Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Helgi Jacobsen
Bólkur/ar: Søga, Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99918-76-40-5
Útgávudagfesting: 2. mai 2013
Síður: 320
Kápa: Heilbind

meira av tí góða

Helgi Jacobsen

Eisini eru 80 ár síðan Hotel Føroyar fyrstu ferð byrjaði sítt virksemi á Kongabrúnni.

Hotellið hevur verið karmur um mangt og hvat forvitnisligt og serstakt hesi 80 árini. Serligir gestir, serligir døgurðar, serligar skráir, ráðstevnur og fundir á hægsta stigi.

Bókin er ikki skrivað sum eitt minnisrit, men hon fagnar hotellvinnuni, matlistini, undirhaldinum og tí góða lívinum.  

Søgan um 80 ára longu leiðina av Kongabrúnni niðan í Kerjar er ein partur av fagnaðarferðini. Ein líka stórur partur eru søgurnar um øll tey støðini í miðbýnum í Havn, har Hotel Føroyar hevur sítt virksemi. Tær søgurnar vísa okkum, at trivnaðurin og fagnaðurin hjá fólki er best, tá ið tíðirnar hava verið góðar. Tær søgurnar vísa okkum eisini, at á summum økjum var ikki so stórur munur at ganga í gøtunum í London og í Havn.  

Við virðing fyri søguni og øllum teimum húsum, har hotellið í dag hevur staðsett seg, er hetta ein roynd at lýsa Rybergshandilin í Vágsbotni, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará, Sjómansheimið, Vertshúsið og Hotel Djurhuus og spírandi hugin hjá Trónd Hansen at planta trø, urtir og blómur. Søgan um húsini, har Hotel Føroyar byrjaði á Kongabrúnni, er serlig og egin við tí skyldskapi, sum var millum hetta húsið og Vertshúsið. Nú er hetta eisini søga, men andin av Kongabrúnni flutti við niðan í nýggja hotellið.

Nøgd
Prísur
USD 43.06
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Helgi Jacobsen

Exam. art. í norðurlendskum og journalistútbúgving. Arbeiðir sum freelance journalistur og rithøvundur.

Aðrar bøkur Helgi Jacobsen

Vestmanna søga 1
USD 43.06
Vestmanna søga 2
USD 43.06

Aðrar bøkur Søga

Nýggj
At liva í løtum
USD 35.83
Minni frá míni lívsleið
USD 50.28
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
USD 43.06
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
USD 64.73
Lív og lagna á Líðini
USD 43.06
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
USD 35.83

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
USD 57.51
Veðursjúka
USD 34.39
Sanna Dahl
USD 57.51
Góðkrút
USD 64.73
Hugleiðingar av marbakkanum
USD 50.28
Reyn, kæra Reyn
USD 64.73