. Og so viðgjørdu vit sjálvandi alla týðingina saman. Tað eru á leið 1100 síður í tí íslendsku útgávuni, og áðrenn Jonhard fylti aftur, var verkið týtt.

- Hvussu arbeiða tit?

- Vit eru á hvør sínari hædd. Martin hevur eitt arbeiðsrúm niðriundir, og eg havi eitt her uppi. Eg kann ikki sita ov leingi, tí nakkin er so vánaligur. Men eg seti meg tíðliga um morgunin og siti einar tríggjar tímar. Tey seinastu ellivu árini havi eg brúkt nógva tíð upp á orðagrunnin Íslex, og so týði eg bøkur inn í millum. Mær dámar at hava okkurt at gera. Okkurt meiningsfult. 

- Tað eru nógvar góðar íslendskar skaldsøgur at týða, staðfestir Martin. 

- Íslendingar duga at skriva prosa. Siðvenjan hjá teimum røkkur heilt aftur til íslendingasøgurnar, men tað eru óvanliga nógvir góðir íslendskir prosahøvundar í løtuni. Íslendingar hava eisini eitt heilt annað forhold til tað at lesa. 

- Íslendingar kveyla bøkur í seg, skoytir Þóra uppí. Øll fáa bókagávur – á jólum, til føðingardagar og til próvhandanir. Skaldsøgur verða seldar og lisnar. Prosabøkur standa ikki eins sterkt í Føroyum, men kanska fer tað at broytast. Eg keypti mær Saga JAM eftir Høgna Mohr fyri stuttum, og eg las hana út í eitt. Hann dugir at skriva.

Martin reisist frá borðinum. Onkur bankar uppá niðriundir. 

- Er nakar inni? Røddin er á veg upp ígjøgnum trappurnar, og ein ungur maður kemur inn í stovuna við einum postpakka.

- Oyjøssunavn, langt síðan eg sá teg. Þóra reisist eisini.

Ungi maðurin er barndómsvinur dóttrina, býr onkustaðni í grannalagnum og er komin við einum pakka, sum er komin til skeiva adressu.

- Á, hatta eru bøkur frá Bókadeildini. Vit blíva við at halda allar barnabøkurnar. Vilt tú ikki hava ein drekkamunn?

Ungi maðurin takkar, men børnini bíða í bilinum. 

- Kann eg bjóða tær eina bók at lesa, spyr Þóra.

Hann smílist og takkar aftur nei.

Hvassi pennurin og hin kjálkin

Martin Næs arbeiddi í mong ár sum landsbókavørður, og seinastu árini av “vanliga” arbeiðslívinum var hann deildarstjóri í mentamálaráðnum. Stillføri mentamaðurin hevur eisini altíð havt góð eygu og hvassan penn. Í 1995 fekk hann mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri Hvør eigur flaggknappin?, ið er eitt savn við greinum, røðum og ummælum. 

- Onkuntíð verði eg biðin um at skriva, men eg geri tað líka ofta óbiðin. Tað er ein góður máti at koma í samband við fólk. Tá vestmannatunnilin kom upp á tal fyrstu ferð, skrivaði eg greinina “Nei takk til undirsjóvartunlar og annan ørskap”. Stutt eftir stóð eg í langari kø við Oyragjógv. Eg fór úr bilinum at fáa mær ein guv, og beint við bilin stóð Atli Dam. Hann hugdi upp á meg og segði “Statt nú!” 

Þóra flennir.

- Martin er nokk so skjótur at grípa pennin.

- Ja, men eg lati altíð greinar liggja í minst eitt døgn, áðrenn eg sendi tær avstað. 

Mitt í hálvfemsunum var Martin við í nevnd, ið skrivaði bókina Avmarkaður marknaður um støðuna hjá føroyska mentanarlívinum. 

- Har er millum annað eitt kapitul um Tjóðpallin, sum Birita Mohr stóð fyri. Hon gjørdi eitt flott arbeiði. Allir tankarnir liggja har. Sjálvt um tann tjóðpallurin ikki er komin enn. 

- Hvussu við bókmentaliga økinum?

- Tíverri var eg so óambitiøsur, at eg skrivaði, at Mentanargrunnur Landsins átti at vera komin upp á 15 milliónir eftir fimm árum. Hann er enn ikki komin langt upp um 10 milliónir. So eisini har er alt ov lítið hent. 

Í 2022 gav Martin út greinasavnið Opera men eingin olja. Seinasta greinin er ein heilsan til Mentanargrunnin á 75 ára stovningardegnum. Greinin endar við einum ynski um, at grunnurin, tá hann fyllir 100 ár, í minsta lagi er komin upp á 100 milliónir.

Vit reisa okkum. Á veg út stegða vit á at hyggja at mongu verkunum eftir føroysk listafólk, sum Martin hevur keypt. Onkur íslendsk listafólk eru eisini á veggunum. 

- Hendan málningin eri eg serliga góð við, sigur Þóra og tekur ein málning niður av vegginum. 

- Jón í Møðrudali var bóndi og multikunstnari og búði heilt uppi í íslendsku oyðimørkini. Eg plagdi at fara við pabba, tá hann fór at vitja hann í læknaørindum. Nógv portur vóru á leiðini, og tað passaði pabba væl, at eg kundi hoppa út og lata tey upp. Vit bæði blivu góðir vinir, og eg havi faktiskt skrivað eina grein um hann við heitinum  “Hin kinnin”. Íblásturin kom einaferð, tá børnini vóru lítil og klandraðust, og eg segði við elsta sonin, at hann mátti venda hin kjálkan til. Hann svaraði: Hvat helviti er tað fyri ein kjálki?

Þóra flennir.

- Og so fortaldi eg honum søguna um hendan bóndan og listamannin í Íslandi, sum einferð hevði rikið seyðin hjá sær til Seyðisfjarðar. Hann kom í ringt veður, og tað tók honum tvey døgn at koma fram. Hann fekk seyðin í rætt, men eingin vildi geva honum innivist. Hann sat náttina hjá seyðunum, og dagin eftir mátti hann til sýslumannin, tí onkur hevði kært hann fyri ringa viðferð av djórum. Nógv ár seinni kom ein bussur við skúlabørnum úr Seyðisfirði fram við bóndagarðinum hjá honum. Hann bjóðaði teimum inn og gav teimum at drekka. Tey vildu gjalda, men hann segði, at tað einasta tey skuldu gera, var at koma innaftur á veg heimaftur, so skuldi hann hava okkurt til teirra. Tá tey komu aftur, hevði hann gjørt teimum kjøt og suppu. Aftur vildu tey betala. Nei, segði hann, at hetta áttu tey á hjá honum. 

Þóra heingir myndina upp aftur.

Triðja bókin í tríbindsverkinum hjá Jón Kalman Stefánsson kemur út í heyst. Martin og Þóra hava langt síðan flutt seg til aðrar verkætlanir. Þóra hevur týtt eina ferðafrásøgn hjá D. P. Danielsen til íslendskt og er í holt við at týða eina bók um kærleikslívið hjá Laxness. Martin er í gongd við at týða eitt yrkingasavn eftir Gyrði Elíasson og at skriva eina stóra ævisøgu saman við soninum, Flóvin, um læknan Sannu Dahl Niclasen.

- Eg havi onkuntíð sagt, at tað er ringt at ganga í takt við Jonhard, men eg haldi, at myndin er við at koppa.

Martin smílist, og Þóra leggur afturat:

- Ja, í síðstuni hava vit havt nógvan skund. 

Hon tendrar ljósið úti í durinum, og eg rætti henni skóleistarnar.

- Takk fyri!

19.12.2023
Dorit Hansen
Ymist

More articles