Fjarvera tín er myrkur
Frásøgumaðurin vaknar í einari fremmandari kirkju onkustaðni í útnyrðingshorni Íslands. Hann hevur mist minnið og roynir at minnast lívið, sum tað var. Ein gátuførur maður hjálpir honum og verður hansara fylgisneyti. Kanska er hann busssjafførur, kanska prestur, ella kanska er hann fanin sjálvur.
Frásøgumaðurin skrivar søguna samstundis, sum vit lesa hana, og so hvørt sum gongd kemur á, kemur eitt margfalt og livandi lið av persónum til sjóndar: Vit frætta um eitt konufólk, ið verður ásttikin í einum bónda, sum hevur sjaldsamastu bláu eygu, hon hevur sæð, og lurtar eftir Bob Dylan, eina mammu, sum verður noydd at fara frá barni sínum, ein prest, sum hevur brævasamband við ein týskan yrkjara, ein útróðrarmann, sum er serfrøðingur í Kierkegaard, ein hugtungan rokktónleikara og eina bóndakonu, sum skrivar eina grein um maðkin, moldarinnar blinda yrkjara.
Fjarvera tín er myrkur er søgan um smílið í einari kvinnu, ið kann vekja gudarnar og lýsa heimin allan upp. Tað er ein søga um gloymsku og fyrigeving, dreymar og fáfongd, sakn og girnd, mistøk og eydnu og um lagnunnar treiska snarræði. Burtur úr fylgispælinum úr Deyðans sangskrá veksur spakuliga fram myndin av einari familju.
Fjarvera tín er myrkur er søga, sum er so vøkur, at eingin sleppur undan at verða ávirkaður av henni.