Marius Olsen / Prent 1980-2016
Hesi 36 árini eru ein serstakliga áhugaverd ferð hjá manni, ið livir í øllum, livir avbyrgdur frá øllum, sum myndar innanífrá og er eygleiðari uttan fyri alt.
Bókin er 400 síður. Støddin er 30x30 cm. Ein úrvals kaffiborð-bók.
Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala og Inger Smærup Sørensen hava skrivað tekst. Eisini hevur Marius sjálvur skrivað um tøknina í upprunaprenti. Bókin er á føroyskum og enskum.
---
"Tey glæsiligu verkini hjá Mariusi Olsen rúma óendaliga nógv løg. Eftir eitt lag koma fín, viðbrekin og lýrisk løg til sjóndar. Skemtilig, sjálvt speisk løg, gátufør, innilig, symbolistisk løg og sniðfundig, filosofisk løg avdúkast spakuliga. Beint fyri eygunum á okkum vaksa løg við ekspressivum ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum."
Inger Smærup Sørensen
---
Les eisini greinina: "Hópsamansetti hurlivasin"
---
Solveig Hanusardóttir Olsen ummælir bókina í Mentanarkaféini 16/9/2016: