Sær er siður á landi
Millum tað handaliga og andaliga lívið verður altíð ein samvirkan soleiðis, at tey kor og tey viðurskifti, maður livir undir, seta síni merki.
Henda samvirkan setur síni eyðkenni á tíðina og fólkið, sum livir í tíðini, og tá ið lívskorini og viðurskiftini broytast, kemur nýggj tíð.
Hesi tíðarskifti merkja søgu okkara.
Mangt verður lært í skúlum, men tað, sum hevur við gerandislívið hjá fólki at gera, liggur ofta á láni, so kunnleikin um tað, ið eitt ættarlið tókst við, verður ikki borið tí næsta. Og tað er spell.
Við hesari bók ætlaði Rasmus á Háskúlanum í síni tíð at geva fólki eina mynd av lívinum, sum varð livað, tá ið hann var smádrongur og hálvvaksin, og hann sigur um stílin og innihaldið: Mær er greitt, at myndin fær sín dám og lit av teirri glæmu, sum mín barna- og unglingssál varpaði á lívið tá, øðrvísi kann tað ikki vera.