Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Óla Jákup Guttesen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-478-2
Útgávudagfesting: 8. juli 2022

Tættir og søgur úr Bíggjar søgu

Óla Jákup Guttesen

Flestu bygdarsøgur hava menn skrivað, sum ikki eru søgufrøðingar, kortini menn við nógvum serkunnleika um ávísa bygd. 

Óla Jákup Guttesen er ein teirra, sum hava sitið trúliga á landsskjalasavninum við kirkjubókum, fólkateljingum, skiftiprotokollum, sýsluprotokollum og tinglýsingarbókum og roynt at fingið skil á, undir hvørjum korum fólk í teirra heimbygd hava livað upp ígjøgnum tíðirnar.

Vit vita, at bygdin er sum vøkstur, ið veksur eftir teimum korum og treytum, sum eru. At broytingarnar hava verið fáar og hava tikið tíð, hevur gjørt, at tær hava fest seg í minnið og hava verið havdar á munni leingi. Hvør nýggjur teigur hevði virði og fekk sítt navn. Róð varð aftur á serligar tilburðir og lagnur og broytingar ætt eftir ætt.

Og hóast nýggja tíðin hevur annað lag, so er nógv av hesum lagt niður í fólk á smáu bygdunum, tey hava arvað henda kunnleika og hetta forvitnið, og ógviliga vanligt er, at menn við hesum kunnleika fara, tá ið arbeiðslívið ikki longur fer við allari tíðini, at grópa í gomlum skjølum á gamalsaldrinum fyri at fáa bæði hetta og hatta upp á pláss.

Tað er kunnleikin um hesar áhugaverdu søgu­tægrir, ið hvørvur inn í tíðarfloymin. Tær mugu verða festar á blað, tí tær liva í huganum á summum fólkum eina tíð, í summum ættum leingi, men tær kámast umsíðir.

Nú hevur bygdin við tí vakrasta útsýninum ­fingið nakrar av sínum ógviliga týðandi táttum festar á blað, so teir ikki hjána burtur. Henda søgan sigur tað, ið øll vita, at her hava fólk ikki bara sitið hendur í favn og notið vakurleikan, men hava átt seiggið og evnini at treiskast í brattlendi og skapt trivnað.

Nøgd
Prísur
60,14 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Óla Jákup Guttesen

Aðrar bøkur Søga

Afturbrá
46,72 EUR
Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
46,72 EUR
At liva í løtum
33,29 EUR
Minni frá míni lívsleið
46,72 EUR
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
40,01 EUR
Lív og lagna á Líðini
40,01 EUR